Landsins størsta tíðindablað?

Hjalgrim Samuelsen
stjóri, Dimmalætting
????????

Kann ein vænta, at Sosialurin hevur áhuga at siga allan tann kenda sannleikan?

Sosialurin hevur eina grein í síðsta leygardagsblaðnum,um at blaðið sambært Gallup-kanningum nú er mest lisna tíðindablað í landinum, bert yvirgingin av lýsingarblaðnum Vikublaðið.
Kanningin, sipað verður til í greinini, er ein útgáva, ið Gallup gav út 27. mai í ár, har teir taka saman um allar lesarakanningarnar, ið gjørdar eru, síðani Gallup byrjaði at gera kanningar í 2002. Millum tølini í hesum verki er eisini ein samanteljing av kanningunum fyri tíðarskeiðið mai 2004 til mars í ár, og eru tað hesi tøl, ið sipað verður til í greinini.
Gongdin síðani
Men tíðin stendur sum kunnugt ikki í stað, og er sera nógv hent á blaðmarknaðinum seinastu tíðina, og sum greinaskrivarin - í loyaliteti við sín arbeiðsgevara - ikki tekur hædd fyri.
M.a. hava vit á Dimmalætting framt broytingar viðvíkjandi bæði formatinum og útberingini, samstundis sum at eitt nýtt lýsingablað hevur sæð dagsins ljós. Kappingin í blaðheiminum er tí harnað nógv, og síggjast tí broytingar í nýggjastu lesaratølunum hjá Gallup.
Í kanningini fyri mai í ár, sum Gallup kunngjørdi 9. juni, eru tað 55% av føroyingunum yvir 15 ár, sum siga seg hava lisið Sosialin, meðan tað eru 56%, sum siga seg hava lisið Dimmalætting. Tað er sostatt ikki í løtuni grundarlag fyri at siga, at Sosialurin er størsta tíðindablað í landinum!
Er blaðið álítandi?
Tá havt verður í huga, at Gallup hevur sent lesaratølini fyri mai út til øll, sum fingu stóru kanningina, ið víst verður til í greinini, er tað sera átaluvert, at blaðið til egnan fyrimun heldur upplýsingum aftur fyri sínum lesarnum. Hetta tænir hvørki trúvirðinum hjá blaðnum ella tí journalistiska fakinum sum heild.
Um krøv um objektivitet vórðu sett til tað journalistiska arbeiðið á blaðnum - eins og tað formliga hevur verið á Dimmalætting nú í fleiri ár - hevði greinaskrivarin og blaðleiðslan vitað, at tað eisini er umráðandi at vísa ans, tá egin viðurskifti verða viðgjørd í blaðnum.