Eru nú til reiðar at byrja flúgving ímillum Havnina og Suðuroynna

Í gjár handaði ein bólkur av privatmonnum Landsstýrinum eitt fullfíggjað uppskot til, hvussu farast kann undir flogsamband við flúgvara ímillum Suðuroynna, Havnina og Vágar.

Ber landsstýrið skjótt at, kann farast undir regluligt flogsamband ímillum Suðuroynna, Havnina og Vágar um nakrar mánaðir.

Í gjár handaði ein bólkur av privatmonnum Landsstýrinum eina fullfíggjaða ætlan fyri, hvussu innanlandsflúgving við flúgvara kann setast í verk.

Saman við ætlanini fekk landsstýrið eitt ítøkiligt tilboð um, at teir privatu vildu seta ætlanina í verk fyri eina ávísa upphædd.

Ein av monnunum aftanfyri ætlanina, Jens Pauli Rasmussen, í Havn, sigur, at hvussu stór upphæddin úr landskassanum verður, veldst sjálvandi um, hvussu umfatandi ferðaætlanin skal verða, hvussu nógv ferðaseðilin skal kosta o.s.fr.

Teir siga, at samferðsluviðurskiftini í Føroyum eru so serlig, at tað er nógvur politikkur uppi í.

­ Tí verður tað í síðsta enda ein politiskur spurningur, hvussu ofta skal flúgvast og, nógv, ferðaseðilin skal kosta- og, hvussu nógv landskassin tí skal spjaða til.

­ Men hugskotið er, at suðuroyingar skulu sleppa norður á meginlandið og aftur nakrar ferðir sama dagin aftur og fram.

­ Og eftir tí eina uppskotinum, sum er sett upp í ætlanini, snýr tað seg ikki um meiri enn einar tvær milliónir úr landskassanum um árið - ella kanska enntá minni enn tað, sigur hann.

Tá er roknað við einum ferðaseðlaprísi uppá 130 krónur hvønn vegin og at 45% av setrunum verða brúkt í miðal.

Men tá er farmaflutningur ikki roknaður uppí. Og nettupp farmaflutning ivast teir ikki í, fer at vinda uppá seg, tí avgreiðslutíðin verður so stutt.


Nógv fyri pengarnar

Og fyri tann peningin fæst ein rættiliga góð og munadygg innanoyggja flúgving, tí tvær milliónir eru ikki ein dýr samferðsluætlan.

T.d. ber til at gera tríggjar ferðir úr Suðuroynni og tríggjar ferðir úr Havnini um dagin mitt í viku, og tvær ferðir hvønn vegin um vikuskiftið. Men stundir verða eisini til tvær ferðir vestur í Vágar og aftur um dagin.

Á hávetri, verður neyðugt at broyta ferðaætlanina eitt sindur, tí tað skal verða ljóst, táið flúgvarin lendir.

­ Men allir møguleikar standa sjálvandi opnir, alt eftir, hvussu stórt undirskot kann góðtakast, sigur hann.

Hinvegin ivast Jens Pauli Rasmussen heldur ikki í, at rutan fæst at bera seg um ferðaseðilin verður eitt sindur dýrari, t.d. 150-160 krónur hvønn veg.

Teir ætla, at flúgvarin skal hava støð í Suðuroynni, so at fyrsti túrur hvønn morgun verður norðureftir.

Men tað kann eisini flúgvast aðrastaðni í Føroyum, eitt nú til Klaksvíkar.

Av og á kundi tað eisini komið uppá tal at leiga flúgvaran, báði innanoyggja, og til grannalond okkara, tí hann kann flúgva báði til Íslands, Skotlands, Danmarkar og Noregs

Hann er eisini útgjørdur soleiðis, at hann er vælegnaður til sjúkraflutnings, tí tað er lætt at fáa børu í hann og úr honum aftur.


Drúgvar kanningar

Tað eru eini tvey ár síðani at ein bólkur av privatfólki fekk hugskotið til at kanna, um tað læt seg gera at seta meiri miðvísa innanlandsflúgving í verk í Føroyum.

Teir siga, at teir valdu at kanna møguleikarnir við flúgvara tí tað er nógvar ferðir dýrari at hava við tyrlu at gera.

Tað var í kjalarvørrinum á tí viðvarandi kjakinum um ferðasambandi til Suðuroynna, at hugskotið stakk seg upp.

Teir halda, at skal túratalið ímillum Havnina og Suðuroynna nakað serligt upp, er flúgving tann mest sannlíki møguleikin.

Og teir komu skjótt í tankar um at kanna møguleikarnar við vatnflúgvara, tí hann krevur onga breyt, bara eina bátabrúgv og ein drátt, so hann kann verða drigin um náttina. Drigin er so nógv sagt, tí hann hevur hjól og koyrir sjálvir.

Serliga hetta seinasta hálvtannað árið, hava teir arbeitt miðvíst við ætlanini.

Eitt nú hava teir leitað sær serkøna hjálp úr USA, Grønlandi, Bretlandi, Noregi, Danmark og aðrastaðni, har tey hava royndir við sama slag flogførum.

M. a er eitt stórt arbeiði gjørt at finna útav, hvør flúgvari er best egnaður til endamálið.

­ Eftir at hava kannað ein hóp av flúgvarum eru vit komnir eftir, at tann, sum hóskar seg best til okkara viðurskifti er ein Cessna Caravan, sum tekur níggju fólk, sigur Jens Pauli Rasmussen.

Tvs, at upprunaliga tekur hann 10 fólk, men teir halda, at tað er rætt at taka eitt setur úr honum fyri at geva betri pláss til viðføri, sum serliga kann væntast eitt sindur av í flúgving upp á Vágar í sambandi við flogsambandið uttanlands.Hann sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at teir valdu nettupp hendan flúgvaran.

Hann hevur sera gott orð á sær, hvat trygdnini viðvíkur. Men hann er eisini tann flúgvarin, har vit fáa bestu trygdina og mesta plássið fyri pengarnar.

Flúgvarin er eisini útgjørdur við hjólum, so at hann kann lenda á breyt. Hann krevur eina breyt, sum er 600 metrar.

Men neyðugt er ikki at gera so nógv burturúr vøllinum. Ein slættur grúsvøllur er nóg góður.

Hesir flúgvararnir eru nógv brúktir aðrastaðni m.a. í Kanada, har tey eru vanlig í ferðasambandinum til fjarskotin pláss.

Tey flúgva beint omanfyri 300 km. um tíman.

Í samstarvi við Cessna-verksmiðjuna fingu fyrireikararnir herfyri ein flúgvara av hesum slagnum til Føroya úr USA at royna hann undir okkara, serligu viðurskiftum.

Amerikansku flogskipararnir hildu at hann var vælegnaður til føroysk viðurskifti.

Ta einu ferðina vóru umboð fyri Landsstýrið og Strandferðsluna boðin við.

­ Tann eina royndartúrin var nógvur vindur, 18 metrar um sekundið, men tað bilti ikki.

­ Hann ristist eitt sindur í tí hann fór uppfrá, men tað hevði lítið uppá seg, og so var púra friðaligt, sigur Jens Pauli.

Hann leggur afturat, at tað verða heldur ongir trupulleikar at seta seg á sjónum, hóast nakað av aldu er.

­ Hann kann flúgva og lenda í at kalla øllum veðri. ­ Har fjørður er, vænti eg ikki, at tað nakrantíð fara at verða trupulleikar at lenda fyri aldu, sigur hann.

Alt tað dagliga viðlíkahaldið er ætlanin at gera í Føroyum.Og ætlanin er at útbúgva føroyskar flogskiparar.

Men avtala er gjørd við eitt danskt felag um tey regluligi eftirlitini. Talan er um eitt felag, sum frammanundan hevur fýra cessna-flogfør.


Góðir møguleikar

Jens Pauli Rasmussen sigur, at teir hava góðar vónir um, at hetta er eitt tiltak sum kann setast í verk við eini íløgu, har í rættiliga nógv fæst fyri pengarnar.

Teirra uppskot er at fara undir eina trý ára royndarflúgving, áðrenn endalig støða verður tikin.

­ Verður álvari av ætlanini, er ætlanin at langleiga ein flúgvara, í hvussu so er í royndartíðini.

Tekur Landsstýrið av tilboðnum, ganga nakrir mánaðir, til ætlanin kann setast í verk, tí flúgvarin er nógv eftirspurdur og av tí sama er leveringstíðin long.

Jens Pauli Rasmussen sigur, at teir hava alla tíðina kunnu Landsstýrið um arbeiðið, so hvørt sum kanningarnar gingu, so ætlanin kemur ikki óvart á umsitingina í Tinganesi.