Jógvan Mørkøre
samfelagsfrøðingur
?????????????????
Syndarliga lítið, fyri ikki at siga einki, skulu vit meta eftir tí, ið borðreitt hevur verið við frá hansara síðu um spurnarkanningar í sambandi við spurningin um fullveldi og skiftistíðina. Tey, ið takast við hesar kanningar, kunnu ið hvussu er ikki brúka tær til nakað.
Tað byrjaði við hesum orðunum frá Hesuferð: ?Illa undirbygdar meiningakanningar gjørdu síðani, at hetta áramálið ? fimtan ár ? fekk alt ov stóran politiskan týdning.? Carl Jóhan Jensen hevði 1. februar grein í bløðum, ?Stutt skiftistíð má vera eitt krav?, har hann vegna Hesuferð umrøddi spurningin, hvussu long skiftis- ella niðurlagingartíðin skuldi vera. Líknandi grein var at finna á heimasíðuni hjá Hesuferð, men í hesum førinum ikki við Carl Jóhan Jensen sum undirskrivara fyri felagsskapin.
Carl Jóhan Jensen fekk 2. februar eitt retoriskt aftursvar: ?Tá so Carl Jóhan Jensen síðani fær tað til, at ?illa undirbygdar meiningakanningar gjørdu síðani, at hetta áramálið ? fimtan ár ? fekk alt ov stóran politiskan týdning?, so má tað eisini merkja, at væl undirbygdar meiningakanningar høvdu gjørt, at áramálið fimtan ár hevði ikki fingið sama politiska týdningin ? og at mangt kundi verið øðrvísi í fullveldisgongdini! Spurningurin, Carl Jóhan Jensen nú skyldar okkum at svara, gevur seg sjálvt: Hvussu skuldi henda væl undirbygda meiningakanningin verið gjørd? Sum vera man so hevur tað alstóran týdning, at vit fáa hesa leiðbeining frá Carl Jóhan Jensen, so Fynd ikki aftur eina aðru ferð í berum ósketni kemur til at skumpa søgunnar hjól skeivan veg.?
9. februar kemur Kjartan Hoydal fram á vøllin fyri Hesuferð, og einki hoyrist aftur til Carl Jóhan Jensen. Kjartan smoykir sær undan at svara, hvussu tann væl undirbygda meiningakanningin skuldi verið gjørd, sum ikki hevði snarað politisku gongdini av leið, og setur í staðin fram eina røð av spurningum um meiningakanningar sum heild. Men lovar annars at svara, tá hann hevur fingið svar upp á sínar spurningar: ?Tá hesir spurningar eru svaraðir, eru vit betur før fyri at svara, um grundarlag var fyri at siga, at tann parturin av spurnarkanningunum, sum hevur fingist við skiftistíðina, er illa undirbygdur.? - ?Fyribils kunnu vit kanska siga, at orsøkin til, at Hesuferð nýtti orðini »illa undirbygdar«, var, at mátin spurt var um ymiskar skiftistíðir eftir okkara tykki, gjørdi tað rættiliga ringt at svara. Hvat liggur til grund fyri metingtini av skiftistíðini? Hevði ein annar spurnarháttur givið heilt onnur úrslit??
Spurningarnir, Kjartan Hoydal vegna Hesuferð setur fram, verða svaraðir 26. februar í drúgvari frágreiðing um Fynd og meiningakanningar. Samstundis sum hann og Hesuferð verða mint á, at tey skylda okkum eitt svar:
?Kritikkurin, sum er komin frá Hesuferð, kann samanfatast í tveimum: 1. Veljarakanningar hava gjørt, at áramálið 15 ár fekk ov stóran týdning í orðaskiftinum um ta fyrru fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. 2. »Fjølmiðlarnir, sum bíleggja veljarakanningar, hava ikki áhuga í regluliga at fylgja, hvussu veljararnar hugsa um ávísar spurningar. Skiftandi spurningar gera tað rættiliga ringt at fylgja eini gongd, og kanningarnar vera so at siga altíð gjørdar, tá danska stjórnin hevur spælt út.« (Orðarætt frá heimasíðuni hjá Hesuferð.) - Í hvørgum førinum hevur Hesuferð ella umboð tess greitt nærri frá, hvørjum hetta verður bygt á.?
Síðani valdaði tøgn - og framvegis er einki svar komið frá Kjartani Hoydal, Carl Jóhan Jensen ella Hesuferð. Deyðatøgn hevur valdað í næstan hálvt ár. Til nú, Kjartan Hoydal í grein í Fregnum, ?Fynd kanningar - Hvat kunnu tær brúkast til?? tekur svarið hjá mær undir lupp í eini meting av Fynd í síni heild. Giti, at hetta samstundis skal eitast at vera svar upp á spurningin, sum hann royndi at smoykja sær undan í februar.
Nú hevur Kjartan Hoydal longu einaferð sloppið sær undan at undirbyggja kritikkin hjá sær í februar við at leita sær spurningar í lærubókini um veljarakanningar. Og hevur fingið eitt umfatandi svar upp á hesar spurningar í teirri vón, at hann so eisini kom aftur til tað, sum alt snúði seg um. Soleiðis sum lovað.
Tað vísir seg ikki at bera til. Eftir at hava lisið víðari í lærubókini, hann bygdi sínar fyrru spurningar á, ger Kjartan Hoydal seg í staðin til dómara yvir veljarakanningarnar hjá Fynd. Meiningin er so ivaleyst, at vit skulu aftur til at svara hesum.
Fyri fyrst kunnu vit siga, at
? Fynd stendur bæði fyri avmarkaðum telefonkanningum (forsagnakanningum) og meira umfatandi spurnarblaðskanningum. Háttalagið er í allar mátar ymiskt og ambitiónin somuleiðis. Hesum varð greitt frá í svarinum til Kjartan Hoydal upp á spurningarnar í februar. Stóru spurnarblaðskanningarnar hava vanliga verið gjørdar aftan á løgtingsval; forsagnakanningarnar (telefonkanningarnar) eftir umbøn frá fjølmiðlunum upp undir val. So at meta allar Fynd-kanningar undir einum, soleiðis sum Kjartan Hoydal ger, er skeivt og misvísandi.
? Kjartan Hoydal er beinleiðis naivur, tá hann roynir at billa sær sjálvum og øðrum inn, at tað er ein aðalmunur á ?professionellum spyrjarum? hjá meiningakanningarstovnum og næmingum á miðnámsskúlum og Fróðskaparsetrinum.
? Tá ið Kjartan Hoydal fer inn á óvissuútrokningarnar, ger hann ógrundaða niðurstøða.
? Brotið um viging og tær leiðbeiningar, Kjartan Hoydal borðreiðir við, eru óbrúkilig.
? Brotið um munin millum treytaðar spurningar og ótreytaðar spurningar er banalt í sínum inngangi, og óviðkomandi, tá dømi um longd á skiftistíð verður tikið fram, tí tað hevur einki við nakra ítøkiliga kanning at gera.
? Eingin grund er at brúka tøl úr Bretlandi ella at bíða við einum endaligum dómi ?yvir,um nakað skil er á kanningunum hjá FYND?, sum Kjartan Hoydal tekur til, til komandi løgtingsval. Fynd hevur staðið fyri forsagnakanningum upp undir løgtingsval fyrr, og metingar hava verið gjørdar, hvussu væl er rakt. Endaligan dóm kundi Kjartan Hoydal felt longu nú, hevði Kjartan Hoydal viðgjørt forsagnarkanningarnar í fakligum álvara.
Men áðrenn farið verður víðari við hesum í serligari grein, eigur Kjartan Hoydal at svara tí spurninginum, sum setti gongd á hetta orðaskifti: Hvussu skuldi ein meiningakanning verið gjørd, so at áramálið fimtan ár ikki hevði fingið sama politiska týdningin?
Í fyribils svarinum, har Kjartan Hoydal lovar okkum eitt nágreiniligari svar, verður m.a. sagt. ?Fyribils kunnu vit kanska siga, at orsøkin til, at Hesuferð nýtti orðini »illa undirbygdar«, var, at mátin spurt var um ymiskar skiftistíðir eftir okkara tykki, gjørdi tað rættiliga ringt at svara.? - Sambært hesum má svarið innihalda ein ítøkiligan kritikk av spurningunum um skiftistíðir.
Harumframt fara vit enn einaferð at biðja um at fáa greitt frá, hvørjum hetta verður bygt á: ?Fjølmiðlarnir, sum bíleggja veljarakanningar, hava ikki áhuga í regluliga at fylgja, hvussu veljararnar hugsa um ávísar spurningar. Skiftandi spurningar gera tað rættiliga ringt at fylgja eini gongd, og kanningarnar vera so at siga altíð gjørdar, tá danska stjórnin hevur spælt út.? Hetta varð tikið orðarætt frá heimasíðuni hjá Hesuferð í sambandi við at Kjartan Hoydal og Hesuferð vórðu mint á at svara.
Kunnu vit ikki fáa svarað hesum spurningum, má niðurstøðan verða tann, at Kjartan Hoydal ikki sær seg føran fyri at undirbyggja hetta. Tað nógva tosið síðani verður at meta hareftir.