Samgongan hevur forstáilsi fyri, at allir skikkaðir umsøkjarir eiga at sleppa inn á miðnámsskúlarnar í summar. Tað sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.
Fyrr í vikuni kom fram, at rættiliga nógvar umsóknir eru til miðnámsskúlarnir í ár. Og afturat tí, at nógv størri árgangir søkja inn, enn tað fara úr skúlanum skal pláss verða fyri einum 300 fleiri næmingum í summar, enn tað eru nú.
Ein fyribils meting sigur, at hetta fer at kosta einar 26 milliónir í øktari játtan til skúlarnar og til øktan lestrarstuðul.
Samgongan hevur fyrr víst á, at útbúgving er eitt sera hent amboð at bara ungdómsarbeiðsloysinum og tí skuldi dentur leggjast á at allir skikkaðir umsøkjarir skuldu sleppa inn.
- Tað er klárt, at hesin viljin má síggjast aftur í teirri peningaupphædd, sum politikararnir eru til reiðar at játta til miðnámsútbúgvingarnar, sigur Helena Dam á Neystabø.
Tí verður eisini neyðugt, at neyðugi peningurin til endamálið verður settur av á eini eykajáttanarlóg, sum skal leggjast fyri Løgtingið í vár.
Men landsstýriskvinnan væntar at fáa pengarnar, tí hon sigur, at tað er avgjørt forstáilsi í samgonguni fyri, hvussu neyðugt tað er.
Men sum vit siga frá longur niðri á Portalinum, hevur serliga skúlin í Hoydølum serstakliga stórar hølistrupulleikar, sum eisini fara at krevja eina peningaliga játtan, men eisini tí spurninginum verður arbeitt við.