Fleiri ár eru liðin síðani tað á fyrsta sinni bar til at staðfesta, at list- og bókmentatiltakið hjá forlagnum Eksil á G!Festivalinum hevði ment seg til ein sjálvstøðugan festival í festivalinum og at tað er hesin list- og bókmentaparturin sum eg og onnur raðfesta og gleða okkum til á G!
Soleiðis skrivar Kinna Poulsen m.a. á listaportal.com.
Í ár var hesin parturin størri enn nakrantíð og byrjaði longu mikudagin í Norðurlandahúsinum og helt síðan fram á G! hósdag, fríggjadag og leygardag. Luttakararnir vóru mangir: Angela Rawlings (ÍS), Sissal Kampmann, Ivan Niclasen, Bergur Djurhuus Hansen, Eva Tind (DK), Siri Ranva Hjelm Jacobsen (Dk/FO), Carl Jóhan Jensen, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Lasse Jæger, Oddfríður M. Rasmussen, Anna Malan Jógvansdóttir, Rannvá Holm Mortensen, Vónbjørt Vang, Jóhan Martin Christansen, Julie Sass (DK), Tummas Jákup Thomsen, Scott Rettberg (US), Randi Samsonsen, Bruno Mikael Eysturstein, Hanni Bjartalíð, Sunniva Guðmundsdóttir Mortensen, David Sebastian Lopez Restrepo (Columbia), Agnes Mols Mortensen, Meejah Soundbath: Mai Young Øvlisen (Dk), Daniel Nayberg (DK) og Andreas Isbrandt Løvenskjold (DK).
Eg haldi, at júst eitt tiltak sum hetta á G!, sum Ida Bencke frá Laboratory for Aestethics and Ecology kurateraði saman við Forlagnum Eksil v/Kim Simonsen og Vónbjørt Vang við bæði føroyskum og altjóða luttakarum gevur neyðugt gjøgnumrák í okkara lítla mentanarheimi, skrivar Kinna Poulsen í longri grein á listaportal.com.
Greinin kann lesast í fullari long her, eins og myndir eru at síggja: