Tí at tað, sum vendir niður, vendir upp, plagar at vera at hoyra. Vendingin kann væl brúkast um úrslitini í 3. deild í 14. umfarinum. Í síðstu viku søgdu vit, at nógv bendi á, at Skáli fór at vinna deildina. Møguleikin er framvegis stórur fyri hesum. Oddasessurin hjá skálamonnum er eins tryggur nú, sum hann var undan vikuskiftinum. Men tað er hann ikki, tí teir á oddaliðnum gjørdu so nógv um seg hesa ferð.
Skáli tapti í Fuglafirði móti botnliðnum, men oddasessurin er eins tryggur hjá skálamonnum, tí tey bæði næstu liðini, sum áður hava verið oddalið, og sum liggja framvið at vinna deildina, taptu eisini. AB tapti torføra útidystin í Vági, meðan tað var meiri óvæntað, at B36 skuldi tapa á heimavølli móti B71. Harvið vóru sandoyingar so ófólkaligir, at teir fóru suður aftur um Skopunarfjørð við øllum stigunum ? bæði í 1. deild og í 3. deild.
Komandi vikuskifti eigur Skáli torføran útidyst á Sandi. Vit hava fyrr nevnt, at alt bendi á, at tey trý liðini, sum framvegis eru ovast á støðutalvuni, fóru at vinna heiðursmerkir. Tað eru framvegis líkindi fyri hesum, men nú blanda sandoyingar seg uppí av álvara.
AB skal enn eina ferð um Suðuroyarfjørð, og B36 fær vitjan av VB, sum ikki plagar at standa seg so væl á útivølli, sum teir hava staðið seg á heimavølli. Úrslitini hjá B36 seinastu tíðina boåða kortini frá, at teir ikki hava sama flogið.
Spurningurin um beinleiðis niðurflyting kemur ivaleyst nærri einum svari, tá KÍ hevur verið í Vágum, og ÍF hevur verið á graslíkinum á Svangaskarði. FS Vágar taptu á heimavølli móti TB, og harvið eru vágamenn eisini í niðurflytingarvanda í 3. deild.
FS Vágar?TB
Gongdin hjá heimaliðnum í Miðvági var akkurá tann sama sum tann hjá Liverpool og Manchester United síðsta vikuskifti. Tá teir tríggjar minuttir eftir steðgin við beinleiðis frísparki øktu til 3?0, tóktist alt avgjørt, men soleiðis gekk tað ikki.
Tvørámenn hildu seg mótsatt heimaliðnum at hava havt vánaliga úrtøku burturúr møguleikunum í 1. hálvleiki. Beint eftir 3?0 málið eydnaðist tað hjá Andras Noelse, og so vunnu teir. Spælandi venjarin, Lynge Nielsen, skoraði eitt, og Hallur Christiansen, sum fyrsta partin av kappingarárinum var í álopinum í 2. deild, men sum hevur verið skaddur, skoraði tvey. Sigursmálið skoraði hann, tá fimm minuttir vóru eftir. Tá vóru teir á heimaliðnum bara tíggju.
B68?KÍ
Bæði liðini eru í so nær botninum. Klaksvíkingar vóru so mikið illa mannaðir, at venjarin, Bill Jacobsen var einasti maður á beinkinum. Hann kom inn, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Beint frammanundan hevði Aksel Højgaard á heimaliðnum javnað til 2?2
Mannbjørn Nesá, sum fleiri ferðir hevur verið á besta liðnum, setti hol á. Helmar Lassen, sum fyrr í summar skoraði fleiri mál í 2. deild, javnaði fyri KÍ seks minuttir fyri steðgin, og seks minuttir eftir steðgin legði Allan Poulsen KÍ á odda.
B36?B71
Ein tann minnisríkasti dysturin hjá sandoyingum nakrantíð man vera, tá teir í 1989, tá teir vunnu FM, vunnu 2?0 á B36 í Gundadali. Tað verður ofta tikið til tann dystin. Ellivu ár er long tíð í fótbólti. Burtursæð frá Eli Hentze var eingin av FM vinnarunum á besta sandoyar liðnum sunnudagin. Men á næstbesta liðnum hjálptu tríggir til ? Ib Mohr Olsen, Páll á Reynatúgvu og Torbjørn Jensen. Millum hinar var Alex Nielsen, sum í 1. deildardystinum sat á beinkinum alla tíðina.
Hjá B36 var Bjarni Prior, sum hevur verið skaddur leingi, í álopinum.
Fyrra umfarið fingu liðini hvør sítt mál. Antines Magnussen, sum bara spældi 1. hálvleik, legði tíðliga B71 framum, og stutt undan hvíldini javnaði Bjarni Prior.
Alex Nielsen fekk sigursmálið, tá tað restaðu fýra minuttir. Tá vóru heimamenninir bara tíggju, tí Allan Manai varð rikin av vøllinum, tá tjúgu minuttir vóru eftir.
ÍF?Skáli
Fuglfirðingar eru av álvara farnir undir bjargingarroyndina. Hesa ferð var bitin stórur. Oddaliðið av Skála var greiður favorittur, men tað, sum teir ikki megnaðu í 2. deild, tað megnaðu teir næstbestu í Fuglafirði.
Bogi Lervig hevði sett seg sjálvan á liði saman við Ólavi Ellingsgaard og Bárði Mortensen, sum ikki hevur spælt nakað serligt í ár.
Tað eydnaðist at basa gestunum av Skála, sjálvt um ÍF so at siga allan 2. hálvleiki spældi við tíggju monnum. Jákup Baldvinsson fekk tvey gul kort tíðliga í 2. hálvleiki. Men sum tað so ofta hevur víst seg áður, so var tað eisini hesa ferð. ÍF spílaði seg av álvara út í 2. hálvleiki. Kaysten Rasmussen javnaði til 2?2 beinleiðis uppá fríspark, tá seinna umfarið var eitt korter gamalt, men ÍF svaraði væl og virðiliga aftur, og nú er bjargingin ikki púra ómøgulig.
VB?AB
Aftur eitt vónbrot hjá argjamonnum, sum sakna málverjan Jóhan Stenberg. Hann hevur brotið hondina og verður neyvan við aftur í ár. Útispælarar skiftast um at verja málið, og tð kostar eitt mál nú og eitt annað tá.
Eftir stórt verjukiks legði toppskjúttin í deildini, Svend Poulsen, AB framum. Gestirnir høvdu møguleikar at økja um leiðsluna, men teir komu ikki nærri enn at raka stólpa og tvørtræ.
Í 2. hálvleiki leikaði javnt á, og tá fingu vágbingar stóra úrtøku. Undan hvíldini javnaði Petur Óli Samuelsen, sum undan summarsteðginum fleiri ferðir var á besta VB liðnum. Hann hevur verið burturstaddur. Egil Steintórsson, sum hevur verið í Íslandi í summarfrí, var við aftur og legði VB framum, og við einum rimmar langskoti staðfesti stórskjúttin frá 13. umfarinum, Per Joensen, heimasigurin.
14. umfar
FS Vágar?TB 3?4 (2?0)
1?0: Petur Niclassen 30.
2?0: Magnus Simonsen 41.
3?0: Magnus Simonsen 48.
3?1: Andras Nolsøe 51.
3?2: Hallur Christiansen 62.
3?3: Lynge Nielsen 70.
3?4: Hallur Christiansen 85.
Reytt kort: Bárður Joensen, FSV, 75.
B68?KÍ 2?2 (1?1)
1?0: Mannbjørn Nesá 13.
1?1: Helmar Lassen 39.
1?2: Allan Poulsen 51.
2?2: Aksel Højgaard 55.
B36?B71 1?2 (1?1)
0?1: Antines Magnussen 8.
1?1: Bjarni Prior 39.
1?2: Alex Nielsen 86.
Reytt kort: Allan Manai, B36, 70.
ÍF?Skáli 4?2 (2?1)
1?0: Jákup Baldvinsson 11.
1?1: Janus Trúgvason 37.
2?1: Bogi Lervig 43.
2?2: Kaysten Rasmussen 60.
3?2: Martin Hansen 65.
4?2: Ken Bærendsen br 90
Reytt kort: Jákup Baldvinsson, ÍF, 55.
VB?AB 3?1 (1?1)
0?1: Svend Poulsen
1?1: Petur Óli Samuelsen
2?1: Egil Steintórsson
3?1: Per Joensen
15, umfar verður 2. september
FS Vágar?KÍ
B68?ÍF
B36?VB
TB?AB
B71?Skáli