Royna at loysa marknatrætu

Eitt av málunum, sum varð umrøtt undir vitjanini hjá danska uttanríkisráðharranum, er marknatrætan millum Føroyar/Danmark og Bretland.

Tað er skilligt, at talan er um eitt eymt mál - ?en varm kartoffel?, sum tikið verður til á donskum, tí hvørki Anfinn Kallsberg ella Niels Helveg Petersen vildu gera viðmerkingar til málið á tíðindafundi á Hotel Hafnia týskvøldið.

Løgmaður: -Hetta er eitt mál, sum eg helst ikki vil fara út í smálutir við í løtuni. Eg kann tó siga, at vit royna at finna eina loysn skjótast til ber.

Uttanríkisráðharrin: -Eg vil fegin undirstrika, at hetta er ikki eitt mál, sum til ber at gera viðmerkingar til í løtuni. Men eg kann siga, at tað er tættasta møguliga sambandið millum Danmark og Føroyar í hesum máli. Vit hava jú ein felags áhuga í at røkka tí best møguliga úrslitinum.

Anfinn Kallsberg váttaði á tíðindafundinum, at einki ?útistandandi? er millum danska uttanríkisráðið og landsstýrið í hesum máli. Hann var annars sera fámæltur um hetta stóra mál.

Tað var annars undanfarni løgmaður, Edmund Joensen, sum tíðliga í ár heitti á danska forsætisráðharran um at taka málið upp á hægsta politiska stigi. Síðani hevur forsætisráðharrin borið hetta uppá mál á fundi í Keypmannahavn við Tony Blair. Poul Nyrup Rasmussen hevur annars sagt, at nýggja landsstýrið eigur at sleppa at umhugsa málið.

Eftir hetta hevur fundur verið í Uttanlandsnevndini um málið, men einki er likið út um, hvat landsstýrið ætlar at fyritaka sær. Tað einasta vit hava frætt er, at tað møguliga hava verið óformligir fundir millum leiðararnar í føroysku og bretsku samráðingarnevndunum. Eftir tí sum skilst er ikki so nógv, sum skilur partarnar. Men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa nakað av hesum váttað. Sum sagt - lok er lagt á málið. Møguliga tí at partarnir eru so tætt nær eini loysn. Livst so spyrst.