Frits Johannesen
Frits Johannesen helt hesa røðuna í samband við at Øssur Mohr lat upp listaframsýning herfyri:
Hvat hava eygu okkara sæð, og hvat hevur oyra okkara hoyrt? Fara vit bert út um her, ja, so eitur hetta á Muntra. Her stóðu menn um kvøldarnar og skiftu orð um leyst og fast fyri ikki so nógvum árum síðani. ? Hevði hesin skjøldur kunnað talað, so var tað nógv og mikið, hann kundi greitt frá. Her sita í túsundavís av orðum í hesum veggi ? orð um hendingar, bygdalív, barndómslív, manndómslív og aldurdóm og hvørt av sínum. Hendingar úr livsins spunatráði vórðu frammanaðar á hesum talingarløtum, og var hetta ein partur av okkara bygdarlívi.
Hvussu nógv orð um myndlist eru søgd á Muntra, veit eg ikki, men eg ivist onga løtu í, at okkurt orð um myndirnar hjá Símun Oliver ella Kristjan hjá Benadikt ella Hans Jakku eru í vegginum. Tey orðini eru ikki mong, men tey eru har millum øll hini um sjóferðir, vandasiglingar, brotasjógvar, um bátar og skip, ið gingu burtur, um sút og sorg, ja, eisini skemtisøgur og um gleðistundir. Eitt sum vit skulu minnast til, so vóru bert menn, sum stóðu her. Kvinnurnar gingu framvið. Tær steðgaðu ikki á.
Nú stendur eingin á Muntra longur, nú er tað ikki tað talaða orðið, sum hevur sítt flog undir hesum veggi, men tann tigandi, stummi málningurin inni á Riberhús og teir stilføru tilvirkaðu lutirnir í forrætningini, ið hava tikið orðið
Vit hava sæð, hvussu málningalistin hevur ment seg frá hesum døgum til dagin í dag, og ikki taki eg munnin ov fullan, tá ið sagt verður, at spor og slóðir standa eftir penslastrokunum bæði hjá kvinnum og monnum í bygd okkara ? bæði uttan fyri og innan fyri bøgarðarnar. Gleðiligt er, at ikki einans mannfólkið dittar sær til at vísa fram listaverk ella brúkslutir, men sanniliga eisini kvinnurnar, og tað er soleiðis, tað skal vera.
Kenda skaldið Henry Miller hevur skrivað eina fitta bók um sínar vatnlitsmyndir, ið ber heitið: Eingilin er mítt vatnmerki. Hetta er ein forvitnislig bók um ein listamann, sum hevur orðið í síni makt, hvar hann skrivar um hvussu hansara myndir blíva til. Hann hevur gjørt nakrar vatnlitsmyndir, og greiðir hann frá hesum. Meðan lisið verður, sært tú myndina fyri tær. Hann plagdi at gera tað, at lata vatn renna á vatnlitsmyndirnar og so skrubba og vaska myndirnar, so tær fingu eitt annað skap. Í einum av hesum myndum, sum hevði fingið henda tvátt, stóð millum annað ein eingil eftir. Henry Miller segði: Tit síggja ikki hinar lutirnar í myndini, men eingilin síggja tit og gumpin á einum hesti. Eingilin er frystur fastur í ein skriðjøkul við einum búki, hvar hvølpafitin hevur etið seg inn í myndina sum eitt relief.
Eingilin er her fyri at føra teg til himmals, hvar alt er pluss og hvar eingi minustekn finnast. Eingilin stendur har sum eitt vatnmerki um okkara kenslur, sum í hesum førinum ber boð um okkara óskyldiga hugflog um list og tilveruna. Hann endaði hesa frásøgn við at siga: Eingilin er mítt vatnmerki. Hetta er væl sagt, t. d. kenna vit vatnmerkið frá peningaseðlum.
Vit hava hoyrt og sæð mikið í bygd okkara. Eingin veit í dag, hvat fer at standa eftir okkum, tá ið lívsdagur okkara er farin, og vit liggja huld undir moldum. Vit vildu ynskt at kunna tikið orðini úr skjødrinum omanfyr og sett tey á blað. Tað vildu vit fegin, men tað kunnu vit ikki. Tekningar, vatnlitsmyndir og málningar hanga víða um, sum er gjørt av fólki hiðani úr bygdini. Tað kundi verið tað, sum stóð eftir, tá ið alt annað var farið. Myndir úr hellum frá frumfólki, sum eru uml. 20. 000 ára gamlar, eru til skjals enn tann dag í dag. Hetta eru spor, sum siga sína søgu ? sum eru skapað av somu megi, sum øll list kring tann víða heim er sprottin av.
Vit sóu málarar í bygdini lata fjøllini í kring bygdina. Loftið og sjógvurin fingu sín búna at fara í. Símun Olivur málaði Lorvíksfjall og skadduna um Gøtueið fleiri ferðir, Kristjan Vígdá málaði tær reyðbotnaðu sluppirnar fleiri ferðir, Kristjan hjá Benadikt málaði varðarnar á Skarðinum og tók myndir av bygdini óteljandi ferðir, Heðin hevur fest seg við gluggan hjá »Dyrhusi« og Øramonnum fleiri ferðir og kend er myndin hjá Hansi: Listamansins egin ogn. Marjun og Randi hava við sínum eygum og penslinum broderað heimligar myndir í kensluligum íblástri. Anni, Randi hjá Sigurdi og Odvør hava við sínum áseymaðu myndum latið einglarnar í klæði. Hetta vóru bara nøkur fá dømi og sigast kann, at hetta var teirra vatnmerki ? teirra einglaljóð.
Felags fyri mong føroysk listaverk er, at tey eru farin út á víðavang og soðið av tí ótømiligu natúruni og latið steinamosa, fjørusvart, morreytt og jarðgrønt staðið eftir í strokunum sum einglamerki. Hyggja vit eftir myndunum hjá Øssuri, eru hansara strok í sterkum litum, hvar hann letur fjøllini, fjørðin og húsini í skart og skrúð. Hann tosar og talar við litirnar, og litirnir tala við hann, og hann er í litunum Hetta er ikki bara hissini, men er blivið til hansara lívsritual. Hann er farin víða um og siga kunnu vit, at litirnir eru hansara einglamerki, sum hann hevur givið flog og latið farið út um eingjargarðarnar til onnur fólk og onnur lond. Og tað er gott.
At vera listamaður er ein pínsla. Tú letur teg í litir, og tey smáu litkornini, akta ikki altíð pensilin. Onkuntíð gongur tað sum á skeringi. Tað skapið, sum tú í tínum málningi ert komin til, sum nú skal vera »eingilin« í myndini, fæst ikki á flog. Hann er skerdur og fjaðursárur og situr bert og lavar við veingjunum.
Í listini er eitt hugtak, sum eitur: Kill the darling ? mála útyvir tað tú stríðist við í málninginum ? mála útyvir eingilin ? set hann onkra aðrastaðni, lat hann øðrvísi í, gev honum størri veingjabreiði, so hann fær størri flog,
Listamaðurin stillar seg sjálvan út til onnur at skoða. Øll kunnu hyggja inn í okkara innastu sálarkrókar- meta um okkara dygdir og ódygdir ? lyfta og lætta.. ja, og seta orð á avrikið, sum hongur á vegginum_ seta orð á einglaandlitini í málningunum.
Nú hanga málningar á Muntra millum milliónir av orðum. Tá ið maðurin fór til húsa frá kvøldsins talingarløtu, hevði hann hongt síni fáu orð upp á skjøldurin á hesum bygningi. Eingin hevur hoyrt tey ella sæð tey síðani. Hansara einglaorð eru onkustaðni uttanfyri. Tá ið vit fara til hús í kvøld, hanga málningarnir hjá Øssuri eftir á Riberhús. Teir fara at hanga her í ein góðan mánað_.. og so fara hesi listaverk, hvar litirnir eru hansara vatnmerki á onkran annan vegg at hanga.
Ynskt verður tær hjartaliga til lukku við framssýningini og teimum, sum hava fingið hetta høli til hetta endamál, takki eg persónliga. Eg hugsi, at kvinnurnar hava gjørt sítt til, at so bleiv. Fyrr tvørrar vatn í á, enn kvinnu trýtur ráð. Jú sanniliga hava vit hoyrt og sæð mikið, og tað er gott. Tað, sum eygað ikki hevur sæð og oyrað ikki hevur hoyrt, rørir ikki hjartað.s