Flogbóltur
Fyri Drátt var hetta eitt drúgt vikuskifti. Men tað mundi kortini ikki kennast so drúgt, tí sjálvt um liðið spældi tveir dystir ístaðin fyri ein, sum er vanligt, so vunnu tær báðar.
Leygardagin vitjaði Fleyr á Giljanesi, og tað endaði við einum tryggum 3-0 sigri til Drátt.
Hvørki av liðunum hevði stórspæli frammi, og serliga hjá Fleyr gekk illa í hond. Tær spældu snøgt sagt ein av sínum vánaligastu dystum á árinum.
Dráttur hevur eisini spælt betri dystir enn tann leygardagin, men tað sum hevur størst týdning, er at vinna. So má spælið koma í aðru røð.
ÍF lá eisini eftirá
Sunnudagin var tað so ÍF, sum stóð á skránni, og hetta bleiv ein nógv javnari dystur enn tann dagin fyri. Dráttur vann 3-2, eftir at liðini skiftust um at vinna settini. Men serliga í fimta setti kom verulig ferð á spælið hjá Drátti, og eftir hesar báðar sigrarnar hava tær drigið seg upp eftir stigatalvuni.
Hjá ÍF kom sigurin illa við. Í byrjanini vóru tað tær, sum góvu TB størstu mótstøðuna, men nú sær út til, at bæði Mjølnir og Dráttur hava yvirhálað tær á formkurvuni.
Tað skilst, at venjingin hjá ÍF ikki hevur verið heilt so góð síðstu vikuna, sum hon annars hevur verið, tí leikarar hava verið upptiknir av arbeiði, umframt at tann nógv umrødda kæran sjálvandi setir síni spor.