Isar Aerospace/NTB/Ritzau Scanpix

Rakett í Noregi datt niður stutt eftir fráferð

Stjórin fyri rúmdarfelag hevur áður kallað tað væleydnað, um rakettin kom upp í luftina.

Isar Aerospace/NTB/Ritzau Scanpix

"Spectrum"-rakettin, sum fór á flog úr Andøya í Norðurnoregi í dag, datt niður stutt eftir at hon varð skotin upp. Tað vísa livandi myndir frá staðnum.

"Spectrum" misti framdrift eftir umleið 25 sekundum, og eftir tað datt hon niður móti jørðini.

Tað siga norska tíðindastovan NTB og netmiðilin VG frá.

Rúmdarfelagið Isar Aerospace, sum hevur heimstað í München í Týsklandi, stendur aftanfyri rakettina.

Útskjótingin skuldi vera ein royndarflúgving av rakettini. Hon er bygd til at senda fylgisveinar í ringrás kring jørðina.

Eftir ætlanini skuldi fráferðin longu verið mánadagin, men hon er útsett fleiri ferðir í vikuni vegna vánaligt veður.

"Spectrum"-rakettin er 28 metrar høg, er tveir metrar í tvørmáti og hevur eitt farmarúm sum rúmar upp til eitt tons.

Men undir royndarflúgvingini í dag skuldi rakettin ikki bera nakran farm, hevur Isar Aerospace áður boðað frá.

Daniel Metzler, sum er ein av stovnarunum og stjóranum í Isar Aerospace, hevur kallað tað væleydnað, um rakettin bara sleppur í luftina.

Hann segði við tíðindastovuna AFP í gjár, at hann ikki væntaði, at "Spectrum" fór at koma í ringrás um jørðina við fyrstu royndarsendingini.

Hevði royndarflúgvingin eydnast væl, hevði tað sambært NTB verið fyrsta sjósetingin av einum orbital-sjósetingarfari úr evropeiska meginlandinum.

Somuleiðis hevði tað verið fyrsta útsending av slíkari rakett frá norska rúmdarmiðstøðini Andøya Spacesport.

 

/Ritzau/

 

 

Isar Aerospace/NTB/Ritzau Scanpix