Tað staðfestir Ráðið fyri Brekað, sum nú minnir allar kommunur á, at tær hava skyldu at hjálpa teimum at velja, sum ikki eru ment at avgreiða tað sjálv av ymsum orsøkum.
Barbara á Tjaldrafløtti í Ráðnum fyri Brekað heldur, at kanska eru tað fleiri, ið ikki hætta sær á val, tí tey sita í koyristóli, eru illa gongd, blind ella bera onnur brek, sum gera, at tað er ein fyritøka hjá teimum at fara á val.
– Í løgtingslógini um val til kommunur verður sagt, at møta fólk á vali og siga, at tey ikki eru før fyri at atkvøða einsamøll, kunnu tey fáa hjálp at greiða atkvøðu, vísir Barbara á Tjaldrafløtti á.
Lógin sigur, at tveir limir í valnevndini ella hjálparfólk eru tøk til hetta á valstaðnum, og hesi fólk eru sjálvandi undir tagnarskyldu, umframt at tey fólk, sum eru blind ella sjónveik, kunnu sjálvi velja, hvønn tey vilja hava at hjálpa sær at velja.
Er onkur onkursvegna ikki førur fyri at koma inn í valhølið, kann viðkomandi krevja, at atkvøðugreiðslan fer fram beint uttan fyri valhølið, og tá skulu tveir limir í valnevndini, ella hjálparfólk, vera hjástødd, og um neyðugt veita viðkomandi hjálp við atkvøðugreiðsluni.
Barbara á Tjaldrafløtti, sigur, at í Ráðnum fyri brekað vóna tey, at allur ampi verður burturbeindur og at alt lagar seg á rættan hátt fyri allar partar, so at fólk ikki ivast, ella setast aftur, tí tey eru illa fyri.









