Nú er ovboðið - avgerðin má takast í Føroyum

Brævið frá forsætisráðharranum er ein sera stór provokasjón og ein niðurgerð av øllum føroyskum sjálvstýrisstríði. Hartil er hetta sjálvsagt ein niðurgerð av øllum tí arbeiði, sum landsstýrið hevur gjørt í fullveldismálinum. Hetta er ein staðfesting av, at vit noyðast sjálvi at taka fullveldi í Føroyum.


 

Innihaldið í brævinum frá forsætisráðharranum má afturvíst umgangandi. Annars hava vit sagt frá okkum tjóðarrættindini og hava slept allari okkara samráðingarstøðu og søguliga møguleikan at vinna okkum fullveldi.

Í brævinum sigur forsætisráðharrin seg hava avtalað víðari gongdina við løgmann á einum fundi tann 5. november 2000.

Hetta er ikki rætt. Løgmaður hevu bert tosað óformelt við Poul Nyrup Rasmussen og hevur greitt honum frá nýggju fullveldisætlan landsstýrisins. Hetta við tí endamáli at fáa eina avtalu við donsku stjórnina um, at vit sjálv avrigga heimastýrislógina innan ásett áramál, lóggeva sjálv á øllum økjum, minka blokkin burtur og staðfesta okkara fullveldi, tá vit ynskja.

Sjálvur tosaði eg við Poul Nyrup Rasmussen í Reykjavík tann 6. november, har eg segði honum greitt:


t At vit ikki samráddust longur, tí danska stjórnin ikki viðurkennir samráðingargrundarlagið.

At vit nú sjálv løgdu fullveldisætlanina til rættis og hildu fólkaatkvøðu.

t At eg vónaði, at stjórnin fór at góðkenna eina avtalu um framferðarháttin.

t At ongar útmeldingar áttu at vera til pressuna, fyrrenn ivamál vórðu avgreidd, tí tað fór bert at skapta ótryggleika.

Seta kílar í

Tí kann eg heldur ikki tulka hetta brævið øðrvísi enn sum eina roynd at seta kílar ímillum samgonguflokkarnar.

Hetta skal eisini síggjast í tí ljósi, at hann tosar beinleiðis um nýggjar skipanir innanfyri ríkisfelagsskapin og um sjálvstýrislóg, sum jú er ein beinleiðis stuðul til andstøðuflokkarnar í Føroyum.

Fyrispurningarnir frá Jóannesi Eidesgaard til bæði forsætisráðharran og til Ríkisumboðsmannin eru sjálvsagt liður í hesi somu royndini at rógva innaftur undir danskan statsrætt, har vit als ongi rættindi hava.

Fullveldi einasta leið

Við brævinum frá Poul Nyrupi, er enn einaferð skorið út í papp: At uttan fullveldi, er als ongin broyting í statsrættarligu og fólkarætarligu støðu Føroya. Uttan mun til um tað verður rópt nýskipan, sjálvstýrislóg ella okkurt heilt annað, so er hetta bert smyrsl. Tá liggur alt vald og allur avgerðarrættur hjá donskum myndugleikum. Hann sigur í brævinum:

»Færøernes statsretlige og folkeretlige status vil med andre ord være unændret, dvs. som vi kender den i dag. Hvis den færøske befolkning på et tidspunkt i fremtiden træffer beslutning om at ville udtræde af riget, vil det således efter grundloven være nødvendigt med et samtykke fra regeringen og Folketinget på dette tidspunkt.«

Hetta er júst tað, sum løgmaður, undirritaði og Helena Dam á Neystabø hava sligið rimmarfast, ikki kann góðtakast, tí so eru vit ikki viðurkend sum ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti.

Støðan er greið

Tí er ongin ivi um, at forsætisráðharrin roynir at sleppa sær undan tí grundarlagi, sum hann longu hevur viðurkent í samráðingartilgongdini. Nevniliga, at vit samráðast á fólkarættarligum grundarlagi við grundarlagi í sjálvsavgerðarrættinum hjá føroysku tjóðini.

Hetta er tað, sum alt okkara arbeiði byggir á:


t Vit hava eina púra greiða samgonguavtalu, sum sigur, at føroyingar eru tjóð, Føroyar eitt land og at fullveldið skal útinnast í verki.

t Vit hava í bankaavtuluni frá 10. juni 1998 fingið eina undirskrivt frá donsku stjórnini um, at vit skulu samráðast um ein fullveldissáttmála og eina lagaliga skiftisskipan.

t Vit hava eina greiða løgtingssamtykt frá 3. oktober 1998, sum sigur, at landstýrið skal samráðast um ein sáttmála, ið skipar Føroyar sum eitt land við fullveldi.

t Í okkara sáttmálauppskoti, sum danska stjórnin bant seg til at samráðast um tann 17. mars 2000, stendur í sjálvum innganginum, at hetta byggir á ómissiliga sjálvsavgerðarrættin hjá føroysku tjóðini.

Vit taka sjálvi avgerðina

Tí má nú beinanvegin brævið hjá forsætisráðharranum greitt afturvísast.

Vit noyðast sjálvi at brúka alla orkuna uppá okkara egnu fólkaatkvøðu. Vit noyðast sjálvi at taka avgerðirnar og leggja okkara egnu framtíð og okkara egnu skiftistíð til rættis.

Einasta roynd, ið kann gerast, er at fáa donsku stjórnina at góðkenna okkara ætlan, um vit ikki sjálvi skulu boða ST frá hesum til av okkara eintingum.

Tað er alneyðugt, at vit siga hetta púra greitt nú, tí fólk eru ørkymlað og hava brúk fyri púra klárum meldingum til tess at fullveldisætlanin kann fremjast.