Øll spyrja um veðrið

Soleiðis sigur 88 ára gamla Petur Skeel Jacobsen, sum í meir enn 40 ár hevur verið veðurfrøðingur

- Føroyingar tosa nógv um veðrið, men tað haldi eg er nattúrligt, tí upp á mangar mátar eru vit rættiliga bundin at veðrinum. 

 

Soleiðis sigur 88 ára gamli Petur Skeel Jacobsen, sum í meir enn 40 ár hevur arbeitt sum veðurfrøðingur. Síðani mitt í 90unum hevur hann gjørt veðrið fyri Sosialin, og síðani Rás2 sá dagsins ljós í 2007, hevur hann eisini lisið veðrið í tíðindasendingunum á Rás2.

 

Hóast hann hevur gjørt forsagnir fyri føroyska veðrið í drúgva tíð, heldur hann tað framvegis vera eina avbjóðandi uppgávu.

 

- Tað er ikki bara sum at siga tað, tí veðrið í Føroyum er so ómetaliga skiftandi. Har eru fleiri faktorar, tú mást taka hædd fyri, tí veðrið er ótrúliga ymiskt, alt eftir hvar í landinum, tú ert. Tað kann vera summar og sól eina staðni, meðan mjørki og regn er eina aðra staðni í landinum. Men hasum finnur mann útav, tá mann hevur fingist við veðurforsagnir í drúgva tíð, sigur Petur Skeel Jacobsen og leggur afturat:

 

- Tað kemur fyri, at veðurforsøgnin ikki passar, men tað fái eg ikki gjørt nógv við. Eg fái ikki broytt veðrið.

 

Til ber at lesa meira í Sosialinum hetta vikuskiftið, har Petur Skeel Jacobsen millum annað greiðir frá, hvussu hann sum barn gjørdi sínar egnu veðurforsagnir og um tíðina sum speakari á DR. 

 

Sosialurin kann keypast VIÐ AT TRÝSTA HER