85 ár kann tykjast at vera ein long tíð. Men kortini eru fleiri sum minnast hesa tíðina, og sum eisini kunnu greiða frá henni.
Men tað er greitt, at hesi fólkini fara at fækkast. Tískil hevur høvi verið nýtt til, umframt tær skrivligu keldurnar, sum finnast, at tosa við fólk, sum vara av hesi hending, og sum kunnu greiða frá henni. Her er fyrst og fremst talan um børn hjá teimum sum fórust.
Fyri at lýsa hetta tíðaskeiðið fer í Miðvikuni eisini at verða tikið í aftur tær stóru vanlukkurnar, sum hendu í 10 ára skeiðnum 1910-1924 serliga við atliti til Suðuroynna, sum varð hart rakt hesi árini. Tað vóru eisini nógvar vanlukkur við bátum, men tær stóru skipsvanlukkurnar hetta skeið vóru hesar:
Í 1914 fórst Robert Miller úr Vági við 11 monnum. Nærri hevur verið greitt frá hesi vanlukku í 100 ára greinini um Diin í Porkeri.
Í 1915 er skaðagrindin í Sandvík, har 14 mans úr Hvalba og Sandvík umkomust.
Í 1916 gongur Ruthland úr Vestmanna burtur við 15 monnum.
Í 1919 ganga tveir bátar úr Hesti burtur. Fyrst sakna teir ein bát, so fer ein annar bátur út at leita. Hann kom heldur ikki aftur. Hestur misti 11 menn hendan dagin.
1920 er eitt vanlukkuár, sum tilsamans kostar 62 mannalív. Kristina ferst við 15 monnum, nógvir av teimum frá Gjógv. Tað er greitt frá hesi vanlukku í røðini vit høvdu í Miðvikuni við Dinnufíu Ferjá frá Gjógv.
Men afturat Kristinu farast tvey suðuroyaskip. Hesi eru Helena við 20 monnum og Karin við 13 monnum.
Í 1922 ferst Norðlýsið úr Fuglafirði á veg til markna við 7 monnum.
Vanlukkuárið 1924
1924 er eisini eitt vanlukkuár. Av skipum norðanfjørðs gongur toftaskipið Anna burtur. Hetta er ein hending, sum er hampiliga væl kend. Hetta er fyrst og fremst orsakað av, at vit vita, hvar hetta hendi, og at líkini av teimum flestu av manningini komu í kristna jørð í Reykavík. Eisini ger minningarhaldið, sum fiskimannafelagið skipaði fyri í Íslandi í 1999 í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík, hendingina kenda. Tað er júst sett ein navnapláta á grøvina. Hetta hevur eisini verið umrøtt í bløðunum.
Umframt fórst hetta árið av suðuroyaskipum General Gordon við 19 monnum og Sjóriddarin við 8 monnum.
General Gordon
Henda umrøðan verður í øvugtari raðfylgju, so byrjað verður við árinum 1924. Ein skrivlig kelda er Erling Poulsen, sáli, sum gjørdi heilt fitt fyri at fáa niðurskrivað okkara fiskimannasøgu. Vit høvdu nógv saman, og hann gav mær loyvi til frítt at nýta hansara tilfar, eins og hann eisini fekk nyttu burtur úr tí, sum eg sjálvur skrivaði.
Mortensens menn keyptu í 1923 úr Lysekil í Svøríki eina slupp, ið bar navnið General Gordon.
Hon varð bygd í 1884 í Brixton, var merkt 87 brt, og hon hevði motor.
Poul Michelsen í Búð í Hvalba, ið var búsettur á Sevmýri á Tvøroyri, førdi hana hetta árið. Árið eftir fór hann 25. februar av Tvøroyri yvir á Suðurlandið, men General Gordon spurdist ikki aftur. Teir eru komnir nakað nær Íslandi, tá ið teir eru burturgingnir, tí Poul Johannes Beder í Vági, vanliga nevndur Pollurin, førdi Lauru tað árið, og teir funnu toppstongina á General Gordon, tá ið teir komu yvir á Suðurlandið. Teir tóku hana inn og høvdu hana heimaftur við sær og kendu, at tað var toppstongin á General Gordon. Hon lá í fleiri ár í kjallaranum hjá Pollinum, men tá ið hann fyrra partin av 1930-árunum fekk sær radio, setti hann hana sum radiomastur oman fyri húsini. Seinni datt hon niður, og Torkil Beder, prestur, sonur Pollin, segði, at hann sagaði knappin av henni, men at hann tíverri var blivin burtur.
FF-blaðið: General Gordon er farin
Tað hevur lítið og einki verið at finna í bløðunum í teirri tíðini um forlissið. Táverandi FF-blaðið hevði eina minningargrein, sum var soljóðandi:
“Kann henda, at eg í tí vátu grøv skal sova mín síðsta blund; tó eg elski at ferðast um høv til mína síðstu stund.”
So hevur skaldið sungið um hin føroyska fiskimannin, og ivaleyst er tað, at ikki halda hesar vanlukkurnar Føroyingar frá at søkja sjógvin.
Og tað er gott, at so er, tað er so í øllum yrki. “Vandi er í hvørjari vælferð!” sigur orðatakið, og satt er tað. Vit eru ongatíð trygg, hvar vit fjakka á foldum. Óhappið, ja, deyðin finnur øll. Trygdin er einans at finna í tí, at vit vandra fyri Guds ásjón, hvar vit enn ferðast á landi ella á sjógvi, og at vit altíð eru í hansara varatekt.
Men harfyri er tað líka meint, líka sárt, líka nívandi hvørja ferð óhappið rakar tey einstøku menniskjuni. Tey mugu uppaftur og uppaftur saman ganga gjøgnum hina somu trongdina, bíða og bíða í tóman heim, meðan hin síðsta vónin fjarar út úr hjartanum, og síðan taka upp strevið aftur, royna at bøta um skaðan, sum hon harða lagnan sló.
Henda syrgiliga hending við General Gordon verður ein av teimum, sum verður við at nerva í langar tíðir, tí vit einki vita.
Eftir sita ikki minni enn 9 einkjur. Hvalbiar bygd hevur verið verst fyri, og tað nýtur so mikið fastari har, sum at sama bygdin fyri stuttari tíð hevur verið fyri tveimum stórum vanlukkum á sjónum. Fyrst hin herviliga skaðagrindin í Hvalba og síðan Helena, sum fórst á havinum í 1920.
Teir sum fórust vóru hesir:
· Poul Michelsen í Búð, skipari,
35 ár, Tvøroyri. Giftur, 3 børn
· Ewald Norðberg, 22 ár.
· Poul Johannes Ludvig, 19 ár.
· Poul Jespersen, 45 ár. Giftur. 9 børn sótu eftir. 10. barnið var sonur hansara
· Jógvan Sofus Jespersen, 19 ár, sum fórst saman við honum.
· Jákup Eliesar Herluf Axelvold, 16 ár.
· Jóan Jákup Frederik Poulsen, 35 ár. Giftur, 9 børn
· Dánjal Jákup Jensen, 36 ár. Giftur, 3 børn
· Niels Petur Poulsen, 29 ár. Giftur, 2 børn.
· Meinhard Ludvig, 17 ár.
· Jens Ludvig, 25 ár, beiggi Meinhard. Giftur, 1 barn
· Niels Jákup Michelsen, 27 ár.
Hesir vóru allir úr Hvalba.
· Johan Klæmint Karl Christiansen, 18 ár, Tvøroyri.
· Gunnar Frederik Dalbert Vang, 18 ár.
· Mortan Leo Petersen, 19 ár.
· Jákup Mathias Jacobsen, 20 ár.
Hesir tríggir vóru úr Froðba.
· Emil Frederik Martin Heinesen, bestimaður, 24 ár, Sunnba.
· Símun Johan Vang, kokkur, 32 ár. Giftur, 1 barn, Fámjin
· Óli Petersen, 42 ár, Skálavík.
Johannes misti pápan við General Gordon
Roynt hevur verið at fáa samband við fólk, sum kunnu greiða meira frá um General Gordon. Tí varð um dagarnar vitjað inni á eldrasambýlinum í Hvalba, tey vóru bæði blíð og fyrikomandi.
Her hitti eg tann 93 ára gamla Johannes Poulsen. Pápi hansara Jacob var ein av manningini á General Gordon. Hann var 8 ára gamal, tá ið pápin fórst, so hann minnist sum rímiligt er væl pápan. Mamman var Henrietta, vanliga kalla Jetta. Tey vóru upprunaliga níggju systkin, men ein tvíburabeiggi Johannes, Elias, doyði sum smádrongur. Børnini vóru frá 0 til 12 ár, tá ið tey mistu pápan. Yngsta barnið, ein genta, hevði ikki fingið navn og varð doypt Jacobina eftir pápanum. Hon giftist til Klaksvíkar við Símun Michael Christiansen, og tey bæði eru einastu systkini, sum liva eftir.
Seinasti dagur í Føroyum hjá General Gordon
Á sambýlinum hittu vit eisini tann 91 ára gamla Olivur Holm. Hann mintist púra klárt júst tann dagin í dag fyri 85 árum síðani, tá ið General Gordon fór avstað seinastu ferð.
Skipið kom av Tvøroyri við teimum av manningini, sum var komin umborð har. Í Hvalba skuldi so restin av manningini takast umborð, áðrenn farið varð til Íslands. Hetta var ein so sera vakur morgun og púra slætt var í sjónum. Skiparin var jú ættaður úr Hvalba, og Olivur minnist, at Poul fór niðan til foreldrini hjá sær at siga teimum farvæl. Síðan komu faðir og sonur oman á mølina, og Olivur minnist, at Poul helt um hálsin á pápa sín. Hetta má sigast at vera eitt vakurt seinasta minni um hann.
At so nógvir mans fóru burtur var jú ein stór hending í bygdini, so alt bygdarfólkið kom saman fyri at siga monnunum farvæl við kendu heilsanini: ”Jesus verði við tykkum” og svarinum: ”Hann verði eftir hjá tykkum.” Og mangt tárið man vera fallið. Øll vistu í hesum tíðum, at tað var als ikki vist, at tey komu at síggjast aftur.
Men so kemur løtan, tá ið skiparin heldur, at nú man vera best at fara. Tað var umráðandi, at seglini kundu fáast upp, meðan vindurin var so makligur, sum tað varð sagt. Hetta merkti, at best var at fáa seglini upp, meðan tað var lítið av vindi. Víst hevði General Gordon ein lítlan motor, men framvegis vóru seglini høvuðsálitið.
Tá var eingin kai í Hvalba, so manningin mátti førast umborð í árabátum. Menn høvdu jú eisini viðføri, so tað mátti førast fleiri ferðir.
Segl vórðu sett, og General Gordon fór avstað. Vit kunnu ímynda okkum, at mannamúgvan hevur eygleitt skipið, til tað hvarv úr eygsjón.
Blivu teir niðursigldir?
So gekk tíðin til sluppirnar vanliga komu aftur undan Íslandi. Men eingin General Gordon kom. Tað varð bíðað, vóna og biðið. Tað kundi jú verið onkur náttúrlig frágreiðing fyri seinkanini. Men ein dagin mátti staðfestast tað, at General Gordon kom ikki aftur, og at aftur ein manning hevði fingið eina váta grøv. Tað farvæl, tey høvdu sagt manningini hendan vakra morgun, var tað seinasta.
Eingin visti við vissu, hvat ið var hent. Eitt herviligt høgættarveður brast á longu tann 29. februar, og menn hildu, at hon kundi vera farin í tí veðrinum. Men nøkur ár seinni kom fram ein merkilig søga.
Ein hvalbingur hevði siglt við einum trolara úr Vestmanna. Teir vóru á ísfiskaveiðu og landaðu fiskin í Grimsby. Eina ferð fór nakrir av manninginini á eina barr.
Vit eitt annað borð sótu nakrir enskir trolaramenn og drukku. Einaferð koma hesir menn til ilnar. Føroyingarnir skiltu enskt, so teir hoyra alt, ið verður sagt. So einaferð rópar ein av trolaramonnunum til hin: ”Hetta skal ikki vera sum við General Gordon!” Tá skiltist á prátinum, at trolari, har ein av hesum monnum var skipari, hevði siglt á General Gordon, og síðan var stungin av. Søgan segði eisini, at General Gordon varð raktur framskips og masturin og seglini endaðu frammi á bógnum á trolaranum.
Teir eru á veg til Bretlands, og tá ið teir nærkast landi gevur skiparin manningina boð um at koyra leivdirnar av General Gordon til sjós. Men hesum noktaðu teir fyri. Ter hava ikki troystað sær. Tískil mátti skiparin sjálvur fara á dekkið at gera hetta.
Fyrstu ferð eg hoyrdi um General Gordon var frá tí tá 100 ára gamla Andreas í Tarti úr Oyndarfirði. Hann mintist so sera væl til, og hann mintist eisini hesar vanlukkur, sum føroyskir fiskimenn komu út fyri.
Hann var triðja árið til skips í 1924, og hann mintist væl, at tað vóru fleiri suðuroyarskip, sum høvdu verið uppá prei hjá teimum at spyrja, um teir høvdu sæð General Gordon. Tá hevur hann verið saknaður.
Andreas hevði hoyrt hesa frásøgnina frá beiggja skiparan á General Gordon. Hann visti eisini, at General Gordon hevði 3 forsegl og 2 toppsegl, sum øll endaðu inni á dekkinum á trolaranum.
Um hetta passar ber illa til at siga. Men tað finnast fleiri dømi um, at skip sigldu á hvørt annað. Sambært Peter J. Sigvarsen er tað greitt, at Kristina, sum hvarv í 1920, varð niðursigld. Tað sama vita vit var við Florence í 1927. Onnur dømi eru eisini.
Poul í Búð var beiggi Mikkjal í Búð, sum var gingin burtur við Helenu i 1920. Ein triði beiggi, sum var skipari, var Tórur í Búð. Men hann fekk ikki fólk aftaná General Gordon. Fólk vóru farin at halda, at tað var óeydna við beiggjunum.
Einkjurnar vóru kempur
Johannes var farin í skúla, tá ið hetta hendi. Hann gekk í skúla við Bakkhús, har handilin við sama navnið er. Lærari var Hans Pauli Holm.
Spurningurin er so, hvussu kláraði ein familja seg, nú forsyrgjarin knappliga var farin? Tryggingin tá var í hvussu er ikki nakað serligt, og mamma Johannes sat eftir við átta børnum. Men tað eydnaðist Jettu at hava øll børnini heima. Hetta var ikki nøkur sjálvfylgja. Tað var ikki óvanligt í slíkum umstøðum, at børn fóru til onnur at vera.
Fremsta frágreiðingin var, at fiskimannakonurnar vóru kempur. Tær vóru vanar at skipa fyri húsinum tann partin av árinum, menninir vóru burtur. Nú fingu tær so alla ábyrgdina, og hana megnaðu tær eisini.
Annað svar var samanhald millum fólk og tað, sum í dag kallast samhaldsfesti, har fólkið hevði umsorgan fyri hvørjum øðrum.
Tað sum hjálpti júst í hesum førinum var, at tey hjá Johannesi áttu eitt sindur av jørð, 12 gyllin. Hetta gav møguleika fyri at hava kúgv og at fáa nakrar seyðir.
Alt hetta kravdi eisini arbeiðsmegi. Børnini í húsinum máttu hjálpa við øllum arbeiði í húsinum.
Annars hjálptu øll í bygdini til. Menninir hjálptu eisini við at hava faðirleysu dreingirnar við sær til dømis, tá ið farið varð á flot, og teir fingu so eisini part.
Einkjurnar fingu kol
Í Hvalba var so nógv kol, at tey skóru ikki torv. Hesir gomlu minnast bert luktin av torvi frá tí, teir komu framvið Sandvík í báti!
Við kolinum varð eisini hugsað um einkjurnar. Tað var soleiðis, at tað kol, sum var arbeitt millum jól og nýggjár fór til einkjurnar, og tær fingu ført tað til hús. Tær fingu eisini møguleika at fáa tað kol, sum kundi finnast í dungunum aftaná framleiðsluna.
Mótsatt øðrum bygdum var ikki nógv saltfiskaarbeiði í Hvalba. Men eingin kundi hungra í Hvalba. Her var nógvur útróður, og fiskurin varð keyptur og arbeiddur í bygdini.
Hvalba var eisini eitt gott grindapláss við døglingum sum ískoyti. Her vóru fuglabjørg, har fuglur ikki treyt. Og so var so nógvur seiður. Tað lá væl fyri at kasta nót. Tá kundu fáast stórar nøgdir. Einkjurnar vóru ongantíð gloymdar, tá ið býtt varð.
Tað var eisini vanligt í Føroyum, at tá ið børnini, serliga dreingirnir vuksu til, hjálptu tey til fíggjarliga við húsarhaldinum.
Johannes fór 14 ára gamal til skips við Emerald hjá Mortensen, sama reiðarí sum hjá General Gordon. Kanska hava teir viljað hjálpt familjuni við at taka hendan faðirleysa dreingin við.
Seinni í 1936 komu Johannes og Olivur at sigla saman við City úr Norwich, har Niels Pauli Holm var skipari. Hann var beiggi Olivur.
Undir krígnum sigldu teir tó ikki. Hesa tíðina arbeiddu nógvir hvalbingar í kolinum, sum stórur tørvur var á í landinum.
Hetta var sum so gott arbeiði, men tað gekk fyri seg 600 metur inni í fjallinum. Har var sera skýmligt, og trygdin var sera vánalig. Tað var altíð vandi fyri, at loftið í gongini datt niður. At forða hesum skuldu stúttur setast upp undir loftið. Men tað var so sum so við tí. Ofta máttu menn sjálvir hava hesar stúttur við sær til arbeiðis. Tað hendu eisini vanlukkur, og fleiri mans doyðu av vanlukkum í minunum. Hildið verður, at tað var væl sloppið, at tað ikki gekk verri.
Johannes var til skips í eini 30 ár. Hann hevur eisini arbeitt í Íslandi og Grønlandi. Eisini hevur hann arbeitt nógv ár á Bacalao. Tað vóru fleiri suðringar, sum gjørdu hetta, og sum fóru til hús í vikuskiftunum.
Johannes er sera lættsintur. Í sínum yngru árum spældi hann harmoniku til dans. Nú hevur hann leitað sær harmonikuna fram aftur, og kann lættliga spæla ein góðan. Tað gjørdi hann eisini hendan dagin, vit vóru á vitjan.
Johannes giftist við Sonny, sum var úr Hvalba. Tey fingu børnini Jan, Finn Eiler, sum doyði sum smádrongur og Kammu. Systirsonur Johannes, Dybeck Marinoson, vaks upp hjá teimum. Jan hevur eisini dugnað hesi frásøgn.
Erling Poulsen mundi blivið faðirleysur
Í 2004 greiddi Erling Poulsen frá í Dimmalætting, at tað var um reppið, at hann sjálvur bleiv faðirleysur við General Gordon. Skiparin Poul í Búð ringdi um veturin til pápa hansara, Mortan Poulsen, og bað hann til bestamann við General Gordon. Hann játtaði, tí Poul í Búð fiskaði væl og var góður at vera saman við sum skipari. So hevði General Gordon eisini motor, og hevði hetta nógv at siga í 1924.
Men Mortan hevði eisini søkt kjans við hvalabáti í Lopra, og einar átta dagar áðrenn teir skuldu fara avstað við »Gordon«, fær hann at vita, at hann hevði fingið stýrimanskjans við einum av hvalabátunum hjá støðini í Lopra.
Nú vóru góð ráð dýr. Mortan var ógvuliga harmur um at seta Poul í Búð í eina ringa støðu at tørva ein bestamann, tí nú vóru øll skipini fullmannað. Hann ringdi so til hansara og segði hvussu vorðið var. Mortan segði síðan mangan, at hann ongantíð gloymdi Poul tað aftur, hvussu vakurt hann tók hesa støðu. Poul sigur við Mortan, at sjálvandi skuldi hann taka kjansin við hvalabáti, tí teir hanga ikki á trøunum. Poul kundi sagt sum so, at nú var ov seint at siga upp, tí nú fái eg ongan annan bestamann, men tað gjørdi hann so ikki. Poul spurdi Mortan eftir øðrum skiparalærdum monnum, men hann var glaður um, at hann ikki hevði víst honum á nakran.
Malena misti dreingin
Poul í Búð fær so fatur á tann 24 ára gamla Emil Heinesen í Sumba og biður hann koma sum bestimaður við sær. Hann hevði júst fingið skiparaprógv og skuldi annars fara til skips við einum norðanfjørðsskipi.
Emil var trúlovaður við Malenu á Longini í Leirvík og hevði keypt grundstykki inni á Toftanesi. Hann ætlaði at búsetast í Leirvík. Tilfarið var bílagt og tekningin til húsini var gjørd og er enn til í ættini hjá Malenu.
Tað er sama stykki, sum Ársæll Jensen, vanliga nevndur Salle, seinni bygdi síni hús á. Salli var beiggi Oskar Jensen, sum fyri kortini doyði í Íslandi 102 ára gamal, sum greitt frá her í blaðnum.
Malena var í Sumba og ferðaðist, áðrenn General Gordon fór avstað. Eina náttina, eftir at Emil var farin avstað, droymdi hon, at tey svóvu í hvør síni song í einum kamari. So sær hon seingina hjá Emil fara undir í sjógvi. Morgunin eftir byrjar hon at fortelja verpápan um dreymin. Men hann brýtur hana av og sigur: ”Nú vil eg ikki hoyra meira!”
Malena giftist seinni við Sylveriusi á Mýrini, og tey búsettust í Leirvík. Tey fingu tvær døtur. Ein dóttir teirra Klara, gift við Grími Rasmussen í Klaksvík, eitur eisini Emilia, uppkallað eftir Emil. Ein heilbeiggi, Otto, var eisini. Hann fórst eisini á sjónum. Men tá var Malena deyð, so hon varð spard fyri hetta eisini.
Klara fortelur frá mammu síni, at hon varnaðist, at okkurt ófrættakent var, tí tá hon sá menn standa og práta í túninum, og hon nærkaðist, tá tagdu teir. Tá hevur tosið verið um General Gordon, sum einki frættist frá.
Tað er minst ein onnur søga um ófrættakendan dreym í samband við General Gordon. Jutta Mortensen í Havn vaks upp í grannalagnum hjá Poul í Búð á Tvøroyri, og hon var á sama aldri sum døtur hansara. Tí kom hon inn hagar dagliga.
Pápi hennara Frederik fortaldi, at eina náttina eftir, at General Gordon var farin avstað, hevði hann droymt Poul í hvítum gummistúvlum. Hetta gav honum eina ófrættakenslu av, at her ruggaði ikki alt rætt. Seinni kom hann eftir, at dreymurin var samstundis sum illveðrið, tá ið hildið var, at General Gordon var farin.
Hetta var ein slíkur kavaroksstormur av norði, at tey flestu skipini av Tvøroyri, ið vóru farin avstað stutt undan hesum veðri, komu inn aftur við skaða.
___________________________
Sangir um General Gordon
Aftana vanlukkuna yrkti Jacob Vang í Froðba tveir sangir. Hann var føddur 7.9. 1903 og doyði 1.6. 1979. Hann hevur tískil bert verið 20 ár, tá ið hann yrkti hesar sangir. Tað var vanligt at yrkja sangir í samband við slíkar tilburðir, og hesir vísa hvussu roynt var at ugga tey eftirsitandi.
Vit prenta annan sangin í hesum partinum og hin í komandi parti.
Um Jacob Vang kann annars sigast, at hann var beiggi Daniellu, konu Poul í Búð. Tá ið hann í sanginum vísir til svágin er tað Poul. Hann misti eisini tveir beiggjar við General Gordon. Teir vóru Gunnar Frederik Dalbert og Símun Johan, sum var giftur til Fámjin, og teir vísir hann eisini til.
Hann gjørdist sjálvur skipari og førdi millum onnur skip Signhild, sum seinni gjørdist til Active hjá Jógvan Jensen í Havn, sum er umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu fyri kortum.
Jacob kom í 1939 út fyri eini serligari hending. Í november hetta ár neyðlendi eitt týskt flogfar á Tvøroyrarfirði við Skarvatanga. Tveir bjargaðu sær sjálvum til lands, meðan tveir aðrir blivu undir ringum umstøðum bjargaðir til lands av Jacob. Fyri hetta varð hann heiðraður av Carnegiegrunninum við kr. 400.
Tað kann sigast, at tað var lagnunnar speisemi, at hann skuldi bjarga monnum frá einum heri, sum longu árið eftir kom at kosta okkum so nógv.
Hesir menn vórðu annars settir í varðhald í Havn. Ein av teimum, sum kom at ansa eftir teimum, var Johan Norðfoss. Hesum greiddi hann frá í røðini, vit høvdu við hann í fjør. Teir vístu ikki nakað serligt takksemi fyri bjargingina!
En Sang Melodi: Nu tak for alt
Nu Sorgen trykker mit unge Bryst,
Og Kinden vædes af salte Taarer,
Dog Hjærtet sagte i Brystet slaar,
Og Blodet flyder i Aarer.
Nu Sorg er kommen til Hjemmet brat,
Alt om de kære fra Hjemmet rejste,
De skulde ud over Bølgen snart,
Og Sejlet frejdigt oprejste.
Fra Hjemmet tog I en smuk Afsked,
Alt fra de kære I havde hjemme,
Men vi ej tænkte det saa skulde bli,
At Havet tog jer i gemme.
O Brødre kære to har jeg har mist,
Fra spæde Aar vi vokste sammen,
Men snart i Verden jeg sidder trist
Men samles atter med Gammen.
I Havet fik I saa kold en Grav,
Og Graven prydes med Tang fra Havbund,
Der fik I Hvilen, som Gud jer gav,
Og ankrer ej mer paa Sandgrund.
I Hvil har faaet ved Jesu Favn,
Og Ankret har I ved Himlens Strande,
Ja, hvil jer trykt udi Himlens Havn,
Der er de herlige Lande.
Den kære Kaptejn paa Gordon var,
Dens stolte Navn over Bølgen førte,
Men ej jeg tænke paa dette Svar,
At graven dennem tilhørte.
O, kære Svoger den bitre Død,
I Havet maatte du Graven finde,
Din Mø hun sukker i Sorgens Nød,
Og Taarer falder fra Kinder.
Kun kort var Tiden i Livet her,
Du med din hustru som Mand var vorden.
Hun savner borte nu Vennen kær,
Og sukker tungt imod Jorden.
Du Trøsten var for din unge Viv,
Men Snart fra Verden Gud dig hjemkaldte,
Dog Sorgen vækkes af afskeds Smil,
Da du fra Hjemmet udrejste.
Et Lys for hende du var den Stund,
Som Gud lod eder tilsammen være,
Men du i Havet fik Dødens Blund,
Langt fra de Smaa dine kære.
Med Haandetag udi Himlens Sal,
Der skal vi Vennen og Venner finde,
Da fri fra Sorgen vi være skal,
Og Livets Enighed finde.
O, Brødre kære og Svoger god,
Som nu ved Havbund blandt Tang mon hvile,
I faar i Himlen jo Sjælebod
Og ind til Frelseren iler.
Jeg glad vil blive til sidst engang,
Naar jeg jer møder i Himlens Lande,
Da jubler Hjertet af Glædens Sang,
Og frelst fra verdslige Vander.
Nu tak for alt fra at vi var smaa,
Som kære Brødre vi var tilsammen,
Nu glade I ind til Tronen staar
Og synger Frelserens Amen.
De stakkels Enker som sukker tungt,
Som kun de smaa har til Sorgens Modstand,
Skønt et er vokset, et andet ungt
Ser kun paa Bølgernes Legvand.
Ja, mangen Kvinde er nu forladt
I Verden og i dens Strid og Møje,
De kun til Himlen sin Lid har sat,
Til Hjælperen i det Høje.
O kære Venner og sørger ej,
Hold op at fælde de salte Taarer,
Thi Sorgen hjælper os intet nej.
Den vil kun Hjærtet haardt saare.
Hvad hjælper Sorgen, hvad hjælper Savn,
I Verden er alt kun tomt og øde,
Men udi Himlen det bliver til Gavn,
Da vi skal gaa dem imøde.
Vi finder dem udi i Himlens Land,
Da frydes vi ved hinandens Side,
Der ses ej Bølgerene slaa imod Land,
Men kun de herlige Lide.
____________________
Komandi partur
Í komandi parti verður áhugaverd frásøgn hjá Sunnevu Niclassen, sum var dóttir skiparan Poul í Búð. Um nakar veit nakað meira um General Gordon, Sjóriddaran, Helenu ella Karin vilja vit fegin frætta. Eisini hava vit áhuga fyri myndum. Ringjast kann á 315769 og 285769
Seinasta Miðvika
Í seinastu Miðviku var ein mynd av ein bátsmanning í Borgshavn í 1959. Ónevndi vrakarin var Niclas Niclasen
úr Klaksvík