Gongst sum ætlað, verður tað fyrst í næsta mánað, at vit fara at søkja eftir sendifólki til føroysku sendistovuna í Ísrael.
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum. Herfyri boðaði hann frá, at endamálið er at lata føroyska sendistovu upp í Tel Aviv í september, men nú er tað útsett til í November.
– Korona hevur loypt ólag á ætlanina og eftir nýggju tíðarætlanini verður sendistovan latin upp í november, sigur landsstýrismaðurin.
Men nú sendifólkið skal finnast til starvið, er ætlanin ikki at brúka somu mannagongd, sum higartil er brúkt.
Starvið sum sendifólk hevur verið ein partur av arbeiðsøkinum og tí hevur tað verið eitt starvsfólk í uttanríkistænastuni, sum er sett sum sendifólk.
Men nú vir skulu hava sendifólk í Ísrael, verður starvið lýst leyst soleiðis at øll kunnu søkja tað, sigur Jenis av Rana.
– Vit halda, at hetta er eitt starv, sum øll eiga at fáa møguleika at bjóða seg fram til, leggur hann afturat.
Jenis av Rana sigur, at nú er landsstýrið í samskifti við donsku sendistovuna um, hvar í Tel Aviv ein føroysk sendistova skal vera. Tað vil siga um hon skal vera ein partur av donsku sendistovuni, ella um hon skal vera ein í einum bygningi fyri eg sjálva.
Jenis av Rana hevur áður sagt við okkum, at tað eru fyrimunir og vansar við báðum. Og hann hevur eisini greitt, frá, hví hann hevur slept ætlanini at leggja sendistovuna í Jerusalem – í hvussu so er fyribils.
Ætlanin at seta føroyska sendistovu á stovn í Ísrael hevur verið nógv umrøtt, bæði í Føroyum og uttanlands. Serliga vakti tað ans, at Jenis av Rana vildi hava hana í Jerusalem, men tað var beint ímóti donskum uttanríkispolitikki, umframt at tað heldur ikki fekk undirtøku í Føroyum, so tann ætlanin er slept - fyribils. Men yvirhøvur eru tað fleiri politikarar í Føroyum, sum halda at tað er endamálsleyst at hava eina føroyska sendistovu í Ísrael, tí vit hava so lítið handilssamband og vinnuligt samband handan vegin.
Tað kanst tú lesa eitt sindur meiri um her: Hann var ræðuliga glaður.