útbjóðingini. Ætlanin er at fáa málið fyri tingið seinast í oktober ella fyrst í november, men oljumálaráðharrin er greiður yvir, at hetta er ein tíð, har nógv stórmál koma fyri. Her er bæði Hvítabók og Fíggjarlóg [...] greitt, at soleingi samráðingar vóru við bretar um markið, valdi hann at halda lágan profil. So nógv høvdu hesar samráðingar at týða fyri komandi gongdina, at landsstýrismaðurin valdi at siga minst møguligt [...] rningum. Her er so avgjørt neyðugt at gera nakað. Tí vónar hann ikki at fáa nakran trupulleikar við at fáa fleiri pengar til økið, hóast hann samtíðis viðgongur, at uppaftur meira átti at verið sett av
Tí at tað, sum vendir niður, vendir upp, plagar at vera at hoyra. Vendingin kann væl brúkast um úrslitini í 3. deild í 14. umfarinum. Í síðstu viku søgdu vit, at nógv bendi á, at Skáli fór at vinna deildina [...] deildina. Møguleikin er framvegis stórur fyri hesum. Oddasessurin hjá skálamonnum er eins tryggur nú, sum hann var undan vikuskiftinum. Men tað er hann ikki, tí teir á oddaliðnum gjørdu so nógv um seg hesa [...] eigur Skáli torføran útidyst á Sandi. Vit hava fyrr nevnt, at alt bendi á, at tey trý liðini, sum framvegis eru ovast á støðutalvuni, fóru at vinna heiðursmerkir. Tað eru framvegis líkindi fyri hesum,
brek. Hetta var eitt stórt stig á leiðini til tess at betra um viðurskiftini hjá okkara borgarum, ið bera brek. Hóast nógv gott er hent hesi seinastu árini, mugu vit tíverri ásanna, at langt er á mál fyri [...] koyristóli. Sat í mínum stilla sinni og hugsaði, hvussu ræðuligt tað má vera hjá einum barni í rullistóli at hyggja at, meðan øll hini børnini reiggja og hava tað stuttligt. Setti mær tí fyri, at hetta má og [...] Tað er ein sjávfylgja og skal vera ein natúrligur partur í okkara planlegging av spæliplássum, at hesi eisini rúma børnum við breki. Í tí sambandi havi eg í dag heitt á umsitingina um at hava hetta við
eina avbjóðandi uppgávu. - Tað er ikki bara sum at siga tað, tí veðrið í Føroyum er so ómetaliga skiftandi. Har eru fleiri faktorar, tú mást taka hædd fyri, tí veðrið er ótrúliga ymiskt, alt eftir hvar [...] - Føroyingar tosa nógv um veðrið, men tað haldi eg er nattúrligt, tí upp á mangar mátar eru vit rættiliga bundin at veðrinum. Soleiðis sigur 88 ára gamli Petur Skeel Jacobsen, sum í meir enn 40 ár hevur [...] mjørki og regn er eina aðra staðni í landinum. Men hasum finnur mann útav, tá mann hevur fingist við veðurforsagnir í drúgva tíð, sigur Petur Skeel Jacobsen og leggur afturat: - Tað kemur fyri, at veðurforsøgnin
Skúlaætlanin í Marknagili er skorin, soleiðis at okkara skúli er tikin burtur úr – og uttan, at nakað annað veruliga er sett út í kortið. Hetta vigar avgjørt eisini í míni avgerð um at siga meg úr starvinum sum [...] tískil møguleikan at gevast við niðursettari pensjón. - Jákup og Brynjálvur hava muntliga boðað mær frá, at teir ikki ætla sær at halda fram í leiðslu skúlans, tá ið hetta skúlaárið er av, sigur rektarin [...] Andrias Winther dylur ikki, at tað undir teimum umstøðum, sum eru á skúlanum – við ongum útlitum til bata, er slítandi at sita við skúlans leiðslu. Uppi í starvsøkinum hjá rektaranum, er eisini Miðnámsskúlin
hevur fyrr víst á, at útbúgving er eitt sera hent amboð at bara ungdómsarbeiðsloysinum og tí skuldi dentur leggjast á at allir skikkaðir umsøkjarir skuldu sleppa inn. - Tað er klárt, at hesin viljin má síggjast [...] Løgtingið í vár. Men landsstýriskvinnan væntar at fáa pengarnar, tí hon sigur, at tað er avgjørt forstáilsi í samgonguni fyri, hvussu neyðugt tað er. Men sum vit siga frá longur niðri á Portalinum, hevur serliga [...] afturat tí, at nógv størri árgangir søkja inn, enn tað fara úr skúlanum skal pláss verða fyri einum 300 fleiri næmingum í summar, enn tað eru nú. Ein fyribils meting sigur, at hetta fer at kosta einar
soleiðis at øll kunnu søkja tað, sigur Jenis av Rana. – Vit halda, at hetta er eitt starv, sum øll eiga at fáa møguleika at bjóða seg fram til, leggur hann afturat. Jenis av Rana sigur, at nú er landsstýrið [...] næsta mánað, at vit fara at søkja eftir sendifólki til føroysku sendistovuna í Ísrael. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum. Herfyri boðaði hann frá, at endamálið er at lata føroyska [...] starvið, er ætlanin ikki at brúka somu mannagongd, sum higartil er brúkt. Starvið sum sendifólk hevur verið ein partur av arbeiðsøkinum og tí hevur tað verið eitt starvsfólk í uttanríkistænastuni, sum er sett
onnur brek, sum gera, at tað er ein fyritøka hjá teimum at fara á val. – Í løgtingslógini um val til kommunur verður sagt, at møta fólk á vali og siga, at tey ikki eru før fyri at atkvøða einsamøll [...] allar kommunur á, at tær hava skyldu at hjálpa teimum at velja, sum ikki eru ment at avgreiða tað sjálv av ymsum orsøkum. Barbara á Tjaldrafløtti í Ráðnum fyri Brekað heldur, at kanska eru tað fleiri [...] undir tagnarskyldu, umframt at tey fólk, sum eru blind ella sjónveik, kunnu sjálvi velja, hvønn tey vilja hava at hjálpa sær at velja. Er onkur onkursvegna ikki førur fyri at koma inn í valhølið, kann
Men samstundis siga hesi tøl eisini, at ein av hvørjum 10 sjúklingum er ikki nøgdur, ella 11 prosent. Og tað er sjálvandi ikki so gott, tí umráðandi er jú, at fólk við ørindum í sjúkrahúsverkinum kenna [...] tí ov mikið er at gera innan sjúkrahúsverkið. Her eiga átøk at verða gjørd, so starvsfólkini kunnu mennast, umframt at tænastur verða samskipaðar, so arbeiðsbyrðan verður lættari at bera, samstundis sum [...] vera vísir í at fáa ta hjálp, teir hava fyri neyðini. Ein annar máti er at styrkja um fakliga førleikan hjá starvsfólkunum við skeiðs- og eftirútbúgvingartilboðum, so tey eru før fyri at taka við teimum
havt ætlanir um at nokta nøkrum møguleikan at sleppa í miðnámsskúla. Og eg kann siga fyri meg, at eg ongantíð havi havt varðhugan av, at longu bíðilistarnir fóru at gerast avleiðingin av, at hasar umbidnu [...] miðlunum og úttalað seg um, at hetta málið er ein stormur í einum vatnglasi, og at trupulleikarnir ikki eru so stórir, vísir Kaj Leo á. Hækka játtanina Hann slær tó fast, at um so er, at tað veruliga eru stórir [...] ikki í, at fíggjarnevndin er samd um týdningin av at hava ein vælutbúnan ungdóm. ? Tað sigur seg sjálvt, at vit vilja ikki forða nøkrum í at sleppa í skúla og fáa eina útbúgving. Eg haldi, at ein og hvør