Landsstýrismálanevndin er komin við sínari endaligu niðurstøðu í málinum um tunfiskaloyvini, ið fiskimálastýrið lat ávísum reiðaríum, árini frá 1996 til 2000.
Nevndin sigur millum annað í síni niðurstøðu: »Heimildargrundarlagið fyri at veita tilsøgnir um royndarloyvi eftir tunfiski til kommersiella nýtslu hevur ikki verið til staðar, og fyrrverandi og sitandi landsstýrismaður í fiskivinnumálumhevur ikki havt neyðugt eftirlit við, at slík kommersiel nýtsla fór fram, hóast tað varð upplýst, at hetta var ein møguleiki, ið umsøkjarar høvdu umhugsað.« Víðari sigur Landsstýrismálanevndin, at viðvíkjandi málsviðgerðini hevur nevndin ikki fingið afturvíst sín illgruna um, at henda í ávísan mun hevur verið tilvildarlig, og at allir borgarar ikki hava verið viðgjørdir eins.
Føroyskir millummenn
Málið um tunfiskaloyvini, sum hevur ligið í Landsstýrismálanevndini í yvir tvey ár, snýr seg í stuttum um, at nevndin hevur havt illgruna um, at føroysk reiðarí hava fingið royndarloyvi frá Fiskimálastýrinum til at fiska tunfisk, fyri síðan at lata japanum loyvið afturfyri samsýning. Seinnu helvt av nítiárunum fingu nøkur føroysk skip loyvi til royndarveiðu eftir tunfiski í føroyskum sjógvi, og føroyskt skip royndu eisini henda møguleika. Men harumframt fingu tilsamans fýra reiðarí loyvi til royndarveiðu í samstarvi við japansk skip. Talan var um P/F Faroe Seafood Prime, Sp/f Nancy, sp/f Far-Nipp og seinni fekk eisini Sp/f Ågot eitt tílíkt loyvi.
Í øllum dømum var talan um samstarvsavtalur millum føroysk og japansk feløg, ið skuldu loyva skipum hjá japansku reiðaríunum at fiska í føroyskum sjógvi. Endamálið var at geva føroyingum nakrar royndir á hesum øki.
Henda skipan helt fram til 2000, tá Fiskimálastýrið metti, at føroyingar nú høvdu vunnið sær nóg drúgvar royndir til sjálvir at standa fyri fiskiskapinum.
Landsstýrismálanevndin finst í síni niðurstøðu at, at tað hevur borið til hjá føroyskum millummonnum at vunnið pengar burturúr royndarloyvunum, ið teir hava latið japanum. Nevndin vísir á, at Fiskimálastýrið als ikki hevur havt eftirlit við, hvørt hetta fór fram. Og tá landsstýrismálanevndin síðan bað Fiskimálastýrið um at eftirkanna, hvørt føroysku millummenninir høvdu fingið pengar burturúr samstarvinum við japanar, vísti tað seg, at so var.
Sum nevnt fór Fiskimálastýrið, eftir at Landsstýrismálanevndini hevði biðið um tað, at spyrja føroysku feløgini, ið høvdu royndarloyvini at nýta í samstarvi við japanar, hvørt tey høvdu havt vinning burturúr hesum samstarvi. Hetta var á vári í fjør. Eitt av feløgunum, ið eftir drúgva umhugsunartíð svarar Fiskimálastýrinum, er Sp/F Far-Nipp. Jákup Egholm Hansen, umboðsmaður fyri felagið, vísir á, at føroyska felagið hevur havt skyldu at útvega eitt japanskt skip til royndarveiðuna og eisini hevur føroyska felagið fulla ábyrgd av skipinum og øllum útreiðslum í samband við skipið. Víðari skrivar Jákup Egholm Hansen í brævi til Fiskimálastýrið, at talan hevur ikki verið um at Sp/F Far-Nipp hevur havt leiklutin sum millummenn, men at felagið er ein av loyvishavarunum og aktivur partur í royndarveiðuni, við bæði skyldum og rættindum. Hann vísir á, at í avtaluni við Fiskirannsóknarstovuna um royndarveiðuna stendur greitt, at veiðan er ogn hjá bæði føroyska felagnum og japanska skipinum. Og tá báðir partar eiga veiðuna í felag, kann ongantíð blíva talan um at selja royndarveiðuloyvið frá føroyska til japanska felagið. Eisini førir hann fram, at tað ongastaðni í avtaluni við Fiskirannsóknarstovuna ella í loyvinum frá Fiskimálastýrinum er kravt, at tey skulu góðkenna viðurskifti millum føroyska og japanska felagið, sum ikki hava við sjálvar loyvistreytirnar at gera.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, váttar, at Fiskimálastýrið ongantíð legði seg út í, hvørt føroysku feløgini fingu pengar burturúr samstarvinum við japanar. Jørgen Niclasen vísir á, at tað sum varð mett at hava størsta týdning, var at fáa royndarfiskiskapin í gongd, so tað kundi staðfestast, um tunfiskiskapur veruliga kundi gerast eitt alternativ hjá føroyskum fiskiskipum.
Men í maj 2000 tekur Jørgen Niclasen avgerð um ikki at ganga fleiri umsøknum frá føroyskum feløgum um, í samstarvi við útlendsk skip, at halda fram við royndarfiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Tað var gjørt, tí mett var, at royndirnar higartil høvdu givið føroyingum nóg góðan kunnleika til sjálvir at standa fyri fiskiskapi eftir tunfiski. Bara fáar mánaðir frammanunan hevði Fiskimálastýrið tó givið P/F Ågot í Klaksvík eitt tílíkt loyvi, og tí hildu royndirnar fram, nakað eftir at hesin leistur varð steðgaður.
- Endamálið við at geva loyvini til samstarvsavtalur millum føroysk og japansk reiðarí var upprunaliga, at føroysku reiðaríini seinni sjálvi skuldu koma við skipum og fara undir hesa veiðu. Men nú aftaná kunnu vit bara staðfesta, at tað hendi ikki, sigur Jørgen Niclasen.
Royndin miseydnaðist
Út frá tí sannroynd, at eingin føroysk veiða eftir tunfiski spurdist burturúr oryndunum, ið vóru gjørdar seinast í nítiárunum, staðfestir Jørgen Niclasen, at royndirnar í so máta mugu metast at verða miseydnaðar. Landsstýrismaðurin vísir á, at orsøkin til at samstarvsavtalurnar millum føroysk og japansk reiðarí vóru steðgaðar, var at hann tá metti, at føroyingar sjálvir áttu at hava ein virknari lut í framhaldandi royndum.
Landsstýrismálanevndin metir, at loyvini, ið eru givin føroyskum feløgum til at samstarva við japansk feløg um royndarveiðu eftir tunfiski, eru at rokna sum loyvi til kommersiella nýtslu, tvs. at føroysk feløg hava fingið pengar burturúr at lata japanar nýta loyvini. Og greiða niðurstøðan hjá nevndini er, at heimild var ikki at geva hesar tilsøgnir.
Jørgen Niclasen er ikki samdur við niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini. Landsstýrismaðurin førir fram, at talan var um royndarloyvi, og at talan var ikki um, at skip ella feløg sluppu at nýta loyvi hjá hvørjum øðrum.
Jørgen Niclasen ásannar tó, at høvdu royndirnar verið gjørdar í dag, hevði okkurt helst verið gjørt øðrvísi. Hann vísir á, at helst átti Fiskirannsóknarstovan at verið enn meira inni í myndini í samband við japansku skipini.
- Tað er greitt, at vitanina vildu vit jú hava, bæði um at fiska og at selja tunfiskin. Málið var, at vinnan skuldi útvega sær eina vitan um fiskiskap eftir tunfiski, og tí valdi man henda leistin. Men samtíðis nyttar einki, bara at geva japanskum skipum loyvi at fiska, uttan at vit fáa nakað burturúr. Í dag kunnu vit siga, at okkurt átti kanska at verið gjørt øðrvísi, so vit fingu meira burturúr, sigur Jørgen Niclasen.
- Tú kanst kanska siga, at endamálið við allari kanningini hjá Landsstýrismálanevndini var at steðga hasari mannagongdini, og eg valdi sjálvur at steðga henni fyri hálvum triðja ári síðan. Eg eri samdur við Landsstýrismálanevndini í, at hetta var kanska ikki tann heilt rætti mátin at nýta, og tað havi eg tikið til eftirtektar, leggur Jørgen Niclasen afturat.
Í dag er eingin føroyskur fiskiskapur eftir tunfiski. Tó hevur Fiskirannsóknarstovna samstarv við millum trý og fýra japansk skip um royndarveiðu.