Ikki ordiliga vaksin ? ikki ordiliga barn

Leikurin um Kúlla Knút er spennandi, víttfevnandi og ikki minst stuttligur. Við frálíkum sjónleikaraevnum, góðum røddum og svingandi rútmum verður tú leiddur á eina ferð í eini lítlari bygd, har alt kann henda

Sjónleikur

Klokkan nærkast tíðini, tá leikurin skal byrja. Uttanfyri Sjónleikarahúsið í Havn er fult av fólki, nøkur stenda uttanfyri og royna at fáa enda á síðstu sigarettini, áðrenn sessast skal inni í salinum. Men meginparturin av fólkinum eru børn, sum renna aftur og fram millum góðgætisbúðina og foreldrini. Onkur vil hava ein posa av lakres, meðan onkur annar heldur vil hava eina sodavatn.
Tá síðstu sigarettirnar hjá teim vaksnu eru slóktar, og lummarnir hjá børnunum fyltir við góðgæti av ymsum slag, verður farið innar í salin.
Ljósið er kámt, og spentu eyguni hjá børnunum skyggja sum smáar stjørnur í stólarøðunum.
Spakuliga verður teppið drigið frá, og á pallinum situr ein ungur maður á einum urtagarðsstóli.
Vit, áskoðararnir, eru nú á ferð. Ikki í Havnini, men í eini lítlari bygd, sum eingin kennur. Okkum nýtist heldur ikki at kenna navnið á bygdini, tí í veruleikanum er navnið líkamikið. Hetta kundi verið hvar sum helst ? tín ella mín ella tykkara ella okkara bygd ella býur.

Ein fittur kúllur
Í hesum lítla býi finnast eisini nakrir íbúgvar. Vit hitta millum annað Frú Skund, sum altíð hevur skund, vit hitta handilsmannin Blom, blaðmannin Ívarson og eisini allar floksfelagarnar hjá Kúlla Knúti.
Kúlla Knút hitta vit sjálvandi eisini fleiri ferðir.
So við og við gerast vit kend við øll hesi fólkini á pallinum, og á ein ella annan hátt gerast vit so spakuliga vinir.
Og hóast Kúlla Knút til tíðir kann vera ein ordans kúllur, so gerast vit skjótt samd í, at hetta er ein fittur og sjeikaligur kúllur.
Í stuttum snýr leikurin seg um íbúgvarnir í hesum lítla býi, sum einki navn hevur.
Saman koma tey út fyri alskyns avbjóðingum, onkrar stuttligari enn aðrar. Og hóast leikurin serliga er ætlaður børnum, so eru sanniliga eisini evni at finna, sum fáa tey vaksnu at hugsa eitt sindur.
Evni sum kærleiki, vinarlag, øvundssjúka og ikki minst hetta at gerast vaksin eru at finna í leikinum, og hvør leikari megnar á sín serstaka hátt at vísa ymsar síður av lívinum, sum vit øll kenna til.
Flokkurin hjá Kúlla Knúti er settur saman av ungfólki, sum øll eru ymisk. Men samstundis umboða tey eisini eitt býti, sum er at finna í nærum hvørjum flokki í skúlum runt umkring.
Vit hitta tilflytarin Leslie, sum ikki hóskar rættiliga inn í floksmyndina, men sum hóast alt verður góðtikin, áðrenn leikurin er komin at enda. Ikki minst takkað verið Kúlla Knúti.
Eisini hitta vit Penu Lenu, hvørs yndisregla er: ?Assj, tit eru barnslig!? Men sum leikurin gongur, noyðist eisini hon at viðurkenna, at vit øll hava brúk fyri hvør øðrum.
Kúlla Knút er drongurin, sum onkursvegna altíð fær skyldina fyri allar tær óargagerðir, sum framdar verða í býnum, meðan fitta Lisa altíð fær æruna fyri tær góðu gerðirnar, sum finnast í leikinum.
Stuttligt er at fylgja samanhaldinum hjá teimum báðum, og skjótt er at síggja, at Kúlla Knút als ikki er so kúllaligur, meðan Lisa harafturímóti kann vera eitt sindur kúllalig til tíðir.
Hetta verður alt kryddað við tónleiki og sangi, sum leikararnir sjálvir framføra á pallinum.

Væl frágingin leikur
Leikurin um Kúlla Knút er ein væl kendur leikur, sum Gunnar Geertsen í síni tíð ritaði. Men hetta er fyrstu ferð, at hann verður framførdur í Føroyum. Elin á Rógvu hevur leikstjórnað, meðan Herleif Hammer er framleiðslustjóri. Tey bæði eru sloppin framúr væl frá uppgávum teirra, tí leikurin fangar longu fyrstu ferð, teppið verður drigið frá..
Leikararnir í leikinum kenna allir sítt pláss, og børnini tosa hart og týðiliga, soleiðis at eisini aftasta røðin kann fylgja við.
Serliga sangframførslurnar gera sítt til, at leikurin allan vegin ígjøgnum er undirhaldandi, og av tí sama keðir ein seg ongantíð.
Stuttligt er eisini at síggja so nógvar evnaríkar ungar spælarar í einum leiki. Hetta skuldi avgjørt verið gjørt oftari her á landi.
Hetta merkist eisini á lógvabrestunum, tá leikurin er komin at enda.
Vit hava nú flent, stúrt og fegnast saman við leikarunum í góðan hálvan annan tíma, men onkur kundi uttan iva hugsað sær at sitið enn longri.
Sjálvt tey smæstu børnini vóru sitandi gjøgnum allan leikin, og tað má uttan iva teljast sum eitt pluss hjá fyrireikarunum.
Vit reisast aftur, og seta kós móti úthurðini. Men hóast vitjanin í Sjónleikarahúsinum er liðug fyri hesi ferð, so er Kúlla Knút ikki gloymdur.