NSÍ greiddi setningin

Sum væntað vunnu runavíkingar á vágamonnum, og nú hevur NSÍ av álvara blandað seg upp í bólkin av liðum, sum eltir møguleikan fyri bronsumerkjunum

 

NSÍ-FS Vágar 3-0 (1-0)


Fótbóltur


Runavíkingar vóru snøgt sagt noyddir at vinna, tá vágamenn komu á vitjan sunnudagin.

Gongdin í fyrru kappingarhálvu var langt burtur frá tí, sum vónirnar í runavík vóru um, men hinvegin hava óstøðugu úrslitini hjá flestum av hinum liðunum í deildini syrgt fyri, at runavíkingar framhaldandi kunnu blanda seg í stríðið um bronsumerkini, nú gøtumenn og teir úr B36 tykjast vera einsamallir í kappingini um ávíkavist gull- og silvurmerkini.


Dovislig byrjan

Fyrstu løtuna sá tó ikki út til, at runavíkingar ætlaðu sær at gera stórvegis við mótstøðumenninar. Spælið var heldur dovisligt, og hóast NSÍ kanska hevði eina lítla leikliga yvirvág, so spurdist ikki stórvegis av málmøguleikum burturúr.

Kanska vil onkur vera við, at tað mundi vera nýggi vøllurin í Runavíkini sum órógvaði somikið nógv. Í øllum førum er hesin nakað væl bleytari at renna á enn gamli vøllurin, sum kanska kundi samanberast við betongólv, so harður sum hann var vorðin við aldrinum.

Hol kom tó á eftir hálvan tíma, men málið var av tí meira tilvildarliga slagnum. Ein bóltur varð sendir innfyri, og eftir eitt sindur av trunkaspælið støkk bólturin út til Sjúrð Jacobsen, og hann gjørdi ikki mætari enn at senda bóltin í meskarnar.


Ferð á í seinna

Hetta kom sjálvandi illa við hjá vágamonnum, og tað viðførdi eisini, at teir vórðu noyddir at søkja longur fram á vøllin í seinna umfarinum.

Hetta gav betri pláss hjá runavíkingunum at spæla á, og skjótt sást eisini, at tað tóktist meira sannlíkt, at teir fóru at økja um leiðsluna, heldur enn at gestirnir skuldu javna.

Spælið gjørdist nógv meira málsøki. Borðini vórðu nýtt til tess at sleppa inn um verjuna, og hetta kastaði so við og við eisini fleiri málmøguleikar av sær.

Tað tók heldur ikki runavíkingum meira enn knappar 10 minuttir av seinna hálvleiki. So høvdu teir økt um leiðsluna við einum frálíkum máli. Djóni N. Joensen sendi ein djúpan bólt inn um verjuna í høgra borði, har Sjúrður Jacobsen slapp sær avstað. Komin oman móti brotsteiginum sendi hann inn til Ian Højgaard, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar av at senda í kassan, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur.

Runavíkingar kundu helst eisini fingið nógv fleiri mál, og teir høvdu í øllum førum møguleikarnar til tess, men tað gjørdist tó bert hitt eina afturat. Hetta skeyt Sonni L. Petersen miðskeiðis í hálvleikinum, og uppskriftinvar meinlík henni, sum 2-0 málið varð skotið eftir.

Hesu ferð var tað í vinstru, at uppspælið stavaði. Eddie Mikkelsen varð sendir avstað, og so var Sonni fyrstur á, tá bólturin varð sleptur inn.


Hava bronsuna í eygsjón

Sum sagt, so kundu runavíkingar væl vunnið dystin við nógv meira sannførdandi tølum, og ivaleyst munnu teir eisini iðra seg um onkran av misnýttu møguleikunum.

Hinvegin skerst ikki burtur, at tað var harðligani tiltrongt, at dysturin endaði við einum sigri fyri teirra viðkomandi. Undan kappingarárinum varð sagt, at nú skuldi spælið hjá liðnum gerast meira stabilt. Hetta er tó akkurát tað, sum ikki er hent. Úrslitini hava til tíðir verið frálík, og eisini spælið hevur verið heilt gott onkuntíð. Millum annað tá HB var á vitjan í vár. Ta ferðina var liðið tó fyri sannari eyðmýking bert eina viku seinni, tá talan varð um stórtap í Vági, so enn er í øllum førum langt á mál viðvíkjandi stabilitetinum.

Tá sæð verður burtur frá teimum báðum fremstu, so hevur stabilitetur so avgjørt ikki eyðkent avrikini hjá hinum liðunum í deildini, og tí hevur NSÍ framvegis møguleikan at røkka heiðursmerkjum.

Í løtuni eru tað grannarnir av Toftum, sum sita á bronsusessinum, men runavíkingar hava sjálvir møguleikan at tosa við um hetta. Komandi vikuskifti skulu teir nevnliga inn á Toftir at vitja, og mangt bendir á, at hetta kann gerast ein grannauppgerð av teimum heilt spennandi.


Botnuppgerðirnar bíða

Vágamenn hava tó eisini týdningarmiklar dystir fyri framman í sín part. Komandi bæði vikuskiftini skulu teir royna seg móti ávíkavist B71 og EB/Streymi, og hetta eru uttan iva dystir, sum fara at hava avgerandi týdning fyri lagnuna hjá vágaliðnum í bestu deildini. Kravið er her í minsta lagi trý stig, og allar helst skulu vágamenn fáa meira enn tað, fyri at lívbjarga sær, men um tað fer at eydnast, er so ein onnur søga.


Dysturin í tølum:

NSÍ-FS Vágar 3-0 (1-0)

1-0: Sjúrður Jacobsen 30

2-0: Ian Højgaard 54

3-0: Sonni L. Petersen 69

Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ)


NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Rúni Rasmussen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Jónstein Petersen ? Gert Langgaard, Sjúrður Jacobsen, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen ? Ken Nónklett, Dánjal Hansen

FSV: Arturast Ramoska ? Jógvan H. Samuelsen, Vlad Osipov, Jákup Joensen, Ruslan Screlea ? Per Joensen, Hannus Olsen, Sonni Johansen, Jón Nielsen, Jack Johansen ? Birgir Joensen, Sonni Johansen