javnaðarfloksins ríkispolitisku støðu, hevur fáur veljari í sjálvstýris-, javnaðar- ella sambandsflokkinum verið í iva um, at Danmark ikki var og heldur aldri hevur verið nakað imperialistiskt kúgingarveldi [...] r, harra S. Skaale hevur á síni ST-ferð fingið tey dølsku tjóðveldiseyguni upp og skrivar nú hámur og skammarplágaður í blaðnum Fregnir (orðið merkir slatur og sleyg), at hann hevur funnið út av og er [...] føroyingar hava tað betri saman við Danmark, enn nøkur tjóð hevur tað saman við øðrum londum! Hann er so skilagóður og keldukønur, at hann sjálvur hevur funnið út av, at vit føroyingar hava tað t.d. nógv betri
840.000 krónum. Á hendan hátt hevur meiri peningur verið tøkur hesi árini. Tað hevur borið til at brúkt av kassakredittinum, tí sambært bókhaldinum, sum Anfinn Kallsberg hevur gjørt, er virðið til staðar [...] hjá løgmanni hevur ligið sum eitt teppi undir føroyskum politikki. Spurningurin er, um tað teppið nú verður skrykt undan løgmanni. Ella um politiska skipanin kann liva við, at løgmaður hevur eina ivasama [...] ivasama fortíð, sum hann ikki hevur sagt allan sannleikan um. Málið er ikki nýtt. Tað hevur verið frammi, at alt ruggarði ikki rætt, tá ið Anfinn Kallsberg var bókhaldari á Frostvirkinum í Norðdepli. Men ein
hann hevur fingið svar upp á sínar spurningar: ?Tá hesir spurningar eru svaraðir, eru vit betur før fyri at svara, um grundarlag var fyri at siga, at tann parturin av spurnarkanningunum, sum hevur fingist [...] kanningarnar vera so at siga altíð gjørdar, tá danska stjórnin hevur spælt út.« (Orðarætt frá heimasíðuni hjá Hesuferð.) - Í hvørgum førinum hevur Hesuferð ella umboð tess greitt nærri frá, hvørjum hetta verður [...] undan í februar. Nú hevur Kjartan Hoydal longu einaferð sloppið sær undan at undirbyggja kritikkin hjá sær í februar við at leita sær spurningar í lærubókini um veljarakanningar. Og hevur fingið eitt umfatandi
Kenda skaldið Henry Miller hevur skrivað eina fitta bók um sínar vatnlitsmyndir, ið ber heitið: Eingilin er mítt vatnmerki. Hetta er ein forvitnislig bók um ein listamann, sum hevur orðið í síni makt, hvar [...] trýtur ráð. Jú sanniliga hava vit hoyrt og sæð mikið, og tað er gott. Tað, sum eygað ikki hevur sæð og oyrað ikki hevur hoyrt, rørir ikki hjartað.s [...] røðuna í samband við at Øssur Mohr lat upp listaframsýning herfyri: Hvat hava eygu okkara sæð, og hvat hevur oyra okkara hoyrt? Fara vit bert út um her, ja, so eitur hetta á Muntra. Her stóðu menn um kvøldarnar
fjør og aftur í ár. At ein stórur partur av spælarunum hevur spælt í fleiri ár og framvegis er eldhugaður og leggur nógv fyri í venjing og dystum, hevur ikki eyðkent kvinnufótbóltin í Føroyum tey seinnu árini [...] sum hann hevur gjørt tað í summar. Men tað kann kortini væl hugsast, at hann hevði verið nóg væl fyri til at vera við í kappingini um meistaraskapin. Lyklaspælararnir Í fleiri feløgum hevur í summar verið [...] sigur Jón Harald Poulsen. Hann hevur verið venjari øll gullárini, og síðani hann sum 16 ára gamal í 1986 fyrstu ferð tók ábyrgdina á seg at venja eitt kvinnulið, hevur hann í nógvu av árunum staðið á
Higar til hevur Neistin spælt tríggjar dystir, og í ongum av hesum hevur spælið borið á tann bógvin, at talan her er um ein FM-kandidat. Hinvegin hevur úrslitið av hesum dystum verið, at felagið hevur eina [...] hesi hevur liðið fingið seks stig. Orkaðu ikki Tað var annars ikki væntandi, at runavíkingar skuldu fara at geva Neistanum nakra serliga mótstøðu, tá teir mikukvøldið komu til Havnar. Tjaldur hevur seinnu [...] trumfir eisini at hóma. Hartvig Joensen hevur verið burtur frá fyrstudeildarhondbólti í nøkur ár, og enn er venjingarstøðan ikki nær námind tí optimalu, men hann hevur spælskil sum fáur, og tí kann stór nytta
stigvíst flyta sítt virksemi úr húsunum. Tí hevur byggingin í Hoyvík skund. Føroya Tele hevur longu ein bygning í Hoyvík, í Klingruni, og so við og við hevur Føroya Tele víðkað um sítt grundøkið omanfyri [...] Winther, sum hevur teknað bygningin. MT Højgaard er í hesum døgum við at leggja síðstu hond á avtalur við fyritøkur, sum skulu vera við í arbeiðinum. Andras Róin sigur, at MT Højgaard hevur valt bara at [...] verður alsamt meira nýtt, heldur enn at hvørt starvsfólk hevur sína egnu skrivstovu, sigur Andras Róin og vísir á, at Føroya Tele millum annað hevur leitað sær ráð frá danska TDC á hesum øki. Hann sigur,
Húsavík: Charlotte Højberg í Húsavík hevur fyri stuttum sett niður uttanfyri húsini hjá sær og manninum, Jákup Martin Sørensen, í Húsavík. Hon hevur gravað upp, fresað og sátt uttanfyri, og longu eru lítil [...] Charlotte Højberg, sum er útbúgvin vakstrarhúsgartnari. Unga kvinnan, sum upprunaliga er úr Esbjerg, hevur búð í Føroyum í trý ár, og nú er hon farin undir eina heldur forkunnuga verkætlan. Runt í vindeygunum [...] kendir fyri at dyrka grønmeti. Epli verða sett niður og tikin upp, men tað er stórt sæð tað. Men nú hevur Charlotte veruliga sett ferð á í Húsavík, og um nakrar vikur verður møguligt at fáa vistfrøðiligar
millum avhølvingarnar. Merkisvert er tað, at føroyska landsliðið ofta hevur staðið seg betri á útivølli ímóti teimum størstu, enn tað hevur gjørt á heimavølli. Tá ið vendingin teir størstu verður brúkt, so [...] bara 2?0 í Landskrona. Síðani hava Føroyar tapt fýra ferðir ímóti Jugoslavia, og tað hevur verið merkisvert, at tað hevur verið á heimavølli og ikki á útivølli, at úrslitini hava verið marrukend. Í 1996 vann [...] og í 2001 var úrslitið 2?0 í Beograd og 6?0 á Tórsvølli. Ímóti Russlandi hevur eisini gingið betri á útivølli, enn tað hevur gjørt á heimavølli. Í 1995 vann Russland 3?0 á heimavølli og 5?2 á Svangaskarði
sigur Landsstýrismálanevndin, at viðvíkjandi málsviðgerðini hevur nevndin ikki fingið afturvíst sín illgruna um, at henda í ávísan mun hevur verið tilvildarlig, og at allir borgarar ikki hava verið viðgjørdir [...] eins. Føroyskir millummenn Málið um tunfiskaloyvini, sum hevur ligið í Landsstýrismálanevndini í yvir tvey ár, snýr seg í stuttum um, at nevndin hevur havt illgruna um, at føroysk reiðarí hava fingið royndarloyvi [...] niðurstøðu at, at tað hevur borið til hjá føroyskum millummonnum at vunnið pengar burturúr royndarloyvunum, ið teir hava latið japanum. Nevndin vísir á, at Fiskimálastýrið als ikki hevur havt eftirlit við