Fíggjarlógin 2006
Vit sluppu undan at gera nøkur álvarslig høgg. Men kortini eydnaðist tað at minka hallið á fíggjarlógini nakrar milliónir.
Týsdagin samtykti Løgtingið fíggjarlógina fyri 2006 og Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini fegnast um, at tað eydnaðist at minkað hallið enn meiri enn landsstýrið ætlaði enn at tað skuldi verið.
Eftir uppskotinum hjá landsstýrinum hevði hallið á fíggjarlógini næsta ár verið 219 milliónir krónur.
Men eftir at hava verið ígjøgnum kvørnina í fíggjarnevndini, er endaliga úrslitið, at hallið verður slakar 212 milliónir.
Tað er úrslitið, hóast ein útreiðsla upp á 50 milliónir til Hovstunnilin, er sett á fíggjarlógina afturat.
Upprunaliga var ætlanin, at Hovstunnilin skuldi leggjast í eitt partafelag og so hevði hallið verið 50 milliónir lægri og hevði tað verið, hevði hallið komið niður á 160 milliónir.
Og høvdu aðrar lógarbroytingar verði settar í gildið, sum ætlanin var at seta í verk, hevði hallið verið undir 150 milliónir. Talan var um prístalsreguleringar av ávísum pensjónum, endurgjald fyri barnapening og annað, sum kosta einar 10-15 milliónir.
Anfinn Kallsberg ásannar, at fyri so vítt kann tað gera tað sama, um Hovstunnilin stendur beinleiðis á fíggjarlógini, ella um hann er í einum partafelag.
Men stendur hann á fíggjarlógini, skal alt setast av í einum ári. Hevði hann ligið í einum partafelag, kundu útreiðslurnar hinvegin verðið toygdar yvir fleiri ár.
Ì fíggjarnevndini varð stórur dentur lagdur á at gjøgnumganga hvørt einasta málsøkið og tað eru eisini ymsar sparingar settar í verk her og har, uttan kortini at høgga so djúpt. Hinvegin eru nógvar smár broytingar gjørdar, men á øllum teimum eymu økjunum, heilsuverk og almannaverk, eru ikki tær stóru sparingarnar gjørdar, hóast vit ikki hava góðtikið allar hækkingarnar, sum landsstýrið hevur biðið um.
Harafturímóti eru eisini summar útreiðslur, sum hækka. Samstundis er tað eisini farið at ganga frægari í samfelagnum við tað, at inntøkurnar hækka.
Anfinn Kallsberg sigur, at annars er lagt upp fyri lønarhækkingum á fíggjarlógini, so at almennir stovnar fáa endurgjald fyri tær lønarhækkingarnar, sum nú liggja í kortunum.
Kortini eru ymsar sparingar gjørdar á summum økjum og á øðrum økjum eru játtanirnar hækkaðar. Størsta einstaka hækkingin er á eldraøkingin, har játtanin er hækkað 27 milliónir.
Anfinn Kallsberg sigur, at tann hækkingin er eitt úrslit av eini politiskari raðfesting sum sigur, at stórur dentur skal leggjast á at útbyggja eldraøkið við fleiri røktarheimum.
Hallið skal burtur
Anfinn Kallsberg staðfestir kortini, at tað framvegis er hall á fíggjarlógini. Hann staðfestir eisini, at hallið skal burtur.
Men nú er hallið ikki størri enn so, enn at bara eitt sindur av viðgongd er í samfelagnum, skuldi tað eydnast at fingið javnvág í aftur.
Samstundis staðfestir formaðurin í Fíggjarnevndini eisini, at tað krevur eisini, at politikarar hava rygg til at føra ein strangan fíggjarpolitikki, so at tær inntøkur, sum ein viðgongd í samfelagagnum fara at geva landskassanum, ikki verða gjaraðir útaftur í ymsum útreiðslum.
Tað er júst hetta, sum er torført, tí beinanvegin tað fer at ganga betri, veksa eisini krøvini frá politikarum til útbyggingar av ymsum slagi.
Tað verður eisini neyðugt at vit gera tær skipanir vit hava á ymsum økjum, nógv einfaldari enn tær eru. Nógvar lógir eru danskar lógir, ella lógir, sum eru týddar úr donskum og gjørdar til føroyskar lógir. Men hetta eru lógir, sum eru smíðaðar til eitt samfelag, sum er 100 ferðir størri enn okkara og tað er ikki altíð, at tær hóska til føroysk viðurskifti.
Formaðurin í fíggjarnevndini heldur tískil, at tað verður neyðugt at fáa eitt einafaldari lógarsmíð á nógvum økjum, so at tað hóskar betri til føroysk viðurskifti og verður lættari at handfara, enn tær mangan eru nú.
Men hann vil ikki nevna ávís øki, tí hann heldur, at hetta eru galdandi fyri øll øki.
Tað krevur stóra orku at broyta tey viðurskiftini, men tað gongur illa at fáa politikarar at játta pening til tað orkuna. Tí vænti eg kortini ikki tær stóru broytingarnar tey næstu árini, leggur Anfinn Kallsberg afturat.










