Klárt at seta spakan í

Føroya Tele er um at vera liðugt við fyrireikingarnar til nýggja høvuðssætið í Hoyvík. Bygningurin, sum verður 6.000 fermetrar til støddar, skal takast í nýtslu á heysti 2004. Hóast kostnaðurin ikki er endaliga ásettur enn, fer hann at tátta í 100 milliónir krónur

BYGGING

Stásiligt sær tað út, modellið av nýggja høvuðssætinum hjá Føroya Tele. Tveir bygningar í trimum hæddum, tvinnaðir saman av glasi. Fremra húsið hýsir høvuðssætinum, meðan aftari bygningurin tí tøkniliga partinum við stórum sentralum og ambætarum.

Tá Telefonverk Føroya Løgtings varð umskipað til alment partafelag í 1998, yvirtók Løgtingið høvuðssætið hjá fyritøkuni við Tinghúsvegin. Tøkniliga útgerðin hjá Føroya Tele stendur tó enn við Tinghúsvegin, men í seinasta lagi 31.desember 2004 skal alt verða beint burtur. Í vetur keypti Fiskimálastýrið bygningin, har Telegrafstøðin húsast, til føroysku MRCC støðina, og Føroya Tele skal stigvíst flyta sítt virksemi úr húsunum. Tí hevur byggingin í Hoyvík skund. Føroya Tele hevur longu ein bygning í Hoyvík, í Klingruni, og so við og við hevur Føroya Tele víðkað um sítt grundøkið omanfyri. Nýggja høvuðssætið verður 6.000 fermetrar til støddar í trimum hæddum, og grundøkið er umleið 17.000 fermetrar.

Nýggja høvuðssætið hjá Føroya Tele skal standa liðugt um tvey ár. Tá skal øll teknisk útgerð verða sett upp og skal royndarkoyrast, áðrenn sentralirnir við Tinghúsvegin verða sløktir. Útgerðin í bygninginum við Tinghúsvegin er so gomul, at hon verður ikki flutt niðan í Hoyvík, men í staðin skal nýggj útgerð fáast til vega.

Partalag
Føroya Tele hevur valt ein nýggjan samstarvsleist til byggingina av nýggju húsunum í Hoyvík, sum nevnist partalag, ella á enskum ?partnering?. Arbeiðið verður ikki boðið út í fak-, høvuðs- ella totalenterprisu, sum vanligt hevur verið í Føroyum, men í staðin ætlar Føroya Tele alt tíðarskeiði, meðan byggingin er í gongd, at samstarva við eina entreprenørfyritøku og nakrar ráðgevarar. Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, sær fleiri fyrimunir í hesum.

- Valdu vit at bjóða arbeiði út eftir vanligum leisti, so skuldu vit helst samskipað arbeiðið millum eini 8-10 ymiskar entreprenørar, og tað kostar bæði tíð og pengar, sigur Andras Róin og leggur afturat, at dømi eru um, at bygningar hava kostað tað dupulta av upprunakostnaðinum, tá hesin leistur hevur verið nýttur, tí so nógvar óvæntaðar útreiðslur stinga seg upp. Eisini kundi Føroya Tele valt loysnina við ?totalenterprisu?, tvs. at ein byggiharri hevði alla ábyrgd og har prísurin varð avtalaður frammanundan.

- Men tá høvdu vit latið alt arbeiðið upp í hendurnar á einari fyritøku, og høvdu tískil onga ávirkan havt á byggingina, vísir Andras Róin á.

Í staðin hevur Føroya Tele tikið upp samstarv við entreprenørfyritøkuna MT Højgaard, umframt fleir ráðgevar, sum eru Landsbyggifelagið, Sofus M. Jacobsen og danska fyritøkan COWI Consult. Tað er Arkitektavirkið við Árna Winther, sum hevur teknað bygningin. MT Højgaard er í hesum døgum við at leggja síðstu hond á avtalur við fyritøkur, sum skulu vera við í arbeiðinum. Andras Róin sigur, at MT Højgaard hevur valt bara at nýta føroyskar undirveitarar. Saman skulu ein stýrisbólkur hjá Føroya Tele, MT Højgaard og teirra undirveitarar, umframt ráðgevarnir standa fyri byggingini.

- Tú kanst kanska siga, at allir partar skulu seta seg saman í ein ring og leggja byggingina til rættis. Vit eru sera spent uppá henda samstarvsleistin, m.a. tí at hann ongantíð er royndur fyrr í Føroyum, sigur Andras Róin.

Táttar í 100 milliónir krónur
Enn er kostnaðurin av nýggja bygninginum hjá Føroya Tele ikki lagdur fastur. Andras Róin sigur, at tá projekteringin er liðug í november, verður ásettur ein ?target-kostnaður?, tvs. eitt tal, sum allir partar meta at bygningurin fer at kosta. Sjálvt um hetta tal ikki er ásett enn, so sigur stjórin á Føroya Tele, at hann vónar at kostnaðurin fer at liggja undir 100 milliónir krónur. Ein onnur treyt, ella kanska ?gularót?, við partalag (partnering) er at heldur kostnaðarmetingin ikki, so skulu allir partar í byggingini býta eyka útreiðsluna í millum sín. Gerst bygningurin har aftur ímóti bíligari, fáa allir partar ágóðan av tí.

Tað verður Føroya Tele sjálvt, sum kemur at fíggja húsið, men enn er ikki gjørt av, hvørt tað skal vera við lántøku, ella takast av eginpeninginum hjá felagnum. Føroya Tele hevði 53 milliónir krónur í yvirskoti í fjør, og eginpeningurin við árslok 2001 var 207 milliónir krónur. Eisini fekk Føroya Tele 20 milliónir krónur fyri bygningin, har Telegrafstøðin heldur til, og bygningurin hjá fyritøkuni á Hálsi skal eisini seljast.

Andras Róin metir ikki, at íløgan í nýggja húsið fer at darva ella seinka øðrum íløgum hjá felagnum, t.d. samskiftiskaðalinum niður á meginlandið ella útbygging av breiðbandsnetinum í Føroyum.

- Vit meta, at nýggi bygningurin í Hoyvík er ein fyritreyt fyri okkara virksemi í framtíðini, og hann fer ikki at nerva aðrar íløgur hjá Føroya Tele, sigur Andras Róin. Umframt tær útvið 100 milliónir krónurnar, sum nýggi bygningurin helst fer at kosta, er tað ein stór íløga at flyta sentralin, sjálvt hjartað í føroyska telesamskiftinum, av Tinghúsvegnum niðan í Hoyvík. Stjórin á Føroya Tele sigur tó, at til ber ikki at seta nakað neyvt tal á, tí flytingin av sentralinum er knýtt saman við øðrum útbyggingum av kaðalnetinum. Andras Róin væntar, at Føroya Tele samanlagt fer at nýta millum 60 og 80 millónir krónur um árið, næstu fimm árini, til at útbyggja føroyska samskiftiskervið.

Eingin skrivstova til stjóran
Tá starvsfólkini hjá Føroya Tele á heysti 2004 flyta inn í nýggja bygningin, verður tað í eitt sonevnt opið skrivstovu umhvørvi. Tað vil siga, at fólkini ikki fáa hvør sína skrivstovu, men koma at sita í eini stórari høll, skild sundur við hálvveggum, plantum ella líknandi.

- Vit síggja tað í øðrum londum, at opið umhvørvi, har nógv fólk sita saman, verður alsamt meira nýtt, heldur enn at hvørt starvsfólk hevur sína egnu skrivstovu, sigur Andras Róin og vísir á, at Føroya Tele millum annað hevur leitað sær ráð frá danska TDC á hesum øki. Hann sigur, at lyklaorðið aftan fyri opið umhvørvi í staðin fyri nógvar skrivstovur er fleksibilitetur.

- Tað gerst alsamt meira vanligt, at fólk gera ein part av sínum arbeiði heimanifrá, og hví so lata eina skrivstovu standa tóma til teirra ein stóran part av tíðini? Eisini hava vit nógvar tvørgangandi funktiónir, sum krevja, at fólk arbeiða tætt saman, sigur Andras Róin og leggur afturat, at tað eisini er nógv lættari at broyta og tillaga samansetingina av starvsfólkum, tá tey arbeiða í opnum umhvørvi.

Spurdur, hvørt stjórin á Føroya Tele í framtíðini fer at hava egna skrivstovu, sigur Andras Róin, at tað fer hann ikki. Eisini hann verður partur av opna skrivstovuumhvørvinum í nýggja høvuðssætinum í Hoyvík.

Andras Róin sigur, at nýggja húsið verður bygt til tað tal av starvsfólkum, sum í dag starvast í fyritøkuni, og sum skulu flyta niðan í Hoyvík at arbeiða. Orsøkin er, at Føroya Tele hevur ongar ambitiónir um at víðka um starvsfólkatalið. Umleið 130 fólk fara at hava sína dagliga gongd í nýggja høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.