Krabbaveiða
Fuglafirði:
Borðoyarnes liggur í løtuni á Fuglafirði klárur at fara undir Føroyar at fiska krabba. Skipið er væl útgjørt til hesa veiðu, men reiðaríið bíðar eftir loyvi frá Fiskimálastýrinum.
Jón Nolsøe Olsen, reiðari, sigur, at teir hava brúkt Borðoyarnes til krabbaveiður undir Grønlandi fyri einum tveimum árum síðan. Tá var gjørd ein eitt ára avtala við grønlendingar, men tá hon gekk út, var hon ikki longd. Tí kom Borðoyarnes heimaftur, sigur hann.
Nú er so ætlanin at fara at royna undir Føroyum í fyrsta umfari. Verður tað ov lítið, ætla teir at fjakka eitt sindur. Suður á Hatton Bank og heilt yvir á Flemish Cap hava teir ætlanir um at royna, sigur hann.
Royndir eftir krabbba undir Føroyum eru ikki tær stóru, sigur Jón Nolsøe Olsen. Eitt grønlendskt skip gjørdi nakrar royndir fyri einum tveimum árum síðan, men tær eru ikki nóg gott grundarlag til at ger nakrar metingar eftir, heldur hann, tí tað viðraði so ómetaliga illa, meðan teir vóru her, at ilt er at siga, hvussu veruligi standurin er hjá krabbanum undir Føroyum út frá teimum royndunum.
Borðoyarnes er sera væl útgjrdur til hesa veiðuna, og alt verður liðugt viðgjørt umborð.
Tá krabbin er fingin, veður skelin loyst frá og blakað burtur. Síðan er herðablaðið við beinum og klóm eftir, greiðir reiðarin frá. Tað verður reinsað væl, skilt í flokkar eftir stødd og pakkað í stálbakkar. Krabbin verður so kókaður í hesum bakkunum, áðrenn hann verður lagdur í mettaðan laka og frystur fyri síðan at enda at verða pakkaður í útflutningspakningin.
Krabbin, sum fiskaður verður undir Føroyum, er ikki tann sami, sum teir fingu undir Grønlandi, sigur reiðarin á Borðoyarnesi. Undir Grønlandi fiskaðu teir ein arctiskan krabba, sum góður prísur var fyri. Hann varð seldur til Japan og Amerika.
Undir Føroyum er tað taskukrabbi, teir vænta at fáa, og eitt sindur longri suðuri eitt slag, sum á enskum verður nevnt Deep Sea Red Crab. Hvussu prísurin er á hesum sløgum, dugir hann ikki at siga. Heldur ikki veit hann reiðiliga marknaðin, men sigur, at ein japani, teir hava samband við, er sinnaður at selja veiðuna í Japan og í Europa.










