Meiri vitan til søguhungrandi Skaale

    

Longu langt áðrenn kríggið og, ið hvussu so er, líka síðani 1943, tá ið Petur Mohr Dam saman við øðrum javnaðarmonnum skrivaði Vina- og frælsisbrævið, sum gjørdist fundamentið undir javnaðarfloksins ríkispolitisku støðu, hevur fáur veljari í sjálvstýris-, javnaðar- ella sambandsflokkinum verið í iva um, at Danmark ikki var og heldur aldri hevur verið nakað imperialistiskt kúgingarveldi, tvørturímóti ? Danmark er eitt av teimum fáu londum, sum kann vera errið av sínum skilagóða og hóvliga politikki, bæði yvirfyri føroyingum og øðrum.
Tá ið Petur Mohr Dam, kom við vina- og frælsisbrævinum, sum var fyrsta útkasti til seinnu heimastýrislógina, háðaði Jóanes Patursson hann við orðun-um um, at uppskotið var rein utopi, tí hvørki Danmark ella nakað annað land í verðini, vildi á nøkrum sinni geva einum øðrum fólki so skilagóða og so ideella skipan! Hetta er vitnisfast og keldugreitt, harra Skaale!
MEN, bara fimm ár seinni í 1948 varð heimastýrislógin veruleiki, og heimastýrislógin var í hugburði næstan orðarøtt avskrift av uppskoti javnaðarmanna, men fyrst og fremst av vina- og frælsisbrævi Petur Mohr Dams!!! Nú var tað utopiska hent, minni enn tvey ár eftir, at Jóannes kongsbóndi var farin undir grønu torvu.
Vit síggja kring okkum, hvussu t.d. Hetland, Orknoyggjar og onnur lond eru mentanarliga týnd, hóast tey høvdu nógv meira at standa ímóti við, enn vit høvdu. Ynsktu danir í síni tíð at gera tað, kundu teir lættliga, so fámentir vit føroyingar vóru, útrudda okk-ara mál og mentan, eins og gjørt var av onglendingum í Hetlandi og Orknoyggjum, men danir gjørdu tað ikki! Her er fundamentali munurin á donskum og imperialistiskum hugburði!
Um somu tíð sum skotski aðalsmaðurin, Robert Stuart og seinni blóðtysti sonur hansara, jallurin, sir Patrick, (t.d. síðst í 16. og fyrst aí 17. øld) trælkaði og píndi hetlendska fólkið við kyniskum morðum, tortur og miskunnarleysari forfylging, bæði mentanarligari og fíggjarligari, sótu rættiliga skikkiligir danskir embætismenn og royndu eftir førimuni at hjálpa og dugna føroyingum við alskyns praktiskum málum, um enn hesir danir ikki altíð vóru tey allarbestu høvdini frá Keypmannahavnar Universiteti ? (harra Klæmint á Sandoynni er eitt ótespuligt undantak ? og tó var hann munandi frægari enn teir fúlu ríðifútar, sum plágaðu danskar bøndur ta somu tíðina).
Í Hetlandi varð bølmennið, sir Patrick til endans handtikin og hálshøgdur í Edinburg (1615), men tá høvdu hetlendingar klagað og gramt seg til fánýtis í áravís, uttan at fáa nakað rættvísi frá Onglandi. Og sjálvt um órættvísið linkaði nakað, helt tað ikki uppat við handtøkuni av sir Patrick, nei, onglendingar hildu fram við yvirganginum og førdu næstan alla tíðina ein miðvísan og beinharðan málkúgingarpolitikk, so teir at enda heilt fingu beint fyri tí norrønu tungu, sum hetlendingar høvdu eins væl og vit. Her var munur á mjúkari danskari pragmatismu og eirindaleysum eingilskum jarnhæli. Hvussu nógvir føroyskir skúlanæmingar fáa við tvørsøguligari samanbering at vita, hvussu astronomiskur munurin var ímillum, hvussu hetlendingar og orknoyingar høvdu tað frá trúbótini og fram til 19. øld, og so hvussu viðurskiftini vóru í Føroyum um somu tíð. Teir fyrru fingu mál og mentan fullkomuliga týnda, meðan vit føroyingar við m.a. danskari embætismanna- og seinni universitetshjálp fingu stuðla føroyskum mentanararbeiði. Hevði tað ikki klætt imperialistiska enska harðveldinum at havt stuðlað einum hentlendskum pendant til okkara Svabo í staðin fyri at beina fyri hetlendskum máli og mentan? Her er astronomiskur munur á danskari- og enskari fólkamuru!

Symbiosa er lívsfrælsi
Alt hetta vit søgukøn fólk, men bara ikki fólkaupplýsan okkara, harra Sjúrður Skaale ? hóast hann væl hevur havt høvi til at sett seg inn í hesi viðurskifti ? hann kundi havt lisið sær eitt sindur uppá ? hann kundi t.d. eisini havt lisið greinir P. M. Dams um lívsfrælsi. Fyri P. M. Dam var tað, sum umráddi, at í Føroyum skuldu føroyingar liva, og hann andøvdi harðliga móti tóma rakstrarrópinum hjá tjóðveldisflokkinum um, at í Føroyum skuldu føroyingar ráða. ? Hvat skuldu føroyingar ráða yvir og hvør skuldi ráða? Er nakað vunnið við at ráða í eini socialari oyðimørk? Ja, harra S. Skaale kundi eisini havt sett seg inn í tankarnar um symbiosu millum tvær tjóðir, har báðir partar fáa meira burtur úr, enn við at vera hvør sær. Harra SS kundi havt lurtað eftir ella lisið tað, sum bæði Anton Degn, Louis Zachariassen, Edvard Mitens, John Davidsen, Georg Lindenskov Samuelsen, Atli Dam, Jóannes Eidesgaard og nógv, nógv onnur hava ført fram ótaldar ferðir.
MEN hann lurtaði ikki, hann tímdi ikki, nei, hann helt primitivt fram við at júka og trútta um danska kúging, yvirgang og annað ósøguligt møsn í mánaðavís?INNTIL, ja, haldið nú fast, hann hevur verið á mafiuoynni Siciliu á minnilutafundi og yviri í ST á eini dansktfíggjaðari útferð saman við einum donskum professara og einum íslendskum ditto. Og so er knappliga vent í holuni ? okkara víðaferðandi fólkatingsdiplomatur, harra S. Skaale hevur á síni ST-ferð fingið tey dølsku tjóðveldiseyguni upp og skrivar nú hámur og skammarplágaður í blaðnum Fregnir (orðið merkir slatur og sleyg), at hann hevur funnið út av og er komin til tað sjálvstøðugu sannføring, at Danmark er ikki nakað kúgingarveldi, og at føroyingar hava tað betri saman við Danmark, enn nøkur tjóð hevur tað saman við øðrum londum! Hann er so skilagóður og keldukønur, at hann sjálvur hevur funnið út av, at vit føroyingar hava tað t.d. nógv betri enn delikatu vinmenn hansara, baskarar (ETA) og írar (IRA)!!! Álvaratos! Einastandandi stórfingið! Quelle merveille! Tableau! Tað kann altso glógva sjálvt í einum tjóðveldismanni!
Vit mugu sanna, at SS av tjóðveldismanni at vera er hendinga skjótt-fatandi og gløggur maður, og vit fegnast um, at hann er so frægur, at hann viðgongur, at hann av manglandi kunnleika óbeinleiðis hevur logið dúgliga, miðvíst og leingi ? og samstundis ynskja vit honum hjartaliga tillukku við sínum nýggja og dýrtkeypa erkennilsi. Vónandi fær tað eisini eina ávirkan á arbeiðsgevara hansara, tað spakmælta fólkatingsumboðið, sum rættiliga javnliga hevur svínað Danmark út, bæði á veljarafundum, á tingi, í bløðunum, ja, sjálvt í okkara grannalondum, og ikki minst mega vit, fyri sálarfrið Sjúrða Skaales skyld, síggja fram til, at tað rínir við partamann og ideolog hansara, groteskt løgna søgusigaran, harra Zacharias Wang, hvørs undirlutakensla yvirfyri Danmark regluliga hevur fylt føroysk bløð í væl meira enn ein mansaldur.
Um erkennilsið hjá SSi smittar í republikanska liðinum, verður ilt hjá teimum at finna nakra sum helst framtíðar-missión í føroyskum politikki, eftirsum øll teirra hjálparleysa stremban higartil hevur verið bygd á primitivar fíggindamyndir og fantastiskar huldusøgur, so sum ta stereotypu mytuna um danskan yvirgang og stupidu lygnina um brutalan danskan hjálandspolitikk. Tað hevði tí klætt allari leiðsluni í tjóðveldis-flokkinum at farið eina sanna pílagrímsferð til ST fyri at skrifta og sóna allar sína grovu politisku syndir mótvegis Danmark og biðið so mirðiliga um fyrigeving fyri allar sína ótrúligu lygnir, allar sínar óálítandi mytur, fyri ikki at tosa um øll hini ólukkubrøgd teirra! Men hesu ferð áttu teir sjálvbjargnu republikanarar at goldið ST-útferðina sjálvir, og sloppið dønum undan.