ómetalig góð og rík tíð vit fingu saman, og eg eri Gudi takksom fyri, at tú kom á mín veg, at eg kom at kenna teg ígjøgnum okkara arbeiði, har vit gjørdust vinkonur. Vit tosaðu saman hvønn dag, og um vit ikki [...] alt, min syndeskyld med blod Han har betalt. Og slægt og venner her, Vi møte skal dem der. Men Jesus vil jeg møte først av alt. Honum hevur tú nú møtt, og ert saman við Honum. Eg gleði meg eisini at síggja [...] fortalt tær enn einaferð, hvussu góð eg var við teg, og hvussu ómetaliga nógv eg sakni teg.. Nú eru meir enn tríggir mánaðir gingnir síðani tú fór, og tað er enn ótrúliga svárt, at fáa dagligdagin at hanga
tók sær Jokabed faðirsystur sína til konu, og hon føddi honum Áron og Móses, sostatt var mamma Áron og Móses abbasystur teirra. Onnur Mósebók 6. kap. 20. v. Og hvat skulu vit siga um Dávid, ið sendi boð [...] at hann verður við undirlutan og doyr«. Seinna Sámuelsbók 11. kap. Og hetta hendi Dávidi til vildar. Tiltikin er síðani Uriaspostur. David og Batseba fingu sonin Sálomon, ið ivaleyst hevur arvað konuf [...] hevur sína egnu náðigávu frá Guði, ein so, og annar so. Men við hinar ógiftu og við einkjurnar sigi eg, at tað er gott fyri tey, um tey verða verandi eins og eg eri. Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi
HB og GÍ fara ikki í summarfrí á jóansøku. Tá fer landskappingin í summarfrí, men HB og GÍ fara tá at fyrireika seg til steypafinaluna, sum verður á Tórsvølli 2. juli. Tá skulu GÍ og HB kappast innanhýsis [...] høvdið fyri seg. Undan summarsteðginum eiga teir Sumba og B71 á heimavølli, og tað er ikki óhugsandi, at teir orduliga leggja B36 afturum seg. VB og KÍ vinna nógv Toftamenn vóru næstfremstir undan hvítusunnuni [...] besta fótbóltsaldur, og hóast venjarin er góður, og nógvir av spælarunum framvegis hava gott fótbóltsskil, so er úrtøkan ikki tann sama. Tilgongdin er ikki, sum hon var tey góðu árini, og tað kann fara at
hvussu ofta skal flúgvast og, nógv, ferðaseðilin skal kosta- og, hvussu nógv landskassin tí skal spjaða til. Men hugskotið er, at suðuroyingar skulu sleppa norður á meginlandið og aftur nakrar ferðir sama [...] pengarnar Og fyri tann peningin fæst ein rættiliga góð og munadygg innanoyggja flúgving, tí tvær milliónir eru ikki ein dýr samferðsluætlan. T.d. ber til at gera tríggjar ferðir úr Suðuroynni og tríggjar [...] til Klaksvíkar. Av og á kundi tað eisini komið uppá tal at leiga flúgvaran, báði innanoyggja, og til grannalond okkara, tí hann kann flúgva báði til Íslands, Skotlands, Danmarkar og Noregs Hann er eisini
Tær byrjaðu annars við flatari 6-0, og hetta tóktist ikki at rigga eins væl. Við Nicoletu sum eittara fingu tær fyrst og fremst skermað av fyri Simonu Dziugyte, og av tí sama gjørdist hóttanin frá heimaliðnum [...] aftur, og kundi við eitt sindur av hepni skapt spenning í aftur, men tær megnaðu ikki at gagnnýta yvirtalsstøðu, og tá so Jacklin skoraði málið, sum hendan greinin byrjar við, tóktist alt avgjørt. Og tó at [...] at Stjørnan fór at royna við bæði mansverju og við at spæla ein móti einum, so hjálpti hetta millum lítið og einki. VÍF vann dystin, og hildu harvið fast um oddasessin, sum tær ikki hava slept seinasta
meinast í hesum sambandi verkbann, verkfall, blokada, boykott og ein og hvør onnur skipað avfólkan. Stk. 2. Sjúkrahúsverkið metir um og ger av, hvussu nógvum starvsfólki tørvur er á, sbr. tó § 3. Stk [...] allar sjúkrarøktarfrøðingar og deildarleiðarar á medisinska ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum. Krabbamein, giktasjúkur, maga- og tarmsjúkur, blóðsjúkur, palliativa toymið og blóðdialýsa verða undantikin [...] um, Ortopædisk ambulatorium, Urologisk ambulatorium og Svøvnambulatorium. Og á Suðuroyar Sjúkrahúsi: Kardiologisku starvsstovuni, Pínuklinikkini og ambulantum virksemi á skurðgongini. 17. oktober 2023
framvið, og við sleipi frá honum fekst Boblan á rull. Hon varð royndarkoyrd – og keypt. Ístandsetingin byrjaði um heystið sama árið – frá innast til uttast. Lítið var av rusti, bara skermkantar og trinbrettið [...] Schiller Johansson í Havn. Gunder hevði fleiri av gomlu Fólkavognunum og seinni skifti hann yvir til Ford og hevði onkrar Taunus, Granada og Sierra. Farodane seldi VW-bilar frá 1952 til fyrst í 1970-unum, [...] koyrdi rutu við millum Kollafjørð og Vestmanna. Tá var eingin Oyggjarvegur komin, men mjólkarbátarnir høvdu fasta sigling millum Havnina og Kollafjørð. VW-bussarnir og vørubilarnir, vanliga nevndir
fyri næstan allari elframleiðsluni í Føroyum og hava stórar og kostnaðarmiklar útbyggingar fyri framman. Tað er SEV, sum hevur veitingarskylduna, og eg dugi ikki at ímynda mær, at nakar nýggjur aktørur [...] vatnorka og termisk orka frá oljuriknum verkum, er púra greið. Hendan ábyrgdin er ásett í Elveitingarlógini og liggur hjá SEV, sigur hann. Viðkvæmt net Í størru grannalondunum eru fleiri størri og smærri [...] har framleiðslan bara flýtur javnt og greinar seg út til brúkararnar. Standurin á elnetinum er neyvt tengdur at framleiðsluni út á netið til eina og hvørja tíð, og tess minni netið er, tess meira viðkvæmt
tey fyrstu tonsini av Gøtuvík, og tey seinnu úr Miðvági. Alt hetta virksemið á sjógvi og landi hevur verið til gagns fyri inntøkurnar hjá kommununi. Hesar vóru í roynd og veru heldur størri enn mett varð [...] nýttar til byggibúning, 400.000 krónur til ymisk arbeiðir við dagstovnin Alvalon og 750.000 krónur til vegir og amboð, eins og 300.000 krónur fara til at seta upp eitt reinsiverk til vatnið í Gásadali. fyri [...] Virksemið innan hesa vinnuna sæst væl á bryggjuni, har eftirspurningurin eftir vørum og tænastum avspeglast í prísi og nøgd. Eitt dømi um hetta er fiskiskapurin eftir upsa, sum hevur verið stak vánaligur
skilja hví undirgrundin sær soleiðis út og hvat hon goymir. Tað hevur sjálvandi eisini týdning fyri oljufeløgini og myndugleikarnar at fáa hesa vitan Sindri byrjaði í 91 og Lars Bæksgaard hevur verið formaður [...] gott at standa saman og brúka orku uppá felags áhugamál. Hann heldur tað var eitt sera skilagott stig, sum varð tikið við stovnanini av Sindri. -Lyklaorðið er samstarv og inovatión og at arbeiða uppá longri [...] granska í tøkni at síggja ígjøgnum basaltfláir við og kanna jarðfrøðina og kolvetnisskipanina við Føroyar. Øll oljufeløgini, ið eru virkin í Føroyum, eru limir og luttaka í verkætlanunum. Jarðfrøðissavnið er