Basel, Sveis: Tað er ikki bara í leikarahópinum, at nýggj andlit eru at síggja í landsliðsleguni.
Annar av ferðaleiðarunum hesaferð er Bjarki Mohr, sum í vár varð valdur í nevndini hjá FSF, og sum soleiðis er spildurnýggjur í hesum høpi.
Hóast hann bert hevur fáar mánaðir á baki sum kappingarstjóri, so hevur hann longu nú verið frammi við nøkrum avgjørdum fatanum. Serliga hevur tað verið málið um at nýta videoupptøkur sum próvførslu, sum hevur fingið umrøðu, men eisini vøllurin í Sumba fekk sítt, tá kappingarnevndin brádliga noktaði fyri, at dystur kundi spælast á vøllinum.
- Nú eru hatta sjálvandi tvey ymisk mál, men taka vit videoupptøkurnar fyrst, so eri eg ikki í iva um, at tað er rætt, at vit fara tann vegin.
- Tað er so heldur ikki nakað, sum eg brádliga havi funnið uppá. Tað hevur verið tosað um tað í Føroyum fyrr, og uttanlands hevur tað jú verið brúkt í nógv ár. Tað er jú einaferð soleiðis, at dómarar eru menniskju, og tað vilja altíð koma mistøk fyri hjá teimum. Tað er ikki tað, sum er trupulleikin.
- Trupulleikin er hinvegin, at tá vit skulu taka støðu til málini, so er tað frágreiðingin hjá dómaranum, sum liggur sum grundarlag hjá okkum. Og hevur dómarin framt eitt mistak í dystinum, so er tað hetta mistakið, sum verður prógvið. Eisini hóast vit í sjónvarpinum síggja, at tað ikki var rætt. Sambært kappingarreglunu, so eiga vit eisini at útvega okkum so gott prógv, sum til ber at fáa fatur á, so eg ivist ikki í, at vit frá 1. januar fara at nýta video sum próvtilfar í okkara málsviðgerð. Tað verður tó ikki soleiðis, at vit fara inn at broyta nøkur úrslit, men tað gevur okkum ein møguleika at rætta upp uppá tey mistøk, sum eru framd.
Samstundis hevur talan verið um, at ein discipliner-komite skal setast. Altso ein nevnd, sum kann fara inn at revsa leikarar fyri gerðir, sum dómarin kanska ikki hevur sæð. Og nýggi kappingarstjórin tykist eisini avgjørdur, tá hesin spurningurin verður havdur á lofti.
- Tað er jú greitt, at fara vit at nýta video, so er upplagt, at vit eiga at gera tað ordiligt. Tá leikarar nýta álbogar ella spíta ella hvat tað kann vera, og vit síggja hetta í sjónvarpinum, so eigur tað at fáa avleiðingar. Sita vit bara hendur í favn, sum um einki var hent, so senda vit signalir um, at hetta er í lagi, og tað er tað altso ikki.
Sumbingar kendu trupulleikan
Um málið við vøllinum í Sumba, so sigur Bjarki, at hetta kanska tók seg knappliga upp í fjølmiðlunum, men hjá FSF var talan ikki um nakað nýtt mál.
- Vit skulu jú liva upp til UEFA-krøvini, og har vóru vit runt alt landið at hyggja at umstøðunum hjá feløgunum. Tá søgdu vit sumbingum, at vøllurin í øllum førum mátti reinsast. Sjalvandi skal hann helst skifast, men tað vita vit jú av, at teir ikki megna her og nú. Sumbingar vóru tá eisini byrjaðir at reinsa vøllin, og tað arbeiðið vóru vit nøgdir við, og bóðu teir halda fram við hesum. Trupulleikin var so, at einki víðari var hent, tá vit eftirhugdu hetta í summar, og tí søgdu vit, at tað ikki bar til. Tað vísti seg so eisini, at tað tók ikki meira enn hasar tveir dagarnar, tá teir aftur fóru ígongd, so størri enn tað var trupulleikin ikki, sigur Bjarki.
Umleggja kappingina
Nýggj andlit geva ofta nýggjan íblástur, verður sagt. Sum spildurnýggjur nevndarlimur í FSF, hevur Bjarki eisini sínar hugsanir um, hvussu føroyskur fótbóltur skal betrast. Og sum kappingarstjóri hevur hann sum so eisini møguleika at gera nakað við summar av hesum lutunum.
- Nú havi eg sjálvur spælt fótbólt í nógv ár. Og av og á, so verður diskutera, hvussu vit kunnu hækka støðið. Fyri tíggju-fimtan árum síðani fóru vit brádliga frá at venja 2-3 ferðir um vikuna til at venja 4-5 ferðir um vikuna, og tað lyfti sjálvandi støðið nógv. Síðani er tað vorðið so, at leikarar í periodum venja tvær ferðir um dagin, eins og nakrir spæla uttanlands. Tað hevur so eisini gjørt sítt, men spurningurin er kanska, hvussu vit í løtuni kunnu koma víðari.
- Her er tað mín greiða fatan, at skulu vit mennast enn meira, so má verandi kappingarskipan broytast. Tað ber ikki til, at leikararnir skulu liggja stillir fimm mánaðir av árinum. Tað er sum at byrja í fyrsta flokki á hvørjum ári, tá venjingin byrjar aftur, tí tú skalt byrja heilt frá botni. Vóru leikararnir ígongd størri part av árinum, so byrjaðu teir kanska aftur frá 70% í februar mánaði, og so ber betri til at menna hvønn einstakan leikara.
- Mín hugsan er í øllum førum, at vit umløgdu kappingina, soleiðis at øll lið hittust tríggjar ferðir um árið. Síðani kundi steypakappingin eisini verið umløgd, so vit aftur spældu eftir cup-skipanini. Tað vildi í øllum førum givið fleiri intensar dystir hjá feløgunum, og tí vildu tey eisini verið betri fyri, tá altjóða avbjóðingarnar stóðu á skránni, sigur Bjarki Mohr at enda.