Klokkan 18 í kvøld fer fram søgulig hending á Tórsvølli.
Fyri fyrstu ferð verður ein EM-finala í fótbólti leikt í Føroyum. Talan er um U17 EM-finaluna hjá kvinnum.
Tað eru tvey lið úr innleiðandi bólkinum hjá Føroyum, Niðurlond og Noreg, ið møtast í finaluni.
Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu Niðurlond 2-0 á Noregi á Tórsvølli. Niðurlond hava ikki tapt ein dyst í hesum endaspælinum.
Føroyar taptu 0-9 og 0-10 fyri Niðurlondum og Noregi í innleiðandi bólkinum.
Tær norsku hava tó ein eyka motivasjónsfaktor í dag. Tað er norskur tjóðardagur - 17. mai - í dag.
Føroyingar yvirhøvur eru norðurlendskt sinnaðir, og tí kann væntast, at Noreg fer at fáa størri stuðul á Tórsvølli í kvøld.
##med2##