Fólkaflokkurin, sum er ein av samgongupartnarunum hjá sitandi fiskimálaráðharra, Bjørn Kalsø, er ikki avvísandi at finna eina loysn á málinum um fiskiloyvið hjá Sunbeam.
- Vit vilja fegnir verða við til at finna eina loysn á hesum málinum. Eisini ti vit meta, at lógin sum hon virkar í dag, er ov stirvin. Tíðirnar broytast og tí er eisini neyðugt, at vit tillaga lógirnar samsvarandi, sigur Jørgen Niclasen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri og limur í vinnunevndini hjá løgtinginum.
Hann sigur, at tað sjálvandi ikki ber til at greina ein fiskivinnupolitikk út frá einum einstøkum dømi, men tað, sum var rætt í 90-unum, nýtist ikki neyðturviliga at vera rætt í dag.
- Tað er okkurt, sum bendir á, at útrokningarmátin, sum samsvaraði ógvuliga væl við veiðina í 90-árunum, átti at verið endurskoðaður, tí tað er ikki vist, at hann er hóskandi sum útrokningarháttur í dag, sigur Jørgen Niclasen.
Tað var hann sjálvur, sum í síni tíð sum fiskimálaráðharri innførdi BT ferðir maskinrorku sum útrokningarhátt fyri trolarar og volumen (longd x breidd x dýpd) fyri húkaflotan. Seinni vísti tað seg, at bruttotons var ein undarlig útrokning, og tí broytti Jacob Vestergaard útrokningarháttin til volumen ferðir maskinorku í staðin.
- Tað kann vera, at vit skuldu nýtt tógmegina heldur enn støddina á maskinuni sum útrokningargrundarlag, heldur Jørgen Niclasen.
Í málinum um Sunbeam eru fleiri ymsir faktorar inni í myndini, men Jørgen Niclasen heldur, at tað átti at borið til at funnið eina loysn á málinnum. Sum eitt dømi um stirvnaðin í lógini nevnir hann, at tað átti at verið møguligt hjá fleiri reiðaríum at uppkeypt eitt loyvi, sum teir síðani kundu býtt í fleiri lutir, og harvið økt um egna veiðiorku.
Vit vilja finna eina loysn, men treytin er sjálvandi, at hetta verður gjørt innan fyri galdandi fiskivinnulóg – og sum nevnt bíða vit eftir einum útspæli frá fiskimálaráðharranum, sigur Jørgen Niclasen.