liðin síðani tað á fyrsta sinni bar til at staðfesta, at list- og bókmentatiltakið hjá forlagnum Eksil á G!Festivalinum hevði ment seg til ein sjálvstøðugan festival í festivalinum og at tað er hesin list- [...] onnur raðfesta og gleða okkum til á G! Soleiðis skrivar Kinna Poulsen m.a. á listaportal.com. Í ár var hesin parturin størri enn nakrantíð og byrjaði longu mikudagin í Norðurlandahúsinum og helt síðan fram [...] altjóða luttakarum gevur neyðugt gjøgnumrák í okkara lítla mentanarheimi, skrivar Kinna Poulsen í longri grein á listaportal.com. Greinin kann lesast í fullari long her, eins og myndir eru at síggja: http://www
vóru í uppskoti. Tað sigur Dánjal Jacobsen, reiðari. Hann fór síðan at hyggja at, hvørjar litir hann kundi hugsað sær, at skipini høvdu. - Eg vildi, at Vesturbúgvin skuldi síggja longri út og ikki tykjast [...] - Teir, sum lótu Eysturbúgvan smíða, spurdu, um teir kundu brúka sama lit sum vit, og sjálvandi var tað í lagi. Reiðarin sigur, at Eysturbúgvin varð hin fyrsti, sum soleiðis fekk litin, ið hann hevði skotið
Hann sigur, at tað sjálvandi ikki ber til at greina ein fiskivinnupolitikk út frá einum einstøkum dømi, men tað, sum var rætt í 90-unum, nýtist ikki neyðturviliga at vera rætt í dag. - Tað er okkurt, sum [...] veiðina í 90-árunum, átti at verið endurskoðaður, tí tað er ikki vist, at hann er hóskandi sum útrokningarháttur í dag, sigur Jørgen Niclasen. Tað var hann sjálvur, sum í síni tíð sum fiskimálaráðharri innførdi [...] fyri húkaflotan. Seinni vísti tað seg, at bruttotons var ein undarlig útrokning, og tí broytti Jacob Vestergaard útrokningarháttin til volumen ferðir maskinorku í staðin. - Tað kann vera, at vit skuldu nýtt
at tað var tann 26 ára gamli, sum kom við hugskotinum um at seta eld á, og at tað var hann, sum fór eftir dunkinum, breyt rútin, helti bensin á og setti eld á. Rekonstruktión Hetta var eisini tað, sum [...] tíbetur ikki so illa. Tað vísti seg, at eingin var inni, og at løgreglan var so skjót á staðnum, at hon fekk tálmað eldinum til sløkkiliðið kom fram og fekk sløkt. Ein 19 ára gamal maður er kjarnan í hesum [...] gamli greiddi frá fyri so vítt í rættinum. Hann dugdi tó ikki at siga, um tað var hann sjálvur, sum hevði helt bensinið á, ella tað var hin 19 ára gamli. Men her kom ein rekonstruktión av hendingini – ein sonevnd
burturúr inni í Skála-brotsteiginum, eftir at Frank Poulsen hevði sent hornaspark innfyri. Bartal var avgjørdur, tá bólturin endaði hjá honum, og so var 4-0. Frank var annars maðurin, sum var upphavið [...] Málið til 2-0 var eisini ein skallari, men hesa ferð uttan rangstøðu, og tveir minuttir seinni var tað frá brotssparksblettinum, at Bartal kundi økja til 3-0, eftir at Nenad Saric var farin um koll. [...] upphavið til 1-0 málið, sum var tað einasta fyri steðgin, tá hann smekkaði til úr langari frástøðu, men rakti ein verjuspælara hjá mótstøðuliðnum, so bólturin broytti kós og endaði í málinum hjá prísgivna Esbern
annan tíma, men onkur kundi uttan iva hugsað sær at sitið enn longri. Sjálvt tey smæstu børnini vóru sitandi gjøgnum allan leikin, og tað má uttan iva teljast sum eitt pluss hjá fyrireikarunum. Vit reisast [...] fult av fólki, nøkur stenda uttanfyri og royna at fáa enda á síðstu sigarettini, áðrenn sessast skal inni í salinum. Men meginparturin av fólkinum eru børn, sum renna aftur og fram millum góðgætisbúðina og
í ár. Marjun er uppvaksin í Klaksvík. Hon er ættleid úr Korea. – Eg var kanska millum tey fyrstu ættleiddu, ið komu til Føroya. Eg var í øllum førum fyrsta genta úr Korea, ið kom til Klaksvíkar, sigur Marjun [...] úla, í kirkju og til skótar, verið virkin í tónleiki við kóri og klaveri, og annars verið til tað, sum var í Klaksvík, sigur Marjun, ið sum 19 ára gomul fór til Danmarkar, Århus, at lesa Guðfrøði. – Eg [...] Einaræðisharrar hava vald. Hóast vit í Føroyum hava tað gott, so eru álvarsligir spenningar ymsastaðni í heiminum, sigur Marjun. – Hetta gevur eitt suð í búkin. Tað er stórt og gleðiligt, kanska ræðandi á ein
avvísa, at talan kann gerast um longri leigumál enn teir upprunaligu tríggjar mánaðirnar. Trupulleikin í fjør var, at tá ferðafólkið skuldi hava sínar bilar við Norrönu, skapti tað eitt plásstrot umborð á ferjuni [...] mikið stór, at tað í fjør knípti álvarsliga við plássi umborð á Norrönu. - Vit hava eina avtalu við Smyril Line um dekspláss umborð á Norrönu, men vit sóu í fjør summar, at plássið ikki var nøktandi. Tí [...] er upprunaliga ein »avlegari« av Smyril Line, sum eigur og rekur Norrönu. Fyri nøkrum árum síðani var hildið frægast, at skilja ferðafólkaflutningin og farmaflutningin sundur, og harvið uppstóð Smyril
í ár, er Dimma frammanfyri Sosialin, men talt saman yvir eitt longri tíðarskeið var Sosialurin fimm prosentstig frammanfyri Dimmu! Tað var søgan í Sosialinum leygardagin, og hon er hvørki misvísandi ella [...] hevur Gallup gjørt enn eina lesarkanning í mai mánaði, sum Sosialurin einki visti um, tá ið greinin var skrivað fríggjadagin. Hon skal vísa, at Dimma er eitt prosentstig frammanfyri Sosialin í lesaratølum [...] ella skeiv. At Dimma nú í eini trongdari støðu roynir at fáa føroyingar at lesa blaðið við at lata tað ókeypis eina ferð um vikuna, ger ivaleyst, at fleiri fólk síggja Dimmu týskvøld, men spurningurin er
ein arctiskan krabba, sum góður prísur var fyri. Hann varð seldur til Japan og Amerika. Undir Føroyum er tað taskukrabbi, teir vænta at fáa, og eitt sindur longri suðuri eitt slag, sum á enskum verður nevnt [...] til krabbaveiður undir Grønlandi fyri einum tveimum árum síðan. Tá var gjørd ein eitt ára avtala við grønlendingar, men tá hon gekk út, var hon ikki longd. Tí kom Borðoyarnes heimaftur, sigur hann. Nú er [...] er so ætlanin at fara at royna undir Føroyum í fyrsta umfari. Verður tað ov lítið, ætla teir at fjakka eitt sindur. Suður á Hatton Bank og heilt yvir á Flemish Cap hava teir ætlanir um at royna, sigur hann