Friðarligt í nátt - fólk skundaðu sær til hús

Á einum vegastrekki í Havn koyra bilar altíð og skjótt - men ikki hesa ferð

Tað hevur verið fitt av fólki í býnum í Havn í nátt, men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt. Líkindini at vera úti, vóru ikki nakað serlig, so tá ið skeinkistøðini lótu aftur, skundaðu fólk sær til hús aftur.

 

Men í gjárkvøldið vóru boð eftir løgregluni, tí fólk vóru komin til ilnar heima við hús. Løgreglan royndi at mekla, men tá ið tað miseydnaðist tóku tey annan partin við sær á løgreglustøðina, og har hevur viðkomandi so verið í nátt.

 

Men løgreglan hevur eisini kannað ferðsluna og har varð ein bilførari tikin fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi. Men upp aftur verri var, at tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra við kenning.

 

Eitt óhapp hendi í hálkuni, tað var Millum Fjarða, har ein bilur gleið út av. Eingin fólkaskaði var, og løgreglan sigur, at bilurin hevði góð dekk og at bilførarin var edrúur.

 

Annars vóru tey eisini og kannaðu ferðsluna á Glyvursvegi, sum gongur úr Havn, um nýggju brúnna um Sandá og heilt niðan til skúlan á Argjum. Har er bara loyvt at koyra 50, men hvørja ferð løgreglan kannar ferðsluna har, verða bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

 

Men tað var ikki hesa ferð. Løgreglan sigur, at tað var sera lítil ferðsla, og líkindini at koyra vóru ikki nakað serlig, so hesaferð varð eingin tikin.