byrjanini vóru tað tær, sum góvu TB størstu mótstøðuna, men nú sær út til, at bæði Mjølnir og Dráttur hava yvirhálað tær á formkurvuni. Tað skilst, at venjingin hjá ÍF ikki hevur verið heilt so góð síðstu [...] vikuskifti. Men tað mundi kortini ikki kennast so drúgt, tí sjálvt um liðið spældi tveir dystir ístaðin fyri ein, sum er vanligt, so vunnu tær báðar. Leygardagin vitjaði Fleyr á Giljanesi, og tað endaði við [...] spælt betri dystir enn tann leygardagin, men tað sum hevur størst týdning, er at vinna. So má spælið koma í aðru røð. ÍF lá eisini eftirá Sunnudagin var tað so ÍF, sum stóð á skránni, og hetta bleiv ein
Fyri fyrstu ferð, síðani tað varð staðfest, at KÍ hevur endurvunnið FM heitið, eru meistararnir á vøllinum, nú teir hita upp við Løkina í Runavík. Merkisvert er tað, at tað nú eru tvær stjørnur knýttar [...] knýttar at búmerkinum. Higartil hevur tað verið ein stjørna. Ein stjørna er fyri hvørji 10 FM heiti, og tá ið KÍ nú hevur vunnið 20 FM, eru tvær stjørnur á bringuni. Hjá KÍ er 18 ára gamli Silas Gaard fyri fyrstu [...] ellivu á meistaraliðnum. Hann hevur áður bara verið einaferð á besta liðnum – í 10 minuttir. Hjá NSÍ eru allir teir tøkir, sum seinastu ferðirnar hava verið mest á vøllinum. NSÍ og KÍ hava dystast tvær
Tað hevur verið fitt av fólki í býnum í Havn í nátt, men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt. Líkindini at vera úti, vóru ikki nakað serlig, so tá ið skeinkistøðini lótu aftur, skundaðu [...] heima við hús. Løgreglan royndi at mekla, men tá ið tað miseydnaðist tóku tey annan partin við sær á løgreglustøðina, og har hevur viðkomandi so verið í nátt. Men løgreglan hevur eisini kannað ferðsluna [...] løgreglan kannar ferðsluna har, verða bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Men tað var ikki hesa ferð. Løgreglan sigur, at tað var sera lítil ferðsla, og líkindini at koyra vóru ikki nakað serlig, so hesaferð
royndarflúgvingin eydnast væl, hevði tað sambært NTB verið fyrsta sjósetingin av einum orbital-sjósetingarfari úr evropeiska meginlandinum. Somuleiðis hevði tað verið fyrsta útsending av slíkari rakett frá [...] stutt eftir at hon varð skotin upp. Tað vísa livandi myndir frá staðnum. "Spectrum" misti framdrift eftir umleið 25 sekundum, og eftir tað datt hon niður móti jørðini. Tað siga norska tíðindastovan NTB og [...] er bygd til at senda fylgisveinar í ringrás kring jørðina. Eftir ætlanini skuldi fráferðin longu verið mánadagin, men hon er útsett fleiri ferðir í vikuni vegna vánaligt veður. "Spectrum"-rakettin er 28
i hjá FC Suðuroy verið tey ovastu á støðutalvuni, og soleiðis verður tað í kvøld og eisini tríggjar tær næstu ferðirnar. Spælið hjá FC Suðuroy hevur verið á heilt góðari leið, men tað er ikki eydnast at [...] útivølli ímóti EB/Streymi. Hjá B36 er tað ivasamt, um Hannes Agnarsson verður førur fyri at spæla. Vágbingurin í B36, Heini Vatnsdal, hevur leingi verið skaddur. Nú er tað tætt við, at hann aftur er førur fyri [...] eru at spæla ímóti B36. Fyrsta bríksl í Gundadali verður klokkan 18.30. Teir í B36 eru særdir, tí tað var vónbrot, tá ið teir á heimavølli vóru favorittar ímóti EB/Streymi, sum fór til hús við 2-0 sigri
vaksin á ólavsøku hevur tað altíð verið stuttligt at hitt fólk aftur, sum eg eri komin at kenna ígjøgnum lívið frá skúlagongd, ítrótti, Zarepta, útbúgvingartíðini í Danmark o.s.fr. Tað er altíð stuttligt at [...] Hvat er tað besta við ólavsøkuni? Á ólavsøku er hýrurin altíð góður, og føroyski búnin setur sín serstaka dám á. Tað eru fleiri og fleiri, sum eru í føroyska búnanum á ólavsøku, og eg haldi tað rigga avbera [...] avbera væl. Somuleiðis setur tað eisini sín dám á ólavsøkuna at síggja útlendskar gestir í teirra tjóðarbúna. Kappróðurin hevur eisini altíð verið spennandi, og í ár eru tað serliga bátarnir her norðuri
slær fast, at tað kemur ikki upp á tal, at HB venjarin fer nakran veg: ? At tað er stórur áhugi fyri felagnum hjá okkum, fekk eg enn eina ferð staðfest hóskvøldið og fríggjadagin, tá tað frættist, at [...] vóru samráðingar millum KÍ og Ion Geolgau. Tað var orsøkin til, at KÍ nevndin greiddi peningastuðlunum frá, hvussu landið lá. Leita eftir styrki Tað hevur verið skrivað og tosað nógv um vánaliga kappingarárið [...] úrtøkan ikki hevur verið so góð í ár. Leita tit eftir spælarum í Føroyum ella uttanfyri landoddarnar? ? Tað dugi eg ikki at siga. Saman við Ion hava vit roynt at hava útlendingar eina ferð. Tað eydnaðist ikki
Tíðin er farin frá langa hátíðarhaldinum, tá ið tað gongur meiri enn ein tími at handa øll steypini og allar metalkrónurnar. Tað hevði hesa ferð við sær, at tað, sum í gomlum døgum var mest hátíðarkenda løtan [...] toppi, og alt gekk upp á stás. Men fyri HR var tað merkisvert, at tað fyri einastu ferðina á árinum bara eydnaðist bátum hjá felagnum at vinna ein róður. Tað vóru genturnar umborð á Drekanum, sum vardu æruna [...] tíðindasendingina. Tað er ikki okkara uppgáva at geva HR og RSF ráð og vegleiðing í, hvussu teir skulu loysa keðiligu støðuna, sum handanin av gulli og skreyti tykist at vera komin í. Tað eru felagið og sambandið
latið upp í Sørvági, og tað sær út til at draga eitt sindur av fiski við sær. Tað koma fleiri bátar at landa, sigur Vinjard Joensen. Eitt sindur betri hevur tað eisini verið til fiskarí, letur hann at [...] at. Flutningsmøguleikarnir eru ikki nóg góðir. Tað er alt ov ofta, at tað steðgar upp um Vestmannasund. Tað kunnu ganga tímar at bíða eftir flutningi, og tað kostar nógv. Vinjard gleðir seg til undirsjó [...] mai mánað 1998. Hann sigur, at tað hevur verið heilt óvanliga slakt við fiski hesi bæði árini. Minni enn menn vita um, sigur hann. Slíkt er sera tungt at arbeiða við, og tað hevur bara borið til við at halda
enn landsstýrið ætlaði enn at tað skuldi verið. Eftir uppskotinum hjá landsstýrinum hevði hallið á fíggjarlógini næsta ár verið 219 milliónir krónur. Men eftir at hava verið ígjøgnum kvørnina í fíggjarnevndini [...] hallið verið 50 milliónir lægri og hevði tað verið, hevði hallið komið niður á 160 milliónir. Og høvdu aðrar lógarbroytingar verði settar í gildið, sum ætlanin var at seta í verk, hevði hallið verið undir [...] útaftur í ymsum útreiðslum. Tað er júst hetta, sum er torført, tí beinanvegin tað fer at ganga betri, veksa eisini krøvini frá politikarum til útbyggingar av ymsum slagi. Tað verður eisini neyðugt at vit