? Fíggjarnevndin hevur ongantíð havt ætlanir um at nokta nøkrum møguleikan at sleppa í miðnámsskúla. Og eg kann siga fyri meg, at eg ongantíð havi havt varðhugan av, at longu bíðilistarnir fóru at gerast avleiðingin av, at hasar umbidnu 3,5 milliónirnar vórðu skerdar til 2, staðfestir Kaj Leo Johannesen.
Hann greiðir frá, at landstýrismaðurin ikki metti, at tað fór at gerast ein stórur trupulleiki við bíðilistum, tí tað altíð eru so nógv, sum detta burturfrá aftur eftir, at skúlin er byrjaður.
? Jógvan á Lakjuni hevur eisini verið í miðlunum og úttalað seg um, at hetta málið er ein stormur í einum vatnglasi, og at trupulleikarnir ikki eru so stórir, vísir Kaj Leo á.
Hækka játtanina
Hann slær tó fast, at um so er, at tað veruliga eru stórir trupulleikar á miðnámsøkinum, so væntar hann at fáa fundarboð til fíggjarnevndina nakað skjótt, soleiðis, at írestandi upphæddin á 1,5 millión kann játtast.
? Eingin skal sita uttanfyri skúlan, orsakað av vantandi peningi. Tað haldi eg ikki, at nakar í fíggjarnevndini ynskir. Er trupulleikin veruliga til staðar, so eigur landsstýrismaðurin í mentamálum at boða fíggjarnevndini frá sum skjótast. Tað nýtist ikki at taka langa tíð at hækka eykajáttanina, staðfestir Kaj Leo.
Hann ivast ikki í, at fíggjarnevndin er samd um týdningin av at hava ein vælutbúnan ungdóm.
? Tað sigur seg sjálvt, at vit vilja ikki forða nøkrum í at sleppa í skúla og fáa eina útbúgving. Eg haldi, at ein og hvør skal hava tann møguleikan, slær hann fast.
Spurdur, um fólk so kunnu vænta sær eina hækkaða eykajáttan til miðnámsskúlarnar, svarar Kaj Leo at tað ger hann.
? Um tað veruliga er ein trupulleiki, at fólk ikki sleppa inn í skúlarnar, tí fíggjarlig orka ikki er til tað, so vænti eg, at upphæddin verður játtað. Sjálvsagt skal eingin sita eftir, tí skúlarnir ikki hava ráð til fleiri næmingar, sigur Kaj Leo.
Hann leggur tó afturat, hvussu stóran týdning tað hevur, at fíggjarnevndin fær røttu tølini at síggja. Tíðindi hava nevniliga verið frammi um, at tølini hjá mentamálaráðnum eru skeiv, tí tey vísa eitt alt ov lágt umsøkjaratal.
Hann leggur dent á, at hetta er eitt mál av so stórum týdningi, at hetta ikki má farast lættliga um.
? Øll framkomin lond seta útbúgvingar til ungdómin ovast á listan. Sjálvandi skulu vit eisini gera tað, og tað vænti eg, at allir flokkar kunnu semjast um, sigur Kaj Leo Johannesen, fíggjarnevndarlimur, at enda.