Í løtuni fiska níggju frystilínuskip í føroyskum sjógvi, og tvey fiska í íslendskum sjógvi.
Sambært Fiskamarknaði Føroya fer ísfiskalínuskipið eisini út í dag.
- Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og skipini hava brúkiligan fiskiskap.
Sagt verður, at nøkur frystilínuskip koma inn at landa í vikuni, og ísfiskalínuskipið kemur væntandi eisini inn at landa síðst í vikuni.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin ikki verður nakað serligur í vikuni, og veðrið verður eisini umskiftandi.
- Vit vænta ikki, at tað verður nógvur útróður í vikuni. Annars hava útróðrarbátarnir havt brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.












