Tað byrjaði alt við einari sagdari skuld á 500 krónur, men endaði við einari eldáseting, sum í ringasta føri kundi havt endað við, at húsini brunnu í grund og at tvey fólk brendu inni.
Nú gekk tað tíbetur ikki so illa. Tað vísti seg, at eingin var inni, og at løgreglan var so skjót á staðnum, at hon fekk tálmað eldinum til sløkkiliðið kom fram og fekk sløkt.
Ein 19 ára gamal maður er kjarnan í hesum málinum. Týskvøldið 11. november í fjør fór hann til húsini á Hamarsgøtu 2 í Havn, har hann kravdi ein ungan mann eftir 500 krónum, sum hann meinti, at hesin skyldaði honum. Skuldin stóðst av, at genta henda mannin skuldi havt keypt tvey gramm av hassj frá tí 19 ára gamla, og nú vildi hann hava peningin frá unga manninnum.
Ungi maðurin hinvegin segði seg ikki skylda nakrar pengar, og í rættinum greiddi hann eisini frá, at væl hevði talan einaferð verið um at keypa hassj fyri at royna tað, men at tað ongantíð varð vorðið til nakað. Tí visti hann at greiða frá, at gentan ongantíð hevði gjørt álvara av ætlanunum, og at hvørki hann ella gentan tískil skyldaði 19 ára gamla manninum nakrar pengar.
Hetta vildi ákærdi 19 ára gamli maðurin ikki góðtaka, og gav tí unga manninum tvinnar kostir í at velja, antin at leggja seg niður og verða hølvaðan av, ella at gjalda peningin. Ungi maðurin góðtók hvørgan av kostunum.
Skuldi hevna
Tað stóðst tí bardagi av hesum, har ungi maðurin í sjálvverju høgdi við eini havatong eftir tí 19 ára gamla og einum øðrum manni, sum var við honum við tí úrsliti, at hin maðurin varð raktur í pannuna.
Teir bardust so har aftur og fram. Mamma at unga manninum kom eisini upp í leikin, men kundi eyðvitað ikki gera nógv um seg. Alt endaði við, at tann 19 ára gamli og hjálparmaður hansara knappliga runnu avstað, og mamman fór at ringja eftir løgregluni.
Ungi maðurin meldaði tilburðin, men søgan endar kortini ikki her.
Kvøldið eftir er tann 19 ára gamli og hjálparmaðurin í Mimir, og har hitta teir ein 26 ára gamlan mann, sum hjálparmaðurin kennir. Hjálparmaðurin gevur einaferð um kvøldið tí 19 ára gamla ein knív, og hesin ger seinni av við tí 26 ára gamla at fara út aftur í Hamarsgøtu at hevna hendingina kvøldið fyri.
Um 23 tíðina hetta kvøldið 12. november 2008 fara teir báðir so við bilinum hjá tí 19 ára gamla – sum abbi hansara eigur – út í Hamarsgøtu, fyri at avgera hetta trætumálið.
Komnir á staðið fara teir oman til húsini, og banka á stovurútin eins væl og á hurðina, sum er stongd.
Eftir at hava bukað á eina løtu, fer hin 26 ára gamli út í bilin aftur eftir einum dunki av bensini, sum stóð í viðførisrúminum. Komin aftur til húsini brýtur hann stovurútin. Síðani verður bensin helt á, og eldur settur í.
Í rættinum greiddi hin 19 ára gamli frá, at tað var tann 26 ára gamli, sum kom við hugskotinum um at seta eld á, og at tað var hann, sum fór eftir dunkinum, breyt rútin, helti bensin á og setti eld á.
Rekonstruktión
Hetta var eisini tað, sum tann 26 ára gamli greiddi frá fyri so vítt í rættinum. Hann dugdi tó ikki at siga, um tað var hann sjálvur, sum hevði helt bensinið á, ella tað var hin 19 ára gamli. Men her kom ein rekonstruktión av hendingini – ein sonevnd cognitiv avhoyring – til hjálpar.
Hóast tann 26 ára gamli upprunaliga greiddi frá, at tað var hann, sum helti bensinið á eisini, rættaði hann hetta seinni út á dagin og ein enduravhoyring framman fyri videotóli vísti tann 26 ára gamla greiða frá, at hóast hann hevði gjørt alt annað, so var tað hin 19 ára gamli, sum helti bensinið á rútin og húsini.
Hendan frágreiðingin inkrimineraði sjálvandi hin 19 ára gamla meira og vísti, at hann ikki bara var hin »sakaleysi« áskoðarin til eldásetingina.
Hendan rekonstruktiónin er hin fyrsta, sum nýtt er í føroyskari rættarsøgu, men er á royndarstøði í Danmark, og er púra vanlig í eitt nú USA.
Ætlanin við slíkari avhoyring er, at seta teir ákærdu aftur í støðuna og fáa teir at hugsa, eins og teir hugsaðu, tá hendingin fór fram. Tað verður tá lættari hjá teimum ákærdu at minnast aftur eins og tað verður lættari hjá bæði ákæruvaldi og verjum at seta viðkomandi spurningar.
Einki er at ivast í, at hendan rekonstruktiónin fer at seta síni spor hjá dómaranum eins og hon gjørdi hjá teimum, sum sóðu hana fyrstu ferð í rættinum – harímillum mammu og son, sum búgva í Hamarsgøtu 2.