Leigar farmaskip fyri summarið

Stóri vøksturin í farminum hevur gjørt, at Smyril Blue Water saman við Smyril Line hava gjørt av at leiga eitt farmaskip í fyribils tríggjar mánaðir

Flutningsfyritøkan Smyril Blue Water er upprunaliga ein »avlegari« av Smyril Line, sum eigur og rekur Norrönu. Fyri nøkrum árum síðani var hildið frægast, at skilja ferðafólkaflutningin og farmaflutningin sundur, og harvið uppstóð Smyril Blue Water.

Síðani er virksemið vaksið støðugt, og nøgdin av farmi hevur verið so mikið stór, at tað í fjør knípti álvarsliga við plássi umborð á Norrönu.

- Vit hava eina avtalu við Smyril Line um dekspláss umborð á Norrönu, men vit sóu í fjør summar, at plássið ikki var nøktandi. Tí hava vit í ár valt at gera ein leigusáttmála við annað farmaskip, fyribils í tríggjar mánaðir í summar, sigur Heðin Joensen, stjóri á Smyril Blue Water.

Skipið, sum teir hava leigað, eitur Zeran og er av Valetta á Malta. Men hetta skipið fer kortini bert at sigla ein ella tveir túrar upp á Føroyar, tí skipið er ógvuliga høgt og stórt og tí illa hóskandi at sigla upp á Føroyar.

- Vit hava tí útvegað okkum eitt annað skip, Hoburgen, sum er væl lægri enn Zeran, men sum kortini tekur eins nógvan farm. Hetta skipið fer so at sigla fyri okkum summarmánaðirnar, sigur Heðin Joensen.

 

Kanska alt árið

Fyribils fara teir so at síggja tíðina ann, men stjórin á Smyril Blue Water vil ikki avvísa, at talan kann gerast um longri leigumál enn teir upprunaligu tríggjar mánaðirnar.

Trupulleikin í fjør var, at tá ferðafólkið skuldi hava sínar bilar við Norrönu, skapti tað eitt plásstrot umborð á ferjuni, og tí vóru trupulleikar at nøkta tørvin hjá bæði Smyril Blue Water og Smyril Line. Nú er so vald hendan loysnin, og sambært Heðini Joensen kann talan saktans gerast um at leingja leigumálið við Hoburgen.

- Vísir tað seg, at tørvur er á eyka farmaskipi út um hesar tríggjar mánaðirnar, verður helst talan um at leiga skipið alt árið, sigur Heðin Joensen

Allur flutningur av farmi hjá Smyril Blue Water fer fram á trailarum, tí á tann hátt gongur tað skjótt fyri seg at lasta og lossa farmaskipini. Hoburgen er skrásett í Nassau á Bahamaoyggjunum.