tvingað umvegis at gjalda til raksturin av fólkakirkjuni. Hetta er ikki rætt og er helst eisini í stríð við grundlógina. Í øllum førum er tað ikki góður moralur. Tað kann ikki vera meiningin at fólk uttanfyri [...] m av fólkakirkjuni. Orsøkin er einføld: Vit hava meldað okkum út úr fólkakirkjuni. Hetta er tað frælsið, sum hvør einstakur føroyingur hevur, sambært grundlógini. Hetta er tað sum verður kallað fyri t [...] gjalógina, er at prestarnir eisini gera eina tænastu fyri landsins myndugleikar, t.d. við at føra sokallaðu kirkjubøkurnar. Ein avoldað skipan At prestarnir hava innskrivingina um hendi, er ein avoldað
nógv fólk sum gjørligt at møta. Onkur kaffikanna er við at tømast,og einasta kvinnan, sum inni er, reisist og fer út í køkin at fylla í aftur. ?Hon er ófør, láta teir at, sum eftir sita. Møtir trúliga [...] tað, sum rørir seg. Bæði heima í lokalsamfelagnum, men eisini víða úti í heimi. Klokkan er átta á morgni, og tað er longu nakað av fólkið komið í Undirhúsið. Tey halda til í MB húsinum, og eru har frá tíðliga [...] borð og fær sær kaffi. Tað verður undrast á, hvussu hann hevur tíð at sita her og ikki er á útróðri. Gott veður er, og bátarnir hava fingið eitt sindur, veit onkur at siga. ?Nei, hann sleppur ongan veg
tað besta er, um blaðið kann eita Dimmalætting. Annars mugu vit finna uppá annað navn, sigur Árni Gregersen. D Media er dóttirfelag hjá gamla sp/f Dimmalætting, sum nú eitur sp/f Bring. Har er gamli eigarin [...] pengar komnir inn í felagið, sigur Árni Gregersen. Er ikki sannlíkt, at ein møguligur bústjóri fer eftir navninum Dimmalætting? - Jú, tað kann væl vera. Tað er so ein risiko, men tá koma so pengar á borðið [...] Gregersen er nú stjóri uttan starvsfólk ella blað. Hann stendur á odda fyri smápartafelagnum D Media, sum hevur keypt navnið Dimmalætting fyri eina upphædd, sum stjórin tó ikki vil upplýsa. - Endamálið er at
undirstrika, at hetta er ikki eitt mál, sum til ber at gera viðmerkingar til í løtuni. Men eg kann siga, at tað er tættasta møguliga sambandið millum Danmark og Føroyar í hesum máli. Vit hava jú ein felags áhuga [...] Tað er skilligt, at talan er um eitt eymt mál - ?en varm kartoffel?, sum tikið verður til á donskum, tí hvørki Anfinn Kallsberg ella Niels Helveg Petersen vildu gera viðmerkingar til málið á tíðindafundi [...] við Tony Blair. Poul Nyrup Rasmussen hevur annars sagt, at nýggja landsstýrið eigur at sleppa at umhugsa málið. Eftir hetta hevur fundur verið í Uttanlandsnevndini um málið, men einki er likið út um, hvat
forsætisráðharranum, Poul Schlüter saman við løgmanni. Abbi stendur, saman við øðrum monnum, við eitt borð og skilur fisk, tá Poul Schlüter stingur høvdið fram ímillum teir og sigur.”Nå, det er nogle store h [...] vendir sær á og sigur við Schlüter. “Her er det godav først”. “Nå ja, godav godav” sigur Schlüter, og so flentu teir báðir og fingu eitt gott prát saman. “Jú jú, man skal altíð biðja góðan dag, høgur sum [...] roykt so illa og leingi, so kundi tú átt eina flotta Villa?”. “Tað er møguligt, men tú hevur ongantíð roykt, hvar er tín Villa?”. Jú væl dugdi hann at svara aftur. Ótolin var abbi eisini. Um avtala var
ivaleyst er tað, at ikki halda hesar vanlukkurnar Føroyingar frá at søkja sjógvin. Og tað er gott, at so er, tað er so í øllum yrki. “Vandi er í hvørjari vælferð!” sigur orðatakið, og satt er tað. Vit [...] monnum. Vanlukkuárið 1924 1924 er eisini eitt vanlukkuár. Av skipum norðanfjørðs gongur toftaskipið Anna burtur. Hetta er ein hending, sum er hampiliga væl kend. Hetta er fyrst og fremst orsakað av, at [...] í 1920. Teir sum fórust vóru hesir: · Poul Michelsen í Búð, skipari, 35 ár, Tvøroyri. Giftur, 3 børn · Ewald Norðberg, 22 ár. · Poul Johannes Ludvig, 19 ár. · Poul Jespersen, 45 ár. Giftur. 9 børn sótu
á spæl hansara, segði Jens Kristian, at tað hevði tað ikki. - Tað er fullkomuliga líkamikið, hvør beinleiðis mótstøðuleikarin er. Tað er so ikki nakað, sum eg hugsið serliga nógv um undan einum dysti, svaraði [...] landsliðið veruliga hevur lært nakað seinastu 10 árini. Í hvussu er er líkt til, at ovurhonds stóra virðingin fyri mótstøðumonnunum er burtur, nú 10 ára dagurin fyri sigurin á Eysturríki nærkast. Á 29 [...] ávuna, sum liðfelagarnir høvdu givið honum, svaraði liðformaðurin, at tað var hann so avgjørt. - Hatta var góð gáva, og tað so ikki hendi fyrr enn móti endanum av dystinum gjørdi bara alt nógv stuttligari
at í løtuni er bert eittans evni í føroyskum politikki. Hetta er sjálvstýri. ? Einki nyttar at berjast ímóti ella at rannsaka orsøkirnar. Tað týdningarmesta er, at vit fáa eina skipan, ið er borin av p [...] eftirkomaunum hjá núverandi ættarliði. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at talan er um ein stóran meiriluta aftanfyri avgerðina, funnið verður fram til, segði Poul Nyrup Rasmussen, ið sigur seg hava lisið [...] ? Eingin vegur er aftur. Ríkisfelagsskapurin millum Føroyar og Danmark stendur fyri stórum broytingum. Hetta vísti Jóannes Eidesgaard á, tá hann á landsfundi hjá danska javnaðarflokkinum í Odense sunnudagin
hevur tað jú verið brúkt í nógv ár. Tað er jú einaferð soleiðis, at dómarar eru menniskju, og tað vilja altíð koma mistøk fyri hjá teimum. Tað er ikki tað, sum er trupulleikin. - Trupulleikin er hinvegin [...] Sveis: Tað er ikki bara í leikarahópinum, at nýggj andlit eru at síggja í landsliðsleguni. Annar av ferðaleiðarunum hesaferð er Bjarki Mohr, sum í vár varð valdur í nevndini hjá FSF, og sum soleiðis er spil [...] spælast á vøllinum. - Nú eru hatta sjálvandi tvey ymisk mál, men taka vit videoupptøkurnar fyrst, so eri eg ikki í iva um, at tað er rætt, at vit fara tann vegin. - Tað er so heldur ikki nakað, sum eg
vit als ongi rættindi hava. Fullveldi einasta leið Við brævinum frá Poul Nyrupi, er enn einaferð skorið út í papp: At uttan fullveldi, er als ongin broyting í statsrættarligu og fólkarætarligu støðu Føroya [...] Hoydal Landsstýrismaður í sjálvstýrismálum Hartil er hetta sjálvsagt ein niðurgerð av øllum tí arbeiði, sum landsstýrið hevur gjørt í fullveldismálinum. Hetta er ein staðfesting av, at vit noyðast sjálvi at [...] víðari gongdina við løgmann á einum fundi tann 5. november 2000. Hetta er ikki rætt. Løgmaður hevur bert tosað óformelt við Poul Nyrup Rasmussen og hevur greitt honum frá nýggju fullveldisætlan landsstýrisins