Nýggjur maður undir liðini á Pálli

KÍ hevur nýtt búmerki á bringuni ímóti NSÍ, sum spælir fyri lívinum í fremstu røð

Fyri fyrstu ferð, síðani tað varð staðfest, at KÍ hevur endurvunnið FM heitið, eru meistararnir á vøllinum, nú teir hita upp við Løkina í Runavík. Merkisvert er tað, at tað nú eru tvær stjørnur knýttar at búmerkinum. Higartil hevur tað verið ein stjørna. Ein stjørna er fyri hvørji 10 FM heiti, og tá ið KÍ nú hevur vunnið 20 FM, eru tvær stjørnur á bringuni.

 

Hjá KÍ er 18 ára gamli Silas Gaard fyri fyrstu ferð millum teir fyrstu ellivu á meistaraliðnum. Hann hevur áður bara verið einaferð á besta liðnum – í 10 minuttir.

 

Hjá NSÍ eru allir teir tøkir, sum seinastu ferðirnar hava verið mest á vøllinum. NSÍ og KÍ hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Í Runavík vann KÍ í fjórða umfari 4-0, og í Klaksvík endaði tað 4-2 til heimaliðið, eftir at NSÍ var frammanfyri 2-1, inntil tað restaðu 18 minuttir.

 

 

 

NSÍ – KÍ kl. 15.00

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

KÍ: Mathias Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic – René Shaki Joensen, Jóannes Bjartalíð, Mads Bo Mikkelsen – Silas Gaard, Páll A. Klettskarð, Árni Frederiksberg

 

NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard, Miska Rautiola, Atli D. Petersen – Betuel Hansen, Mathias Nielsen – Jørgen Nielsen, Mórits Heini Mortensen, Lukas G. Giessing – Klæmint A. Olsen