venjari
Fríggjadagin var at lesa í blaðnum, at HB venjarin, Ion Geolgau, er ovast á ynskilistanum hjá klaksvíkingum. Og lokalblaðið í Klaksvík, Norðlýsið, hevði sama dagin somu tíðindini.
Men stjórin í Havnar Fótbólti, Steinfinn Mittelstein, slær fast, at tað kemur ikki upp á tal, at HB venjarin fer nakran veg:
? At tað er stórur áhugi fyri felagnum hjá okkum, fekk eg enn eina ferð staðfest hóskvøldið og fríggjadagin, tá tað frættist, at klaksvíkingar høvdu áhuga at fáa Ion norður. Telefonin kimaði aftur og aftur, og HB viðhaldsfólk vildu vita, hvussu tað nú var vorðið.
Og hvat segði tú teimum?
? Eg segði teimum, at tá vit eftir GÍ dystin settu Ion Geolgau aftur í venjarasessin ? eftir at spælararnir høvdu heitt á okkum og Ion var gingin við til at taka við aftur ? so var tað undir somu treytum, sum vóru galdandi frammanundan. Fyrr í ár longdu vit sáttmálaskeiðið til og við 2003, og soleiðis verður tað. Vit, sum hava ábyrgd í felagnum, og venjarin hava onga ætlan um at broyta hetta, og so er tað líka mikið, hvat er og verður at frætta frá onkrum, sum verður sagdur at standa leiðsluni nær, sigur ein avgjørdur stjóri í Havnar Fótbólti.
Úr Klaksvík frætta vit, at tað í síðstu viku vóru samráðingar millum KÍ og Ion Geolgau. Tað var orsøkin til, at KÍ nevndin greiddi peningastuðlunum frá, hvussu landið lá.
Leita eftir styrki
Tað hevur verið skrivað og tosað nógv um vánaliga kappingarárið hjá HB, og bæði alment og privat hevur so at siga við luppi verið leitað eftir orsøkum. Tí skulu vit ikki gera burturúr hesum, men í HB eru teir farnir undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár:
? Vit rokna við, at so at siga allir, sum hava verið við í ár, aftur fara at spæla komandi ár. Vit vóna, at teir, sum hava verið skaddir, fara at koma fyri seg aftur, og so ætla vit at styrkja um hópin. Gongdin hevur víst, at tað er neyðugt við berandi kreftum at hjálpa ungu og evnaríku monnunum, sum heilt víst eru mentir, sjálvt um úrtøkan ikki hevur verið so góð í ár.
Leita tit eftir spælarum í Føroyum ella uttanfyri landoddarnar?
? Tað dugi eg ikki at siga. Saman við Ion hava vit roynt at hava útlendingar eina ferð. Tað eydnaðist ikki væl, m. a. tí útlendingarnir vóru skaddir. Men tað er torført at fáa fatur á føroyskum spælarum, sum kunnu lyfta spælið nógv upp, so um tað eydnast at finna fram til góðar útlendingar, sum avgjørt verða mettir at fara at styrkja um liðið hjá okkum, so taka vit fegnir av, eru orðini hjá Steinfinni Mittelstein.
Og so vita klaksvíkingar, at teir tvey tey næstu árini kunnu gloyma alt um Ion Geolgau. Um tað verður Kurt Mørkøre, Oddbjørn Joensen, Tomislav Sivic ella onkur annar, sum skal standa fyri venjingini, verður ivaleyst meiri at frætta um ? ivaleyst um ikki so langa tíð.