Øll tosa um teldur og teknikk men gloyma fjøll - áir og gjáir

-Øll tosa um teldur, knappar og teknikk, men vit gloyma umhvørvið - fjøll, gjáir og áir og hvørt av øðrum, sigur landsstýrismaðurin í oljumálum, sum eisini viðgongur, at sjálvur er hann sera tekniskt hugaður. Hann heldur, at vit gloyma oftani at lyfta høvdið upp frá telduborðunum og hyggja, hvat vit eiga av øllum hesum vakra rundan um okkum: umhvørvið - náttúruna. Hann sigur seg vilja seta fleiri pengar av til bæði umhvørvi og mentan. Íblástur frá vitjanum í øðrum londum hevur fingið hann at hugsa tvørtur um mørk - teknologi, umhvørvi, mentan og vinna eru alt partur av tí sama - einum framtíðar útviklingi, sum føroyingar eiga at verða við til at avgera

Tað eru umleið hálvtannað ár síðani, at Føroyar fingu sín fyrsta oljumálaráðharra. Eyðun Elttør, úr Klaksvík og útbúgvin maskinmaður og sum hevur starvast sum eftirlitsmaður hjá Arbeiðseftirlitinum í mong ár, gjørdist tann fyrsti, ið slapp at royna seg í hesum spildurnýggja landsstýrissessi.

Hetta hevur verið ein sera spennandi men eisini torfør tíð, har marknaósemjan við Bretland hevur staðið ovast á breddanum. Nú markið er

komið uppá pláss, og føroyingar hava boðað altjóða oljuverðini frá, at dyrnar verða latnar upp fyri oljuleiting á føroyska landgrunninum ár 2000. Hetta hálvtannað árið sum landsstýrismaður í oljumálum, hevur Eyðun Elttør verið rættiliga kúrrur. Tað eru tey, sum leingi hava ótolnast eftir onkrum útspæli ella bara onkrum úttalilsi frá landsstýrismanninum. Hesin hevur tó gjørt greitt, at soleingi samráðingar vóru við bretar um markið, valdi hann at halda lágan profil. So nógv høvdu hesar samráðingar at týða fyri komandi gongdina, at landsstýrismaðurin valdi at siga minst møguligt - og heldur lata sínar embætismenn fáa stundir at gera sítt arbeiði til fulnar.

Nú markið ikki longur er nøkur forðing fyri útviklinginum, hevur full ferð verið sett á fyrireikingarnar av 1. útbjóðing.

Eyðun Elttør sigur seg vera væl nøgdan við gongdina og heldur hann tað eisini vera rætt atborið, tá umheimurin á altjóða oljumessuni í Aberdeen herfyri fekk greið boð um komandi útbjóðingina.

-Vit eru á einum týðandi vegamóti í føroyskari søgu, og eg fari at gera mítt ítarsta til, at komandi oljuleiting verður til gagn fyri Føroyar.

Eyðun Elttør ætlar sær tó ikki at vera tann, ið skundar nakað ígjøgnum. Alt skal skipast soleiðis, at útviklingurin ikki fer at skaða umhvørvi, mentan ella samfelagið í heila tikið sigur hann.

Um góða viku fer Eyðun Elttør at fáa handað tilfarið, sum skal leggjast fyri løgtingið í sambandi við 1. viðgerð av útbjóðingini. Ætlanin er at fáa málið fyri tingið seinast í oktober ella fyrst í november, men oljumálaráðharrin er greiður yvir, at hetta er ein tíð, har nógv stórmál koma fyri. Her er bæði Hvítabók og Fíggjarlóg, og nú eisini útbjóðingin, sum eisini er eitt stórmál.

Eyðun Elttør vil fegin hava, at tingmenn sleppa at kunna seg væl við innihaldið í málinum og at tað kann verða viðgjørt væl og virðiliga í nevnd eftir tingviðgerðina. -Tingmenn skulu fáa ta tíð, sum er neyðug at viðgera málið, men vónandi er fyrireikandi arbeiðið, sum embætis- og fakfólk annars hava gjørt, so mikið gott, at málið kann fáast frá hondini til ásettu tíðina.

Tað eru bert fáir mánaðir síðani, at landsstýrið gjørdi av at seta á stovn eitt oljumálastýri. Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at hetta varð ein røtt avgerð og kom hon eisini í tøkum tíma.


Hond í hond

Hóast Eyðun Elttør heldur seg hava mest skil á tí tekniska partinum av eini komandi oljuvinnu, so kennir hann so sanniliga eisini sína vitjanartíð, tá tað um avleiðingarnar av eini oljuvinnu ræður. -Vit hava

ein ótrúliga stóran møguleika at lata olju, trygd og umhvørvi ganga hond í hond við tí arbeiði, sum verður gjørt nú og fer at verða gjørt í komandi tíð.

Tað hevur verið sagt, at tað er óheppið, at sami landsstýrismaður umsitur bæði olju- og umhvørvi. Eyðun Elttør metir ikki, at hesin vandin nýtist at vera so stórur, nú tá umhvørvismálini ikki liggja beinleiðis í Oljumálastýrinum men harafturímóti hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Men hevur politiski myndugleikin givið teimum fólkum, sum eitt nú á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni arbeiða við umhvørvismálum nóg nógva orku, ans og mandat at til tess at kunna arbeiða við hesum spurningum til fulnar spurdu vit landsstýrismannin!

-Tað hava vit ikki skal eg vera tað fyrsti at viðganga. Har eru bara trý fólk, sum eru knýtt at umhvørvinum, og nú kemur harumhvørvislógin aftrat. Hetta megna tey ikki einsamøll, og tí hava vit biðið um eina upphædd á eykafíggjarlógini og eina á verandi fíggjarlóg, tilsamans umleið 800.000 kr. Eyðun Elttør sigur, at fólkini eru ovbyrjað, tí tey eisini skulu arbeiða við øðrum umhvørvisspurningum. Her er so avgjørt neyðugt at gera nakað. Tí vónar hann ikki at fáa nakran trupulleikar við at fáa fleiri pengar til økið, hóast hann samtíðis viðgongur, at uppaftur meira átti at verið sett av.

Teknikkur og umhvørvi

-Øll tosa um teldur, knappar og teknikk, men vit gloyma umhvørvið - fjøll, gjáir og áir og hvørt av øðrum, sigur landsstýrismaðurin, sum eisini viðgongur, at sjálvur er hann sera tekniskt hugaður. Hann heldur, at vit gloyma oftani at lyfta høvdið upp frá telduborðunum og hyggja, hvat vit eiga av øllum hesum vakra rundan um okkum: umhvørvið - náttúruna. Vit eiga ikki at gloyma hetta.

Landsstýrismaðurin í olju- og umhvørvismálum vísir eisini á týdningin at kunna svara oljufeløgunum, hvørjar umhvørvis- og trygdartreytirnar eru í sambandi við 1. útbjóðing.

Hann viðgongur, at vit eru ikki heilt klárir við hesum enn, men vísir samtíðis á, at vit hava nakað av rásarúmi, tí frá tí at tað loyvi verða latin, til borað verður, gongur helst eitt ár. Hesa tíðina fáa vit stundir at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss.

Men hvat nú um oljufeløg eru klár til at bora longu frá ár 2000?

-Eg haldi ikki vit fara at ráða teimum til at bora beinanvegin men heldur bíða til ár 2001. Til ta tíð kunnu vit hava bæði umhvørvis-spurningin og tilbúgvingina klára. Eg trúgvi heldur ikki feløgini eru tilreiðar fyrr enn tá. Eyðun Elttør viðgongur, at tað hevur gingið drúgv tíð við at fáa tilbúgvingina í gongd, men henda verður klár til tíðina.

Hjúkla um mentanina við oljupengum

Hóast mentanin ikki er økið hjá Eyðun Elttør, so hava mongu ferðirnar í útlandinum, í Noregi, Danmark, Bretland og í Alaska, lært hann, hvussu stóran týdning tað hevur at varðveita, hjúkla um og menna mentanina í einum landi, har oljuvinnan hevur so ómetaliga stórar avleiðingar uppá gott og ilt.

-Eg havi júst verið í Skotlandi, har vit vórðu bodnir at vitja eina av teimum heilt gomlu borgunum. Nógv av hesum gamla er varðveitt við m.a. oljupengum. Undir mongu vitjanunum í útlandinum sær ein eisini, hvussu stóran týdning oljupengar kunnu hava fyri livandi mentanina. Vit í Føroyum eiga ongar stásiligar borgir og aðrar bygningar, við undantaki av Múrinum og onkum øðrum. Okkara mentan liggur meira inni í okkum sjálvum og stendur skrivað í kvæðum, sagnum og søgum - hon er serstakliga varðveitt frá munni til munn og er harvið kanska eisini nógv meira livandi enn hjá øðrum.

Eyðun Elttør er av tí sannføring, at mentan er alt fólkið.

Tosað verður um at seta á stovn ein búskapargrunn, ið m.a. skal kunna goyma komandi oljupengar, uttan at hesir verða ?søplaðir? burtur við eitt.

Oljumálaráðharrin heldur tað vera rætt at læra av eitt nú norðmonnum og alaskabúgvum, sum hava gingið undan við slíkum grunnum. -Lay down for a rainy day - legg til síðis til verri tíðir taka bretar til. Og tað er eisini í lagi. Men er nakað í undirgrundini, so má tað eisini brúkast til at varðveita tað verandi og leggja lunnar undir tí komandi. Tað má tí eisini vera rætt at brúka oljupengar at menna fólkið og mentanarlívið. Vit eiga tí at lívga um okkara lívsmynstur, ja okkara lívsmentan.

Til tey, sum bera ótta fyri, at oljan fer at koma uppá land í Føroyum, og tær harvið negativu avleiðingarnar, hevur Eyðun Elttør tað at siga, at okkum nýtist ikki at gera tað av beinanvegin t.d. at byggja eitt reinsiverk her. Tað er nakað vit kunnu taka støðu til seinni.

Tá vit loksins spyrja landsstýrismannin, um Føroyar ikki høvdu kunnað verið hann fyriuttan er hann skótur at svara: -Eg haldi tað var rætt at geva oljuni sum málsøki størri týdning enn at lata tað vera ein part av Vinnumálastýrinum. Við fyrst at seta ein landsstýrismann á økinum og harnæst at seta á stovn eitt sjálvstøðugt stýri hava vit føroyingar víst altjóða oljuheiminum, at vit prioritera eina komandi leiting við Føroyar høgt. Vit hava eisini víst okkara egnu landsmonnum, at vit vilja gera forarbeiðið undan leitingini professionelt og forsvarligt.