- Hvat hevur ólavsøkan at siga fyri teg?
Ólavsøkan er nakað heilt serligt og eitt av hæddarpunktunum á summarinum. Eg havi verið á sera nógvum ólavsøkum. Heilt frá barni av tók pleygumamman hjá mær, Anna, beiggja mín Hans Erik og meg við til Havnar á ólavsøku, soleiðis at vit kundu uppliva hesa stóru hábærsligu stevnu. Tað, sum serliga situr í minninum sum barn, var ólavsøkuskrúðgongan frá løgtinginum oman í Havnar kirkju, nú dómkirkjan. Serliga minnist eg ríkisumboðsmannin í síni hábærsligu fjøðurshúgvu.
Sum vaksin á ólavsøku hevur tað altíð verið stuttligt at hitt fólk aftur, sum eg eri komin at kenna ígjøgnum lívið frá skúlagongd, ítrótti, Zarepta, útbúgvingartíðini í Danmark o.s.fr. Tað er altíð stuttligt at hitta fólk aftur og hoyra, hvussu teimum hevur gingist, hvar tey nú eru o.s.fr.
- Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
Á ólavsøku er hýrurin altíð góður, og føroyski búnin setur sín serstaka dám á. Tað eru fleiri og fleiri, sum eru í føroyska búnanum á ólavsøku, og eg haldi tað rigga avbera væl. Somuleiðis setur tað eisini sín dám á ólavsøkuna at síggja útlendskar gestir í teirra tjóðarbúna. Kappróðurin hevur eisini altíð verið spennandi, og í ár eru tað serliga bátarnir her norðuri, Klaksvíksingur, Fípan Fagra og Sundabáturin, sum eg eri spent uppá at síggja. Harafturat er altíð onkur góður fótbóltsdystur á skránni.
Tá eg var miðskeiðis í 20’unum, arbeiddi eg sum løgreglukvinna á fleiri ólavsøkum. Tað var nakað serligt at hava vakt á ólavusøku. Nógv løgreglufólk vóru á vakt, og huglagið var gott. Tá vit gingu patrulju eftir Áarvegnum og aðrastaðni í býnum, vóru altíð nógv fólk, sum vildu tosa við okkum um ymiskt, eisini at biðja um hjálp ella boða frá einhvørjum. Tað, sum eyðkendi ólavsøkugestirnar var, at fólk sum heild vóru blíð og fitt at práta við. Á løgtingsskrúðgonguni ólavsøkudag skal politiið eisini vera til staðar, og er tað eisini ein serlig løta. Tað hava sjálvandi eisini verið tyngri løtur, men tað hoyrir arbeiðinum til.
- Hevur tú eitt serligt ólavsøkuminni?
Eg kundi sagt frá einum av fyrstu ólavsøkunum, eg var til sum løgreglufólk, fyri umleið 30 árum síðani. Eg var ung og nýútbúgvin og í fínasta politibúnanum. Tá var so sjáldsamt at síggja kvinnuligar politistar. Tað var bara Kristina Christiansen aftrat mær, og hon var júst farin í barsilsfarloyvi. Tað hevði regnað sera illa, og nógv fólk gingu við regnskjóli. Men so sleit í, og regnskjólini vórðu sligin saman aftur.
Ólavsøkufólkini gingu tætt at hvørjum øðrum, og har gekk eg í hvítari kaskett og hvítum handskum, so fín, so fín. Knappliga føldi eg, tað ein ungur maður stakk samanklappaða regnskjólið ímillum beinini á mær. Eg vendi mær við í einum, tók í gerningsmannin og skuldsetti hann og handtók hann.
Nøkur ár seinni, í eini sending í útvarpinum, skrivaði ein maður inn og greiddi frá einum tilburði, sum gjørdi, at hann fekk virðing fyri kvinnuligum politistum. Tá hevði hann verið vitni til hesu somu hendingina og var blivin imponeraður av kvinnuliga politistinum, sum so væl tók sær av støðuni.