Undirvísing
Rektarin á Føroya Studentaskúla-og HF-skeiði, Mads Andrias Winther, hevur sagt seg úr starvi.
Uppsøgnin er send Mentamálaráðnum, og á starvsfólkadegnum á skúlanum í vikuni hevur hann eisini boðað lærarunum frá síni avgerð. Mads Andrias fer úr starvi, 1. februar 2007.
Aftrat sær í leiðsluni, hevur rektarin tveir inspektørar, sum tað verður rópt, harav annar er vararektari. Hesir hjálpa rektaranum at umsita skúlan.
Hesir eru vágbingurin, Jákup Strøm, sum er vararektari og argjamaðurin, Brynjálvur Johansen.
Gevast eisini
Jákup og Brynjálvur hava enn ikki sagt seg úr sínum leiðslustarvi, men tað fara teir at gera, soleiðis at øll leiðslan á skúlanum skal skipast av nýggjum innan nýggja skúlaárið, 2007/2008.
Mads Andrias hevur verið rektari á Føroya Studentaskúla-og HF-skeiði í stívliga 13 ár og umsitingarleiðararnir, Jákup og Brynjálvur, sita saman við honum í skúlans leiðslu á fjórða ári.
Meðan Mads Andrias gevst á skúlanum, ynskja hinir báðir í leiðsluni at sleppa aftur í síni gomlu størv, har Jákup undirvísti í samfelagsfrøði og søgu og Brynjálvur í alis-og evnafrøði.
Sjálvur er Mads Andrias júst fyltur 60 ár. Hann er tænastumaður og hevur tískil møguleikan at gevast við niðursettari pensjón.
- Jákup og Brynjálvur hava muntliga boðað mær frá, at teir ikki ætla sær at halda fram í leiðslu skúlans, tá ið hetta skúlaárið er av, sigur rektarin.
Slítandi starv
Mads Andrias Winther dylur ikki, at tað undir teimum umstøðum, sum eru á skúlanum – við ongum útlitum til bata, er slítandi at sita við skúlans leiðslu. Uppi í starvsøkinum hjá rektaranum, er eisini Miðnámsskúlin í Vági.
- Sum rektari við ábyrgd av hesum skúlum hevur tú 762 ymisk fólk undir tær, næmingar, lærarar, skúlatænarar, skrivstovufólk, vaskifólk og onnur, ið eru knýtt at skúlunum. Lærararnir eru 73 í Hoydølum og 16 í Vági. Hetta eru ikki maskinur, men hvør í sínum lagi einstaklingar – so ymisk, sum vit øll nú einaferð eru.
Hann vísir á, at við leiklutinum sum rektari hvílir ábyrgdin á tær alla tíðina – ja, alt samdøgnið, og tað kann í longdini kennast rættiliga slítandi.
Rektarin dylir ikki, at trongu fysisku umstøðurnar innanveggja og trongu fíggjarkarmarnir, sum rektarin eisini skal syrgja fyri at halda seg innanfyri, saman við ábyrgdini fyri øllum hesum 762 fólkunum, er tung. Haraftrat kemur, at dagligu umstøðurnar hjá skúlans leiðslu eru vánaligar – við ongari serstakari skrivstovu til skúlaleiðararnar, men bert eini rektaraskrivstovu, har gingið verður ígjøgnum, sum hann tekur til.
"Normalur" aftur
- Eg segði við lærararnar á starvsfólkadegnum, at eg nú fór at vita, um eg kundi blíva "normalur" aftur – um tað letur seg gera, sigur Mads Andrias.
Sjálvur heldur hann seg hava havt nokso tjúkka húð, men ásannar samstundis, at húðin nú er tunnslitin.
- At eingi útlit eru til bata á skúlanum tey nógvu næstu árini, er so sanniliga heldur ikki eggjandi – hvørki fyri meg sum rektara, verandi leiðslu og ei heldur fyri tey, sum skulu reka skúlan í dag og frameftir.
Mads Andrias ásannar við døpurhuga, at eingin skipað skúlabygging fyriliggur, hóast fysisku umstøðurnar í Hoydølum eru út av lagi vánaligar, og nú hava myndugleikarnir so eisini gjørt av, at Studentaskúlin og HF-skeiðið verður útihýst í ætlaðu byggingini í Marknagili.
Einki í eygsjón
- Einki er í eygsjón um veruligar batar, sum tæna undirvísingarumhvørvinum. Onkrar bráðfeingisábøtur verða gjørdar, sum ábøtur á tilkoyring og bygningar, ið eitt nú Brunaumsjón Landsins og Arbeiðseftirlitið krevja, men hetta ger ongan mun fyri undirvísingar-og arbeiðsumstøðurnar á skúlanum.
Mads Andrias vísir á, at hann var sjálvur við til at gera uppskotið um skúladepil í Marknagili, soleiðis at eisini Studenta-og HF-skúlin kundi fáa betri karmar og umstøður, men hesar ætlaninar eru nú punkteraðar politiskt, sum hann tekur til.
- Skúlaætlanin í Marknagili er skorin, soleiðis at okkara skúli er tikin burtur úr – og uttan, at nakað annað veruliga er sett út í kortið. Hetta vigar avgjørt eisini í míni avgerð um at siga meg úr starvinum sum rektari, leggur hann aftrat.
Brotin lyfti
Rektarin harmast um, at lyftini, sum givin eru skúlanum gjøgnum árini um betraðar umstøður í nýggjum skúla, eitt nú lyftini á 60-ára veitsluhaldinum, ikki hava hildið.
- Politiska telvingin um skúlan hevur nú ført til, at vit standa eftir við ongum – og ongum útlitum til betraðar umstøður í næstu framtíð, staðfestir Mads Andrias Winther, rektari, sum fer úr starvinum 1. februar.










