Kundi ikki verið betri

Stjórin á SL, Reidar Nónfjall, er sera fegin um úrslitið av projekteringini til nýggja sandoyarferju

Ætlanin er, at nýggja sandoyarferjan skal setast inn í Sandoyarfarleiðina um knøpp tvey ár. Tróndur er nú vorðin so gamal, at hann hevur fingið reyða kortið frá skipasýninum. Tó hevur hann fingið undantaksloyvi, og sleppur at sigla til endan av árinum 2000. Væntandi er ikki, at nýggja Sandoyarferjan er liðug júst tá, men stjórin á SL væntar, at tað fer at bera til at leingja undantaksloyvið hjá Trónda nakrar mánaðar, til nýggja ferjan er liðug. Hann sigur, at Skipasýnið helst fer at góðtaka hetta, tá teir vita, at ein nýggj ferja er á veg.


Gongubreyt

Sum áður nevnt, er nýggja ferjan væl løgd til rættis. Millum annað er hugsað um vandan við at ferðafólk og bilar fara í land sama veg. Í fyrstuni var ætlanin, at ferðafólkini skuldu ganga gjøgnum eina landgongd í síðuni á skipinum, eins og vit kenna frá Smyrli og Norrønu, men skjótt varð funnið út av, at hetta ikki ber til á einari so lítlari ferju, tí at hon livir ov nógv, meðan hon liggur við bryggju. Harafturat hevði hetta gjørt, at neyðugt varð við einari farðstøð í Skopun og einari á Gomlurætt.

Tá funnið varð út av, at ikki bar til hjá ferðafólkunum at ganga gjøgnum síðuna í skipinum, varð farið at hugsa um, at ferðafólkini skuldu ganga gjøgnum ein gang við síðuna av bildekkinum, og skuldu tey síðani í land gjøgnum hurðar í báðum endunum av skipinum. Tó kom skjótt til sjóndar, at hetta uppskotið heldur ikki var nóg gott. Hetta hevði nevniliga gjørt skipið nógv breiðari, tí pláss fór jú av til gangirnar báðar.

Seinni kom Tórshavnar Skipasmiðja, ið hevur gjørt projekteringsarbeiðið, til eittt úrslit. Funnið varð út av, at væl bar til at gera eina gongubreyt í hvørjum borði á bildekkinum. Hendan gongubreytin er eitt sindur hægri enn plássið, har bilarnir standa, og tískil kunnu teir ikki koyra upp á hana. Hendan gongubreytin ger, at ferðafólk og bilar aldri koma nær at hvørjum øðrum, hvørki á veg umborð ella á veg í land. Gongubreytin kemur eisini at ganga eftir rampuni og eftir ferjuleguni. Í hesum báðum støðum kemur rimagirðing at vera ímillum, so at bilar og ferðafólk als ikki koma ov nær hvørjum øðrum. Hetta merkir, at fólk kunnu ganga frá ferjuni í bussin, uttan nakrantíð at koma nær bilaferðsluni.


Innrættanin rós

frá IMO

Viðvíkjandi innrættanini av nýggju Sandoyarferjuni er hugsað nógv um rørðslutarnað og gomul. Tórshavnar Skipasmiðja og SL hava lagt innrættanina til rættis eftir tilmæli frá felagskapinum IMO, ið er ein felagsskapur, ið mælir til, hvussu ein á bestan hátt kann innrætta ferjur o.a. so at tær nøkta tørvin hjá rørðslutarnaðum.

Ferjan hevur lyftir, ið gera, at ein kann koma til øll støð umborð, ið eru ætlaði ferðafólkum. Eisini eru gjørdir beinkir til tey, ið hava ov stív bein til at kunna krøkja tey undir eitt borð. Hesir beinkir hava eisini armhvíld, ið somuleiðis ber til at halda sær í, um tað skuldi hent at tað rullaði illa.

Umborð á skipum er kravt, at gáttir skulu vera millum tey ymisku rúmini. Men á nýggju Sandoyarferjuni kunnu hesar gáttir takast burt, so til ber at koyra við koyristóli frá rúmi til rúm.

Eftir at liðugt var at leggja innrættanina av ferjuni til rættis, bleiv uppskotið latið IMO, og gav felagskapurin rós fyri frálíku innrættanina.


Ferjulegurnar

lagast til

Nýggja Sandoyarferjan er ógvuliga breið, orsakað av gongubreytini á bildekkin-um og stabilitetskrøvunum. Hetta ger, at báðar ferjulegurnar eru ov smalar til hana. Somuleiðis eru trupulleikar við dypdini. Á Gomlurætt gongur ein grótgarður undir rampuni, og kemur hesin at taka í botnin á ferjuni, um hann ikki verður tikin burtur. Somuleiðis er vandi fyri, at ferjan tekur í botn í Skopun, tá fjøra er.

Reidar Nónfjall, stjóri á SL, sigur, at neyðugt verður at gera eitt sindur við ferjulegurnar, so tær kunnu tillagast ferjuni. Hann sigur, at tað ikki ber til at fara og tillaga ferjuna til ferjuleguna, tá talan er um eina ferju, ið helst skal nøkta tørvin eini 30 ár fram í tíðina. Tískil sigur hann, at SL ikki er sinnað at gera broytingar við ferjuni.

Byggingin av nýggju Sandoyarferjuni verður boðin út seinast í hesum mánaðinum.