Fortíðin fær løgmann aftur

Løgmaður svikaði tilvitað fyri eina lítla millión, tá hann var bókhaldari á Frostvirkinum í Norðdepli. Tað staðfestir bókin »Skjót journalistin«. Anfinn Kallsberg fuskaði við tølum, so hann fekk flutt 912.000 krónur til síni egnu feløg. Tað var ikki ein feilur, tí hann mátti handla í tveimum støðum fyri at fáa roknistykkið at ganga upp. Goymslan skuldi hækkast við fiktivum fiski, so hann kundi flyta sær sjálvum pening. Ein semja bjargaði Kallsberg

Goymslan var uppskrivað við at broyta tøl á goymslulistanum, og flytingar vórðu gjørdar fyri 912.000 krónur til feløg, sum Anfinn Kallsberg varaði av.
Tað er niðurstøðan í bókini »Skjót journalistin«, sum Grækaris D. Magnussen og Øssur Winthereig hava skrivað.
Fortíðin hjá løgmanni hevur ligið sum eitt teppi undir føroyskum politikki. Spurningurin er, um tað teppið nú verður skrykt undan løgmanni. Ella um politiska skipanin kann liva við, at løgmaður hevur eina ivasama fortíð, sum hann ikki hevur sagt allan sannleikan um.
Málið er ikki nýtt. Tað hevur verið frammi, at alt ruggarði ikki rætt, tá ið Anfinn Kallsberg var bókhaldari á Frostvirkinum í Norðdepli. Men ein semja bjargaði honum tá. Hann viðgekk, at »feilir« vóru hendir, og Anfinn Kallsberg, sum tá var vorðin landsstýrismaður, játtaði at afturrinda 912.000 krónur, sum hann hevði flutt frá Frostvirkinum til egin feløg.
Tað nýggja er, at bókin »Skjót journalisin« leggur Anfinn Kallsberg undir tilvitað at hava rættað tøl til egnan fyrimun. Kreativ bókføring fyri 912.000 krónur. Ella undandráttur fyri oman fyri 2 milliónir krónur í dagsins peningi.
Næstu dagarnar fara at svara, um politiska skipanin kann liva við tí. Men hvat hendi í grundini á Frostvirkinum í árunum frá 1977 til 1982? Vit fara aftur í tíðina við bókini »Skjót journalistin«.

Aktivur bókhaldari
Anfinn Kallsberg var bókhaldari á virkinum Frostvirkið í Norðdepli árini frá 1977 til 1982, tá hann gjørdist landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin. Jason Johannesen var stjóri á virkinum, sum Viðareiðis og Hvannasunds kommuna áttu í felag. Anfinn Kallsberg var eisini bókhaldari og reiðari í partafeløgunum Samogn og Rivinum, sum róku skipini Rivkolla og Sundenni. Hann var eisini borgarstjóri í Viðareiðis kommunu.
Jason Johannesen hevði leingi illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt. Frostvirkið gekk væl, men tað kastaði einki av sær. Stjórin kannaði skjølini, men hann fann kortini einki prógv um óreglusemi. Hann var kortini so vísur í síni søk, at hann ikki vildi halda fram at samstarva við Anfinn Kallsberg. Nevndin vildi ikki siga bókhaldaran úr starvi, so stjórin fór sjálvur í juli 1982. Í hansara stað kom Niels Dann West.

Horvin ringbind
Niels Dann West fór at kanna viðurskiftini, og hann gjørdist beinanvegin varugur við, at goymslan var óvanliga stór á Frostvirkinum. Tað varð lykilin til avdúkingina.
Hetta var áðrenn teldutíðina, og Jason Johannesen skrivaði alt við hond. Hann nýtti kalkerpappír. Setti avritini av goymslulistanum í eitt ringbind og gav bókhaldaranum upprunaskjalið. Bókhaldarin roknaði síðan út, hvussu stór goymslan var. Tað var í hesum útrokningum, at bókhaldarin varð fangaður í at hava svikað.
? Kanna ringbindini, vóru boðini frá Jason Johannesen til nýggja stjóran, men tá ið Niels Dann West fór at leita í bókahillini, vóru ringbindini horvin. Jason Johannesen var illa við, tí nú peikar alt á, at hann hevði skrivað skeivt. Hann boðaði tí frá, at kemur hansara navn fram í sambandi við óreglusemi, so meldar hann bókhaldaran, tí hann er samførdur um, at tað er Anfinn Kallsberg, sum hevur fuskað við tølunum.
Men so kemur fyrrverandi stjórin at hugsa um kolonnubøkurnar. Tað var einki krav um at føra kolonnubøkur, men onkursvegna hevði Jason skrivað niður tað, sum varð framleitt, og tað, sum varð avskipað. Jason Johannesen bað Niels Dann West kanna bøkurnar, og tað skuldi bjarga honum. Eingin ivi er longur um, at tað er fuskað.

Sjón fyri søgn
Niels Dann West finnur kolonnubøkurnar, og tá er sjón fyri søgn. Goymslulistarnir eru broyttir í mun til kolonnubøkurnar. Í summum førum er so stórur munur á tølunum, sum Anfinn Kallsberg hevur brúkt og tey í bókini, at okkurt álvarsligt er áfatt.
Eftir nærri granskingar sæst, at í fleiri førum eru kilotølini broytt. Nøgdin á hýsu verður broytt frá 1.160 kilo til 11.160 kilo. Tað er eitt økt virði á 235.000 krónur. Soleiðis eru fleiri dømi um, at 1-tøl eru sett framman fyri talið, sum Jason hevur skrivað. Jason er skelkaður. Hann sær, at tølini líkjast nógv hansara egnu, men tey víkja frá kortini.
Anfinn Kallsberg vildi ikki viðganga, at hann hevur broytt tølini fyri at hækka virðini á goymsluni. Hann royndi at geva Jason Johannesen skyldina; at tað skuldi vera Jason, sum hevði fiksað tølini, stendur í bókini »Skjót journalistin«.
Nevndarformaðurin hótti við at tilkalla ein grafolog, men so langt kom tað ongantíð. Avrátt var at biðja granskoðaravirkið Carl Wilhelm Weihe kanna tilfarið. Um somu tíð gerst Anfinn Kallsberg landsstýrismaður við fiskivinnumálum.

Svik fyri millión
Meðan Anfinn Kallsberg situr í Tinganesi, fara grannskoðarar at kanna fortíðina hjá landsstýrismanninum. Roknskapurin hjá Frostvirkinum verður gjøgnumgingin, og bókhaldið hjá partafeløgunum Samogn og Rivinum verður samanborið. Farið verður bara eftir skipunum, har Anfinn Kallsberg er reiðari.
Kanningararbeiðið avdúkar bæði álvarsamt ósketni og tað, sum hevði itið svik, um rætturin var sloppin at tala. Nú síggja granskoðararnir, hvussu leikur er farin.
Virðið á goymsluni er hækkað við 840.000 krónum. Á hendan hátt hevur meiri peningur verið tøkur hesi árini. Tað hevur borið til at brúkt av kassakredittinum, tí sambært bókhaldinum, sum Anfinn Kallsberg hevur gjørt, er virðið til staðar á goymsluni.
Hendan møguleika brúkar hann. Pengar eru fluttir til feløgini, sum Anfinn Kallsberg er reiðari fyri, og ilt er at síggja, at talan er um feilbókingar.
Talan er ikki um smápengar. 614.737 krónur eru fluttar til P/F Samogn. Og í sama tíðarskeiði eru fluttar 297.445 krónur til P/F Rivið. Í alt er talan um 912.183 krónur, sum óregluliga eru fluttar til feløgini, har Anfinn Kallsberg er reiðari. Skjøl upp á flytingarnar eru ikki at finna og heldur eingir avreiðingarseðlar.

Gyrdur í brøkur
Anfinn Kallsberg er gyrdur í brøkur. Men hann verður ikki meldaður.
Kanningarnar eru lidnar 9. januar 1984. Kallað verður til fundar, har umboð fyri Granskoðarafelagið leggja skelkandi tølini fyri nevnd og stjórn á Frostvirkinum. Goymslan er uppskrivað og flytingar eru gjørdar til feløgini hjá bókhaldaranum. Avgjørt verður at fáa Anfinn Kallsberg, sum nú er landsstýrismaður, at rinda pengarnar aftur.
Eitt notat verður skrivað, har sagt verður, at »...feilir hava verið í roknskapinum 1977-81«. Anfinn Kallsberg verður tilkallaður. Hann ber seg fyrst undan, tí hann situr í fiskivinnusamráðingum, men álvarin gongur upp fyri hann, og hann kemur á skrivstovuna hjá Carl Vilhelm Weihe. Úrslitið verður lagt fyri hann.
? Eg dugi ikki at síggja annað enn, at hetta eru ting, sum mugu rættast, sigur hann, og teir skriva undir notatið, har tað stendur, at P/F Samogn og P/F Rivið skulu rinda pengarnar aftur.
So skuldi tað málið verður úr verðini. Men tað blívur við at spøkja. Skuldsetingarnar hanga javnan í luftini, men eingi prógv koma fram. Til bókin »Skjót journalistin« kemur á gøtuna tann 1. desember 2003.
Fortíðin hevur fingið Anfinn Kallsberg, sum nú er løgmaður, aftur.