Árni Gregersen er nú stjóri uttan starvsfólk ella blað. Hann stendur á odda fyri smápartafelagnum D Media, sum hevur keypt navnið Dimmalætting fyri eina upphædd, sum stjórin tó ikki vil upplýsa.
- Endamálið er at geva eitt nýtt blað út. Og tað besta er, um blaðið kann eita Dimmalætting. Annars mugu vit finna uppá annað navn, sigur Árni Gregersen.
D Media er dóttirfelag hjá gamla sp/f Dimmalætting, sum nú eitur sp/f Bring. Har er gamli eigarin, Eyðfinn Reyðberg, nú stjóri.
Higartil hevur sp/f D Media bara 80.000 í partapeningi at arbeiða við. Men sambært stjóranum hava fleiri íleggjarir víst áhuga.
- Vit hava fingið tilsøgn frá fleiri íleggjarum, men enn eru so ikki fleiri pengar komnir inn í felagið, sigur Árni Gregersen.
Er ikki sannlíkt, at ein møguligur bústjóri fer eftir navninum Dimmalætting?
- Jú, tað kann væl vera. Tað er so ein risiko, men tá koma so pengar á borðið, og so mugu vit arbeiða víðari út frá tí, sigur Árni Gregersen.
Sambært stjóranum krevur tað millum 1,5 millión og 2,5 milliónir krónur í startkapitali at fara undir eitt nýtt blað.
Men er tað ikki sannlíkt, at tey, sum eiga pengar til góðar í gamla sp/f Dimmalætting bara fara eftir møguligum, nýggjum virðum í D Media?
- Tað er sjálvandi ein rúgva av teknikki í hasum. Men hetta er eitt modell, ið vit trúgva uppá, sigur Árni Gregersen.
Samstundis sigur Árni Gregersen seg kunna staðfesta, at ongi virði eru í gamla felagnum. Og skuldi nakað verið at komið eftir, so eigur privati íleggjarin Poul Hansen framíhjárætt til allar møguligar inntøkur.
Les eisini
Nýtt blað áðrenn mánaðurin er úti
Starvsfólk á Dimmu tikin gísla










