Talið av deyðum í einum stórum eldi, sum hevur herjað í fleiri háhúsum í Hong Kong, er komið upp á 128.
Tað boðaðu myndugleikarnir frá fríggjadagin, sambært tíðindastovunum AFP og Reuters.
79 fólk eru fráboðað særd, og nógv eru framvegis saknað.
Eldurin byrjaði mikudagin, og síðani hava sløkkiliðsfólk stríðst við eldin í teimum høgu bygningunum.
Í morgun boðaði ein talsmaður fyri stjórnina frá, at sløkkiarbeiðið er liðugt.
Bjargingarfólk hava stríðst við nógvan hita, tættan royk og niðurdotnar byggipallar og grót, meðan tey royna at røkka íbúgvum, sum tey óttast fyri eru fangaðir á ovaru hæddunum í bygningunum.
Talan er um átta bygningar við umleið 2.000 íbúðum, har 4.600 fólk búgva.
Bygningarnir vóru umvældir, tá eldurin kyknaði.
Varasløkkiliðsleiðarin, Derek Chan, segði fríggjadagin, at flestu ofrini vóru funnin í tveimum av bygningunum, meðan sløkkiliðsfólkini funnu yvirlivandi í øðrum bygningum, skrivar Reuters.
Millum tey særdu eru 12 sløkkiliðsfólk. Hjá einum teirra er støðan álvarslig, siga myndugleikarnir.
Tríggir menn frá byggifelagnum, sum stóð fyri umvælingini, eru handtiknir og eru undir illgruna fyri óviljað manndráp.
Talan er um deyðiligasta eldin í Hong Kong í næstan 80 ár. Í 1948 lótu 176 fólk lív í einum stórum eldi.
Myndugleikarnir í Hong Kong fara at kanna øll bústaðarøki, sum eru undir stórum umvælingum eftir deyðiliga eldsbrunan, sigur borgarstjórin í Hong Kong, John Lee.
Hong Kong er ein av heimsins tættastu býum og er fyltur við háhúsum.
Ritzau/AFP
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##











































