Kvinnurnar eiga sín rætt í Klaksvík

Áhugin fyri kvinnufótbóltinum í Klaksvík er so stórur sum ongantíð, og nú er stóra gularótin hjá meistaraliðnum Europa Cup avbjóðingin í komandi viku

 

Leygardagin var stórur dagur hjá fótbóltskvinnunum í Klaksvík. Í síðsta dystinum fingu tær onga mótstøðu frá HB. KÍ vann 11?1, men onkur var kanska eitt sindur kløkkur í fyrsta minuttinum. Tá fekk KÍ brotsspark, sum tær misnýttu. So fór HB í álop. Tær fingu fríspark, sum Annika Godtfred sendi beinleiðis í málið, og so var 1?0 til HB.

 

Men tá fimm minuttir vóru farnir, var KÍ frammanfyri 2?1. Í steðginum var 5?1, og úrslitið var 11?1.

 

Áskoðararnir fagnaðu meistaraliðnum, og Norðoya Sparikassi, sum er sponsor, møtti upp við kekki upp á 25 túsund krónur.

 

Hjá flestu spælarunum var meistaraskapurin tann triði í fimm kappingarár. Tær vunnu í 1997, í fjør og aftur í ár.

 

At ein stórur partur av spælarunum hevur spælt í fleiri ár og framvegis er eldhugaður og leggur nógv fyri í venjing og dystum, hevur ikki eyðkent kvinnufótbóltin í Føroyum tey seinnu árini.

 

Og høvdu kvinnurnar ikki tíðliga í summar sjálvar so at siga trýst tað ígjøgnum, at KÍ skuldi taka av innbjóðingini frá UEFA um at taka lut í fyrstu Europa Cup kappingini nakrantíð fyri kvinnur, so hevði kvinnufótbólturin í Klaksvík neyvan stórtrivist, sum hann hevur gjørt tað í summar. Men tað kann kortini væl hugsast, at hann hevði verið nóg væl fyri til at vera við í kappingini um meistaraskapin.

 

 

 

Lyklaspælararnir

 

Í fleiri feløgum hevur í summar verið at hoyrt um nógvar útskiftingar í kvinnufótbóltinum, og í fleiri av liðunum, sum hava tikið lut í bestu deildini, hava spælararnir verið heilt ungir.

 

Millum royndu spælararnar í Klaksvík eru nógvar, sum hava altjóða royndir. Rannvá Andreassen, Ragna Andreassen, Vivian Bjartalíð, Malena Josephsen og Bára Skaale vóru allar við á landsliðnum, sum vann gull á oyggjaleikunum. Kristina Eyðbjørnsdóttir, sum kom til KÍ í summarsteðginum, er ein av mest royndu og bestu spælarunum í Føroyum, og so hevur 27 ára gamla Ragnhild Elin Aas, sum í summar kom úr Sogndal og til Klaksvíkar, víst seg at vera góður fongur.

 

Men tað var um reppið, at fleiri av hesum spælarunum ikki spældu við KÍ eftir summarsteðgin. Ranga og Rannvá Andreassen umhugsaðu av álvara at fara til Noregs at royna góðu fótbóltsevnini, og tað er ivasamt, um Kristina Eyðbjørnsdóttir hevði flutt til KÍ, um talan ikki hevði verið um eina gularót uttanfyri landoddarnar.

 

? Europa Cup avbjóðingin er stóra avbjóðingin í hesum kappingarárinum. Spælararnir hava gingið og ganga upp í hesa uppgávuna við lív og sál. Vit skulu til Finnlands í komandi viku. Ferðin verður mett at kosta 170 túsund krónur. Í fyrstu atløgu skulu spælararnir fíggja alla upphæddina, sigur Jón Harald Poulsen. Hann hevur verið venjari øll gullárini, og síðani hann sum 16 ára gamal í 1986 fyrstu ferð tók ábyrgdina á seg at venja eitt kvinnulið, hevur hann í nógvu av árunum staðið á odda fyri kvinnuliðnum.

 

At vera venjari hjá KÍ kvinnuliðnum, sum skal luttaka í Europa Cup, er meiri enn bara at venja:

 

? Vit hava valt at venja tríggjar ferðir um vikuna. Spælaratalið liggur um tjúgu, og tær møta allar upp hvørja einastu ferð. Síðani summarsteðgin hava spælararnir eisini verið upptiknir av inntøkuskapandi tiltøkum, og eg royni at hjálpa teimum eitt sindur. Vit vóna, at FSF fer at spýta í, og at felagið fer at rinda nakað. Tær 25 túsund frá sparikassanum komu væl við, men annars hevur talan verið um tiltøk av ymiskum slagi.

 

 

 

Avbjóðingin

 

Sunnudagin fer fyrsta kvinnu ferðalagið úr Føroyum at taka lut í Europa Cup fótbólti. Nítjan spælarar vera í við í ferðini. Og annars fer ferðalagið at líkjast nógv teimum, sum plaga at fara av landinum í Europa Cup ørindum. Tveir KÍ nevndarlimir vera ferðaleiðarar. Thom Jakobsen skal taka sær av klæðunum, Margit Joensen verður liðleiðari, Magnus Magnussen verður læknin á ferðini, og Helga Mikkelsen, sum er undir útbúgving til fysioterapeut, verður eisini við.

 

KÍ ferðalagið steðgar á í Keypmannahavn. Akkurát sum menninir hjá KÍ plaga at gera, so fer kvinnuliðið til Haslev, har ein lítil venjingarlega verður. Týsdagin verður farið til Helsingfors í Finnlandi, og so verða dystir á skránni mikudagin, fríggjadagin og sunnudagin. Fyrsti dysturin verður ímóti Landhaus úr Eysturrík, næsti dysturin verður ímóti heimaliðnum, Helsinki, og síðsti dysturin verður ímóti Torres úr Italia.

 

? Vit hava roynt at kunna okkum um mótstøðuliðini, men tað hevur ikki gingið serliga væl. Okkara fatan er, at italska liðið er tað besta, og at eysturríkska liðið er tað veikasta. Hetta er fyrsta ferðin, at vit eru við, so vit kunnu siga, at vit eru við fyri at læra. Men vit fara at gera okkara besta, sigur Jón Harald Poulsen.

 

 

 

Virðingin

 

Tá vit spyrja Jón Harald, um hann heldur, at tað bara er gularótin í Europa Cup, sum er orsøkin til, at kvinnufótbólturin í Klaksvík tykist hava størri áhuga, enn áhugin sigst vera aðra staðni í landinum, so heldur Jón Harald, at tað eisini kann vísast á aðrar orsøkir.

 

? Vit hoyra ofta søguna um, at Fótbóltssambandið skal gera meiri fyri kvinnufótbóltin, men eg haldi ikki, at tað er har, at fyrstu stigini skulu takast. Her norðuri hjá okkum hava vit í fleiri ár stríðst fyri at fáa somu sømdir og karmar, sum menninir hava. Tað hevur givið úrslit, og nú haldi eg, at felagið og onnur, sum hava við kvinnufótbóltin at gera, vísa størri fatan og áhuga, enn tað varð gjørt fyri fáum árum síðani.

 

Hvussu sæst hetta aftur?

 

? Tá kvinnurnar møta til venjingar, skulu tær bara hava fótbóltsskógvarnar og beinskinnararnar við. Øllum hinum verður syrgt fyri í felagnum. Kvinnurnar hava hvør sítt skáp, vit hava okkara egnu bóltar og vestar, og soleiðis kundi eg hildið á. Ofta hoyrist um, at útgerðin, sum kvinnufótbólturin fær, er ikki á hædd við tað, sum verður veitt monnunum, og at kvinnurnar fáa sera ólagaligar venjingartíðir. Soleiðis er tað ikki hjá okkum, og tað hevur eisini týdning. Kvinnurnar venja týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 18.30 ella somu tíðir, sum tá menninir venja. Um teir hava brúk fyri øllum vøllinum, so finna vit eina loysn. Men ? sum sagt ? so hevur tað alstóran týdning, at kvinnurnar kenna, at tað verður roknað við teimum, og at tær kenna seg viðurkendar, sigur Jón Harald Poulsen, sum saman við KÍ fótbóltskvinnunum sær við stórum spenningi fram ímóti avgerandi royndini í hesum kappingarárinum. Tær hava vunnið FM, og nú snýr tað seg um Europa Cup í Finnlandi í komandi viku.

 

Ítróttarsosialurin ynskir KÍ hjartaliga tillukku við FM heitinum. Teimum verður eisini ynskt eina góða ferð til Finnlands.