Bartal gjørdi bart

Við trimum málum var Bartal ein av høvuðsorsøkunum til, at Skála fór so syngjandi úr ársins útgávu av steypakappingini

Fyri einari viku síðani gjørdist hann – eins og onkur annar av liðfeløgunum – greipuvinnari í flogbólti við ÍF, og leygardagin gekk hann á odda, tá ÍF sendi Skála út úr steypakappingini í fótbólti.
Bartal Eliasen var tríggjar ferðir upp á spæl, tá hann í seinna hálvleiki við einum ektaðum »hat-trick« – trý mál á rað í sama hálvleiki – sendi ÍF frá 1-0 upp á 4-0. Og tá hevði hann enntá eina ferð í fyrra hálvleiki skallað bóltin í Skála-málinum, men varð dømdur fyri rangstøðu.
Málið til 2-0 var eisini ein skallari, men hesa ferð uttan rangstøðu, og tveir minuttir seinni var tað frá brots­sparks­blettinum, at Bartal kundi økja til 3-0, eftir at Nenad Saric var farin um koll. Og gott korter seinni kom so triðja málið, tá trunkaspæl spurdist burturúr inni í Skála-brotsteiginum, eftir at Frank Poulsen hevði sent hornaspark innfyri. Bartal var avgjørdur, tá bólturin endaði hjá honum, og so var 4-0.
Frank var annars maðurin, sum var upphavið til 1-0 málið, sum var tað einasta fyri steðgin, tá hann smekkaði til úr langari frástøðu, men rakti ein verjuspælara hjá mótstøðu­liðnum, so bólturin broytti kós og endaði í málinum hjá prís­givna Esbern Jacobsen í mál­inum hjá Skála.
Við tveimum tøttum mál­um ímóti endanum kom eisini Høgni Zachariassen á mál­talvuna. Tað fyrra fekk hann fimm minuttir fyri tíð eftir enn eitt gott hornaspark frá Frank Poulsen, og tveir minuttir seinni var Høgniu aftur á blett­inum, tá Uni Reinert Petersen sendi innfyri.
Einki var at siga til ÍF-sig­urin, ið kundi verið enn størri, tí eitt nú skjeyt Dánjal á Lakjuni á stongina. Men í øllum før­um kundu tey í Fuglafirði staðfesta leygardagin, at steypa­fina­list­arnir frá í fjør fingu eina flúgvandi byrjan í kappingini um Løg­manssteypið hesa ferð.