Tvey tey fyrstu árini vóru linlig, sigur Vinjard Joensen, sum eigur landingarmiðstøðina í Sørvági. Lítið av fiski kom upp á land. Men nú Flakavirkið er byrjað aftur, er líkt til, at fleiri bátar avreiða í Sørvági.
Vinjard Joensen lat landingarmiðstøðina upp í mai mánað 1998. Hann sigur, at tað hevur verið heilt óvanliga slakt við fiski hesi bæði árini. Minni enn menn vita um, sigur hann.
Slíkt er sera tungt at arbeiða við, og tað hevur bara borið til við at halda útreiðslunum niðri, sigur Vinjard Joensen. So hann og familjan hava arbeitt rættiliga nógvar bíligar tímar, greiðir hann frá.
Men nú er nýtt flakavirkið latið upp í Sørvági, og tað sær út til at draga eitt sindur av fiski við sær. Tað koma fleiri bátar at landa, sigur Vinjard Joensen. Eitt sindur betri hevur tað eisini verið til fiskarí, letur hann at.
Hendan dagin, Sosialurin vitjaði í Sørvági, lá Vesturvarði og landaði til flakavirkið. Mest kongafisk, sum varð vigaður og skildur inni á landingarmiðstøðini hjá Vinjardi. Eisini høvdu nakrir bátar verið á útróðri dagin fyri, og tann fiskurin stóð inni á støðini klárur at selja um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya á Toftum.
Vinjard Joensen sigur, at teir arbeiða í tøttum samstarvi við Fiskamarknaðin. Og tað loysir seg eisini há teimum, sum avreiða. Útróðrarmenninir eru væl nøgdir við, at teir sleppa av við fiskin í Sørvági og ikki skulu hava útreiðslur av at koyra hann inn á Toftir.
Millum kassarnar var ein við væl av kalva í. Ein bátur hevði verið við kalvalínu dagin fyri, og tað hevði bara hepnast væl. Teir avreiddu fyri einastaðni millum 30.000,- og 35.000,- krónur hendan dagin.
Annars eru tað bæði trolarar og línubátar, sum saman við útróðrarbátunum leggja upp til landingarmiðstøðina í Sørvági, sigur Vinjard Joensen.
Ein truckur kemur inn í høllina við einum kassa av kongafiski frá Vesturvarða. Fiskurin verður stoyttur í eitt vaskikar, haðani hann fer ígjøgnum skiljilinjuna, sum skilir hann í støddir. Tað standa fleiri kassar undir portrunum út eftir gólvinum, og har fer fiskurin í eftir stødd.
Vinjard fer upp á ein platt at syrgja fyri, at fiskur alla tíðina kemur til flutningsbandið, sum føðir sjálva skiljilinjuna, har ein ungur maður stendur og ansar eftir, at alt gongur, sum tað skal.
Vinjard Joensen sigur, at hann plagar at hava ungdómin til arbeiðis, tá tað ber til. Tey skulu eisini lærast.
Men lærararnar skilir hann ikki. Skulkar ein raskur, ungur drongur tveir tímar úr skúlanum, eru teir eftir honum beinanvegin. Men sjálvir hava teir nú verið burtur frá í tveir mánaðar.
-Nei, eg veit einki, sigur hann og ristir við høvdinum.
Men tað er trupult at hava virki koyrandi í Vágum, letur Vinjard at. Flutningsmøguleikarnir eru ikki nóg góðir. Tað er alt ov ofta, at tað steðgar upp um Vestmannasund. Tað kunnu ganga tímar at bíða eftir flutningi, og tað kostar nógv.
Vinjard gleðir seg til undirsjóvartunnilin.










