Tá løgreglan í gjár kannaði ein bilførara, vísti tað seg, at hann hevði drukkið ov nógv til at koyra bil. Hann var handtikin, blóðroynd varð tikin, og hann varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Løgreglan varnaðist ein mann, sum sat í einum bili og svav. Fyri at tryggja sær, at hann ikki fór at koyra avstað við bilinum, tók løgreglan lyklarnar frá honum. Hann má so á politistøðina eftir lyklinum, tá tað er runnið av honum aftur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Annars hevur verið friðarligt í býnum í nátt, sigur løgreglan. Tey kannaðu nøkur vertshús í nátt í Havn og í Klaksvík, og hvar var alt í lagi sigur vaktleiðarin.