Húsavík: Charlotte Højberg í Húsavík hevur fyri stuttum sett niður uttanfyri húsini hjá sær og manninum, Jákup Martin Sørensen, í Húsavík. Hon hevur gravað upp, fresað og sátt uttanfyri, og longu eru lítil grøn bløð at hóma. Tey stinga seg upp úr brúnu jørðini, og um alt gongur eftir vild, so verður tað til radisur og ertrar um ikki heilt langa tíð.
? Eg fari rættiliga í gongd nú. Eitt drívhús uppá 12 fermetrar hava vit fingið suður í dag, og tað skal koma upp at standa sum skjótast. Har skal icebergsalat og karsi sáast, sigur Charlotte Højberg, sum er útbúgvin vakstrarhúsgartnari.
Unga kvinnan, sum upprunaliga er úr Esbjerg, hevur búð í Føroyum í trý ár, og nú er hon farin undir eina heldur forkunnuga verkætlan. Runt í vindeygunum í húsunum standa smáir bakkar allastaðni, við lítlum grønum bløðum, sum vit »vanligu« menniskju illa duga at skyna mun á við berum eygum.
Synd er at siga, at føroyingar eru kendir fyri at dyrka grønmeti. Epli verða sett niður og tikin upp, men tað er stórt sæð tað. Men nú hevur Charlotte veruliga sett ferð á í Húsavík, og um nakrar vikur verður møguligt at fáa vistfrøðiligar, føroyskar purrur, gularøtur, piparfruktir, tomatir, agurkir, broccoli, blomkál og annað.
Og tá vit fara út at hyggja eftir ertrunum og radisunum, so vísir Charlotte okkum cherrytomatir og lítlar agurkir til at súlta, sum standa í kjallaravindeyganum. Hon sigur flennandi, at hvørt vindeyga í húsinum má brúkast fyri at fáa neyðuga ljósið.
? Eg eri júst byrjað, tí veðurlagið í Føroyum er so skiftandi. Men tey flestu vita ikki av, at grønmeti grør væl, so leingi hitastigini ikki vera minni enn fimm, greiðir Charlotte frá, og leggur afturat, at alt grønmeti grør, um tað eru átta hitastig.
? Um tað verður kaldari enn átta hitastig, so leggi eg ein fiburdúk omaná, fyri at halda hitanum.
600 purrur
Charlotte sigur sjálv, at hon er ógvuliga umhvørvistilvitað.
? Umhvørvið seti eg ógvuliga høgt í tí dagliga. Eg blaki ikki runt til høgru og vinstru. Áhugin kemur helst frá fjølmiðlunum, men hann hevur altíð verið har. Eg hugsi um náttúruna á tann hátt, at meira vit blaka burtur, minni náttúru hava vit, sigur Charlotte.
Grønmeti, sum hon nú er farin undir at dyrka, er eisini vistfrøðisligt (økologiskt). Tað vil siga, at ongi kemikaliir ella vakstrarhormon eru sett til, men alt er náttúrligt, sum verður brúkt.
? Eg havi heldur onki brúkt ímóti skaðadjórum. Tey kunnu gott koma, tá tú hevur sett niður. Men tú skalt til dømis ikki lúka rundanum gularøtur, tí so koma flugurnar, og tær eta alt. Og um tú setur leyk og gularøtur niður saman, so koma skaðadjórini ikki, tí tað gevur ein serligan lukt, sum heldur tey vekk, greiðir grønmetiskvinnan frá. Harafturat sigur hon, at eitt gott barometur at halda seg eftir er, at tá ókrútið grør, so grør grønmeti eisini, tí ókrutt veksur heldur ikki, uttan so, at tað eru eini fimm hitastig. Og at fáa grønmeti at vaksa í Føroyum, heldur Charlotte ikki er nakar trupulleiki.
? Eg havi als ikki tal á tí, sum eg havi sett niður, uttan tað, at tað eru 600 purrur, sigur Charlotte flennandi, meðan hon leggur afturat, at tá purrunar verða buntaðar við eini fimm ella seks í hvørjum bunti, so verður ikki so nógv.
Tað tekur eini seks til átta vikur at dyrka grønmeti í Føroyum. Hetta kemst av, at hitin er so lágur. Í Danmark kanst tú fáa radisur uppá tríggjar vikur.
Ikki strævið
Higartil hevur Charlotte dyrkað umleið 130?140 fermetrar, men nógv skal dyrkast afturat. Alt skal setast niður í ymsum tíðarskeiðum.
? Tað er ikki strævið, men tað fer við nógvari tíð, sigur ein ógvuliga bjørtskygd Charlotte. Hon sigur sjálv, at hon hevur altíð fingið at vita, at hon er bjørtskygd av natúr.
Orsøkin til, at hon fór undir at dyrka grønmeti er, at hon vildi fegin vera heima hjá børnunum. Ein dóttir, sum gongur í barnagarði nú, men byrjar í fyrsta flokki eftir summarfrítíðina, og einum soni, sum er knapt eitt ára gamal.
Grønmeti ov dýrt
? Eg haldi, at grønmeti í Føroyum er alt ov dýrt, og tað ætli eg mær at kappast við. Eisini her á Sandoynni, so er tað ringt at fáa frískt grønmeti, og hava tað verið frídagar, ella um Teistin ikki hevur siglt, so fáa vit onki, greiðir Charlotte frá.
Ein avtala við SMS er við at koma í lag, har hon skal selja grønmeti til teirra, men tað mesta skal seljast privat, sigur hon.
Eitt hugskot, sum hon hevur er, at selja lítlar salatblandingar.
? Eitt hálvt iceberg-salat, tvær tomatir og ein hálv agurk fyri so og so nógvar krónur. Tað eru ikki øll, sum klára eitt heilt salat ella ein heilan bakka av tomatum, og tí haldi eg, at hetta hevði riggað væl. Tað verður eisini deiligt, at fáa frískt grønmeti her á oynni.
? Tað ber ikki so væl til at dyrka grønmeti í Føroyum alt árið runt, men okkurt grør allar ársins tíðir. Um tú leggur ein fiburdúk yvir gularrøturnar, so kanst tú dyrka tær alt árið, og rósinkál eisini. Stikleykur kann eisini vaksa í Føroyum alt árið.
Fruktir ger Charlotte tó lítið við. Sum er nú, so roynir hon seg nú við ribs, hindberum og sólberum.
? Kanska eg fari at royna jarðber næsta ár. Beint nú er tað so nógv sum skal gerast, men alt verður lættari næsta ár, tí tá er alt klárt.
Nógv grønmeti
Heima hjá Charlotte og Jákup Martin eta tey eisini nógv grønmeti.
? Vit eta rættiliga nógv grønmeti heima hjá okkum. Sonurin var ordiliga gulur, tá hann varð føddur, tí eg hevði etið ov nógvar gularøtur. Eg plagi at flysa gularøtur, og so leggja tær í kalt vatn í kuldaskápið. Tá er tað sum at eta bomm! sigur Charlotte, sum tó viðgongur, at hon hevur ikki nógv til yvirs fyri frystum grønmeti.
- Børnini taka eisini væl ímóti grønmetinum. Tey eta alt uttan broccoli.
? Eg trívist eisini ógvuliga væl her í Húsavík. Hetta er eitt gott stað fyri børnini hjá okkum, og elsta dóttirin minnist als ikki, at hon hevur búð í Danmark. Tað er so illa statt, at tá vit fara niður at ferðast, so leingist henni uppaftur til Føroya.
Charlotte ivast ikki í, at fólk fara at taka væl ímóti hennara grønmeti.
? Eg havi í øllum førum bara fingið positivar viðmerkingar higartil, sigur Charlotte Højberg úr Húsavík at enda.